mánadagur 16. januar 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 11 - 16. januar 2006
A city where visitors are still guests
and where guests are still
welcomed as friends
T
Ó
R
S
H
A
V
N
Conference city in the blue ocean
Føroyska royndar
ætlanin við einum
alduorkuverki er á veg
inn í eitt avgerðandi
tíðarskeið
ALDUORKA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ætlanin at gera eitt roynd
arverk í Føroyum, sum skal
vinna orku burturúr aldu, er
nú á veg inn í eitt avgerðandi
tíðarskeið.
Hesa seinastu tíðina hevur
ikki nógv verið at hoyrt um
ætlanina, men tað merkir
ikki, at onki er hent.
– Hetta seinasta hálva árið
hava vit brúkt til at gera eina
marknaðarkanning, sum
hevur til endamáls at finna
onnur støð úti í heimi, har
ein slík skipan kann virka,
sigur Ólavur Gregersen,
stjóri í Sewave, sum stendur
fyri ætlanini.
Hann sigur, at talan er um
eina rættiliga dýra royndar
ætlan. Og av tí at talan er
um eina royndarverkætlan,
er ongin vissa fyri, at hetta
er ein íløga, sum fer at geva
avkast og sostatt er talan um
eina sera vágafúsa íløgu.
Talan verður um eina íløgu
upp á 30-35 milliónir og tað
er greitt, at tað ber ikki til at
útvega so stórar íleggjarar í
Føroyum.
Tí verður neyðugt at finna
útlendskar íleggjarar.
– Men skalt tað eydnast at
finna útlendskar íleggjarar,
mugu vit kunna vísa á, at
talan er um eina skipan,
sum eisini kann brúkast
aðrastaðni enn í Føroyum.
Tað er í hesum sambandi,
at ein marknaðarkanning er
gjørd, har tey hava kannað
øki bæði í Noregi, Bretlandi,
Írlandi, Spania og í Portugal
fyri at vita, um ein slík ætlan
hevði kunnað brúkst har.
Ólavur Gregersen sigur,
at tey eru ikki heilt liðug
at útgreina úrslitini, men
úrslitini verða løgd fram á
oljuráðstevnuni ráðstevnuni
í Norðurlandahúsinum týs
dagin
Vil ikki avdúka
Av tí, at úrslitið verður lagt
fram í Norðurlandahúsinum,
vil hann ikki avdúkað tað
frammanundan.
Hann sigur, at fyrrenn
hetta úrslitið er greitt, ber
ikki til at siga, um fígging
fæst við ætlanina.
Og fyrrenn tað er greitt, at
fígging fæst, ber heldur ikki
til at arbeiða víðari við teirri
føroysku ætlanini, tí næsta
stigið verður at projektera
eitt slíkt verk og tað verður
ikki gjørt, fyrrenn fíggingin
er greið.
Men stjórin í Sewave sigur,
at tað er rættiliga stórur áhugi
fyri hugskotinum, tí talan
verður um eitt orkuverk, sum
hvørki sæst ella hoyrist.
Men kortini er ov tíðliga at
siga nakað um fíggingina.
– Kortini kann sigast, at
útlitini fyri at hetta verður
til veruleika, eru ikki verri
nú, enn tey vóru fyri einum
hálvum ári síðani.
Royndarverkið, sum ætlan
in er at gera í Føroyum, er
eitt alduorkuverk, sum er
ein tunnilsskipan, sum er
sprongd inn í bergið. Tunnils
alduorkuverkið er eitt verk,
har aldan kemur inn í eitt
“kamar” sum virkar sum
eitt stempul. Ein luftturbina
verður sett við endan av
kamarinum, sum so brúkar
lufttrýstið at framleiða
streym við. Turbinan er bygd
soleiðis, at tá ið hon er sett
í gongd, verður hon drivin
við lufttrýstinum – bæði,
tá ið tað trýstur og sýgur.
Og verkið hvørki sæst ella
hoyrist.
Tey hava funnið fram til, at
eitt slíkt royndarverk liggur
best við Nípuna í Vágum,
men eisini Søltuvík í Sandoy
er eitt brúkiligt stað
Fyrireika seg til at fáa útlendskar íleggjarar
Útlini fyri ætlaða alduorkuverkinum í Føroyum eru ikki verri út nú enn tey hava verið, sigur
Ólavur Gregersen, stjóri í Sewave