mikudagur 4. januar 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 3 - 4. januar 2006
Norðurlendskt kunningarnet
við upplýsingum um sjóføði
stovnað
www.seafoodnet.info
Endamálið við verkætlanini er at
fáa í lag eitt varandi norðurlendskt
kunningar- og samskiftisnet um sjó-
føðisúrdráttir og gagnnýtslu av til-
feingið havsins. Verkætlanin er fíggjað
av Norðurlendska Ministararáðnum
(NSK og NEF) og Rannsóknastofnun
fiskiðnaðarins (Rf), ið samskipar
verkætlanina.
Kunningarnetið er ein samvinnu-
verkætlan við umboðum úr Íslandi,
Danmørk, Finnlandi, Sviaríki, Noregi
og Føroyum. Endamálið er at gera
ein samskipanar- og kunningarpall
við eitt nú slóðum, vøkuvirksemi
(monitoring activities), EU-boðskriv-
um, leiðreglum, frásagnum og talvum
um evnafrøðilig innihaldsevni, tvs.,
føðsluevni og dálkingarevni í sjóføði.
Verkætlanin
byrjaði
formliga
í novembur ár 2004 og fyrsti verk-
ætlanarfundurin
varð
hildin
í Reykjavík í Íslandi í april 2005. Á
fyrsta fundinum luttøku serfrøðingar í
fiskaføðsluevnum og dálkingarevnum
úr Íslandi, Danmørk, Finnlandi, Sviaríki,
Noregi og Føroyum. Á fundinum
varð tørvurin á betri samskipan av
mátiháttaløgum (mátimetodum) og
úrslitum umtalaður við tí endamáli, at
betra samanberingargrundarlagið fyri
data um føðsluevni og dálkingarevni í
sjóføði. Umrøddir vórðu eisini møgu-
leikarnir fyri at stovna eitt felags
norðurlendskt kunningarnet um
millum annað tryggleikan at eta
heilsufremjandi sjóføði úr einum
alsamt meiri dálkaðum havi.
Høvuðsniðurstøðurnar vóru hesar:
Tað hevur higartil verið trupult at
samskipa og sammeta sjóføðisdata
frá ymiskum keldum. Hetta er
vegna vantandi felags leiðreglur um
sýnistøku og nágreiniligar grund-
leggjandi upplýsingar um sýnini og
mátiúrslitini.
Ymiskar forðingarnar vórðu eyð-
merktar. Fleiri møguligar loysnir, sum
kunnu økja og betra samanberingar
av sjóføðisdata í framtíðini vórðu
umtalaðar.
Avgjørt varð at seta á stovn eitt
felags
norðulendskt
alnótarstað
við slóðum til týðandi upplýsingar
og kunning um sjóføði. Eitt nú
evnafrøðiliga samanseting av sjóføði,
tryggleika og møguligar vandar av
at eta sjóføðisúrdráttir. Hvørt landið
sær fer at hava ábyrgdina av at gera
kunningarskjøl og harvið tryggja, at
upplýsingarnar eru dagførdar.
Høvuðsúrslitið frá verkætlanini er eitt
netstað (www.seafoodnet.info), ið
savnar saman norðurlendska kunning,
upplýsingar og data um sjóðføði úr
norðurhøvum.
Granskingarkjarnin í evnafrøði og lívtøkni
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
V. U. Hammershaimbsgøta 11
100 Tórshavn
t-bræv: horaldurj@hfs.fo
heimasíður: www.hfs.fo www.fvg.fo
P. S. Upplýsing um fisk og fiskiveiðu finst eisini á føroysku heimasíðuni:
www.fishin.fo
Lærari í enskum
til yrkisútbúgving í El- og Maskinfakinum verður
søkt eftir einum undirvísara við førleika í enskum
á E-stigi at byrja 23. januar 2006.
Tímarnir eru hesir:
• elektrikkarar, 8 tímar/viku, 30. januar
til 7. apríl 2006
• maskinsmiðir, 4 tímar/viku, 30. januar
til 7. apríl 2006
• maskinsmiðir, 4 tímar/viku, 23. januar
til 7. apríl 2006.
Setanartreytir eru eftir sáttmála í millum FTL og
Fíggjarmálaráðið.
Skrivlig umsókn við prógvum skal sendast
skúlanum innan 13. januar.
Eru spurningar, so kunnu áhugað venda sær til
Rúna Heinesen, skúlastjóra.
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Postboks 20 · 700 Klaksvík
www.tsk.fo
Felags barnavernd-
artænastan fyri
Sunda-, Eiðis-, Hvannasunds- Viðareiðis-, Húsa
kommunur er at hitta yrkadagar kl. 8.00-16.00 á
tlf. 47 10 22.
Uttanfyri hesar tíðir ber til at koma í samband við
barnaverndarnevndina á tlf. 77 10 22.
Sunda kommuna,
barnaverndarumsitingin