mikudagur 4. januar 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 3 - 4. januar 2006
Danska fólkatónleikaheið
urslønahandanin Danish
Music Awards - Folk í 2006
hevur føroyska luttøku. Ein
av teimum, ið spælir er Eivør
Pállsdóttir. Hettar skrivar
Ugeavisen Tønder á síni
heimasíðu.
Tiltakið verður hildið
í Tønderhal 1 í Tønder
og umframt Eivør er
almannakunngjørt, at Lars
Lilholt og Haugaard &
Højrup Bigband spæla. Men
onnur nøvn verða eisini á
plakatini.
Skipað hevur verið fyri
DMA - Folk síðan 2001, og
tiltakið plagar altíð at vera
væl vitja. Fyri Eivør er hetta
eitt gott høvi at spæla fyri
fólki úr fólkatónleikaídnað
inum.
Tiltakið verður hildið
11. mars og til ber at keypa
atgongumerkið í forsølu
frá 6. februar, á telefon
+4574724610.
- nud
Sambært kunngerð nr. 160 frá 21. desember
2005 um stuðul til umsorganararbeiði er
freistin at søkja um stuðul til umsorganarar-
beiði fyri 2006 tann 31. januar 2006.
Umsóknir skulu sendast til
Almannastovuna, Smyrilsvegur 20,
Postsmoga 3096, 110 Tórshavn.
Sí annars www.almannastovan.fo
Umsorganararbeiði 2006
KREA.FO . Tel 47 80 80
Eivør skal spæla á DMA-Folk
Samskip letur upp
skrivstovu í Vigo, Spania
samskip
tíðindaskriv
Nú í nýggja árinum hevur
Samskip latið upp skrivstovu
í Vigo í Spaniu. Hetta er
enn eitt stig í at styrkja tæn
astuna í flutningi av saltfiski
og ørðrum vørum til og frá
Spaniu. Hetta er samstundis
enn eitt stig í framhaldi av
keypinum av Kloosterboer
í Føroyum, Noregi og
Hollandi.
Stjóri í Spaniu verður
hollendarin Ranier Wols
leger, sum er royndur í
flutningsvinnuni.
Við hesari skrivstovni hev
ur Samskip 62 skrivstovur í
22 londum. 1.400 fólk starv
ast hjá Samskipum. Samlaði
umsetningurin er umleið 5,5
mia. dkk.
Bústaðurin hjá Skrivstov
uni í Spaniu er:
Samskip Spain S.A.
Punta Cubillon,
Officina 4, Planta 2
36320 Chapela-Redondela
(Pontevedra)
SPAIN
Vandi er fyri, at víð
gongd umhvørvis
verndarfólk fara at
gera seg inn á norskar
alistøðir
Noreg
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Um nátti8na tann 3. juni í
fjør sluppu 100.000 laksar
úr einari støð hjá norsku ali
fyritøkuni Volden Group, og
kanningarnar avdúkaðu, at
onkur hevði kvett einar 70
endar, so laksurin slapp út.
Løgreglan valdi tí at
kanna tilburðin sum her
verk. Kenneth Nilsen,
kanningarleiðari, sigur við
Aftenposten, at fleiri aðrar
alistøðir hava mist laks, og
nú verður kannað, um talan
kanska eisini var um herverk
har. Eitt nú kannar løgreglan
ein tilburð á Bergen-leiðini,
ein í Molde og ein við
Helgelandsstrondina.
Aftenposten skrivar, at
trygdartænastan hjá løg
regluni hevur havt fund við
norska havbúnaðarfelagið,
og har hava alararnir fing
ið at vita, at alistøðirnar
mugu metast sum møgulig
álopsmál.
Tað er ikki bara í Noregi,
at alistøðir verða mettar sum
álopsmál. Í november mistu
tríggjar alistøðir í Kanada
laks, og løgreglan har kannar
nú, um talan var um herverk.
Í tí eina førinum vórðu ellivu
ringar skornir upp, og umleið
100.000 laksar sluppu út.
Stúra fyri ágangi
ímóti alistøðum
Dynamic Systems
hevur kosið hesa
heimasíðuna at vera
»Heimasíðan henda
mánaðin«
heimasíða
www.sparikassin.fo
Heimasíðan, sum tú í hesi
løtu lesur, er »Heimasíðan
henda mánaðin« hjá stóru
donsku CMS-fyritøkuni,
Dynamic Systems.
Sparikassin fekk nýggja
heimasíðu tann 1. november í
2005, og í januar 2006 er hon
kosin »Heimasíðan henda
mánaðin« hjá Dynamic
Systems, ið er ein hin
størsti danski framleiðarin
av sonevndum Content
Management-skipanum, ið
stýra innihaldinum á heima
síðum. Skipanin nevnist
DynamicWeb.
Tað er ein viðurkenning,
at valið hesaferð er fallið á
Sparikassin.fo, tí meira enn
1.400 DynamicWeb-heima
síður eru at velja millum.
Sparikassin hevur ment
heimasíðuna á pallinum hjá
Dynamic Systems í samstarvi
við
lýsingafyritøkuna
ReproZ.
Við støði í Vevmáting
arlistanum hjá Gallup Før
oyum kann staðfestast, at
Sparikassin.fo er ein av
teimum sera væl vitjaðu
heimasíðunum í landinum.
Bert einstakar aðrar heima
síður í Føroyum eru betri
vitjaðar.
Viðurkenning til Sparikassin.fo