týsdagur 3. januar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2006
21
Fíggjarmálaráðið og Lønardeildin í Fíggjarmála-
ráðnum søkja eftir fulltrúum at seta sum skjótast.
Lýsingin stóð í blaðnum 16. og 19. desember, og tú
finnur eisini lýsingina á heimasíðunum www.fmr.fo
og www.lnd.fo
Umsókn saman við CV og møguligum viðmælum
skal sendast til:
Fíggjarmálaráðið
Postboks 2039
FO-165 Argir
Freistin at søkja er hósdagin 12. januar 2006 kl. 12.00.
(Freistin er longd eina viku).
Vilt tú vita meira um størvini, kanst tú ringja til
Petur Alberg Lamhauge, fíggjarmálastjóra, á tlf.
352020 ella Snorra Fjallsbak, stjóra á Lønardeildini
á tlf. 352200.
Fíggjarmálaráðið
Fíggjarmálaráðið
Aðalfundur 2006
Aðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyum
leygardagin 18. februar 2006.
Skrá: smb. viðtøkum felagsins
Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í
hendi í seinasta lagi 14. januar 2006 við skrivligari
váttan frá viðkomandi uppskotsstillara.
Formansval Uppskot til formansevni skulu – smb.
viðtøkum felagsins § 10 – skrivliga latast nevndini í
seinasta lagi 15. januar 2006.
Saman við uppskotinum skal sendast skrivlig váttan
frá viðkomandi, sum er í uppskoti um, at hon/hann
vil taka við vali.
Valdur formaður bindir seg til at taka við fulltíðar-
starvi í felagnum.
Uppskot skulu sendast til:
Føroya Pedagogfelag
Postsmoga 318
110 Tórshavn
Nevndin
Landssjúkrahúsið
FP-100 Tórshavn
Endurlýsing
Psykiatrisk verkætlan –
Sálarsjúk í arbeiðið innan psykiatriina
Hevur tú verið sálarliga sjúk/ur?
Og kundi tú hugsað tær at verið við til at skapt
størri opinleika um sálarliga sjúku í Føroyum
við at brúkt títt sjúkuinnlit at hjálpt øðrum - og
samstundis fingið útbúgving?
Psykiatriski depilin fer nú undir spennandi SB-
verkætlan.
(SB stendur fyri starvsfólk v/brúkarafortreytum).
Enn eru nøkur pláss eftir, við tað at pláss er fyri
tilsamans 10 fólkum, ið hava kent sálarliga sjúku
á egnan kropp. Hesi fara alt komandi ár, í róligum
og tryggum umhvørvi at luttaka í viðkomandi,
teoretiskari frálæru. Samstundis koma tey í
hóskandi starvsvenjing.
Ætlanin við verkætlanini, sum hevur givið sera góð
úrslit í øðrum londum, er at menna fyrrverandi sálar-
liga sjúk til at kunna virka í t.d. einum starvsfólkabólki
á eini psyk. deild ella á einum bústovni. Har kunnu
tey umboða sjúklingarnar út frá tí veruleika, at ongin
kann skilja t.d. kenslur hjá einum sálarliga sjúkum
betur enn ein, ið sjálv/ur hevur verið sjúkur.
Fyrimunirnir við starvsfólkum við brúkarafortreyt-
um eru nógvir. Ikki bara kunnu hesi „tosa sama
mál“ sum tey sjúku, men tey kunnu eisini vera
livandi dømi hjá teimum og teirra avvarðandi um,
at tað ber væl til at koma styrkt uppundan aftur.
Heldur tú hetta ljóðar áhugavert, so er ikki at halda
teg aftur! Send okkum „nakrar reglur“, har tú greiðir
frá, hvussu júst tínar dygdir kundu verið nýttar í einari
starvsvenjing innan psykiatriska økið.
Starvsvenjingin er ólønt og teoretiska frálæran
ókeypis. Um tú í løtuni fært fyritíðarpensjón ella
forsorgarhjálp, varðveitir tú veitingina, meðan tú
ert í starvsvenjing.
Umsókn, har tú skrivar um teg, tína sjúku og tankar
um nýggja starvið, kanst tú senda til:
SB Verkætlanin
Psykiatriski Depilin
Att.: Æna Reinert
deildarleiðari fyri økispsykiatriina
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin hin 20. januar
2006 kl. 14:00. Eisini ert tú vælkomin at seta teg í
samband við Bergtóru, samskipara og Fíu, SB-ara á
tlf. 304500 lok. 4126 ella teldupost bhj@lsh.fo.
Vit gleða okkum at frætta frá tær!
Endurlýsing
Ergoterapeutur
Ergoterapiin á psykiatrisku deild søkir eftir
ergoterapeuti at byrja 1. februar 2006 ella skjótast
tilber til og við 31. januar 2007 til okkara vælvirkandi
toymi av ágrýtnum og positivum starvsfeløgum.
Starvið er eitt farloyvisstarv á 35 tímar um vikuna.
Um arbeiði
Ergoterapiin viðgerð brúkarar frá øllum psykiatr-
iskum deildum umframt ambulantar brúkarar. Vit
arbeiða sentralt í ergoterapiini, og ergoterapeutarnir
hava ábyrgdina av hvør sínari deild.
Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss í stórari
menning, har tú fært møguleika fyri fakligum og
persónligum avbjóðingum. Arbeiðsuppgávurnar
eru sera fjølbroyttar. Vit nýta m.a. eina kanadiska
fyrimynd sum fatanargrundarlag og arbeitt verður
nógv við dokumentatión.
Um teg
Tú skalt vera áhugað/ur í at luttaka í spennandi
avbjóðingum, kunna vísa áræði, ikki vera bangin
fyri nýggjum tiltøkum og vera við til at útbyggja tað
tvørfakliga samstarvið við aðrar fakbólkar. Vit leggja
dent á persónligar eginleikar, so sum humor, greiða
talu og gott arbeiðslag.
Nærri fæst at vita um arbeiðstíðir, arbeiðsuppgávur
o.a. við at venda sær til Súsanna Winther Poulsen,
leiðandi ergoterapeut, tlf. 304500, lokal 5785 og
5786.
Løn- og setunartreytir sambært sáttmála millum
Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er 23. januar 2006 kl. 12.00.
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar-
og Starvsfólkadeildini, áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur »umsókn
til starv« við CV, autorisatión, avrit av prógvum og
viðmælum e.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Almennu fundir
Tvøroyrar býráðs í 2006 verða:
10. jan.
7. febr.
7. mars
4. apríl
2. mai
13. juni
5. september
10. oktober
7. november
5. desember
Allir fundirnir verða kl. 17.00 í býráðssalinum.
Tvøroyrar býráð
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf