hósdagur 5. januar 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 5. januar 2006
3
Innbrot
í Sjón-
varpinum
Høvdu »Syngið
við« og »Føroya
stuttligasti« ikki
verið spældir
yvir á band und
an jólunum,
høvdu føroysku
hyggjararnir verið
hesar fyriuttan um
ársskiftið
Innbrot
Jákup Mørk
Allar ráupptøkur og tær
báðar liðugt kliptu send
ingarnar vóru nevnliga á
telduni, sum um jólini varð
stolin úr Sjónvarpinum.
Karsten Arnskov á
Tøknideildini í Kringvarp
inum sigur, at tey enn ikki
vita við vissu, hvussu tjóv
arnir hava borið seg at.
– Tað er tó líkt til, at hesir
eru komnir inn gjøgnum
eina hurð, sum er á takinum
í Sjónvarpsbygninginum.
Har hava tey so helst fingið
hurðina av, áðrenn farið
er inn eftir lutunum, sum
tiknir eru.
Karsten sigur víðari, at
stuldurin meira enn nakað
er irriterandi.
– Sum so vóru tað mest
smálutir, sum vórðu stolnir.
Og tíbetur hava vit avrit av
øllum tí, sum var á telduni.
Men eitt nú skulu vit nú til
at savna ljóðarkivið aftur,
eins og tað sjálvandi er
spell, tá ráupptøkurnar til
sendingar eru burtur. Tí vil
eg siga, at talan ikki er um
nakra vanlukku fyri okkara
viðkomandi. Men tað er
næstan meiningsleyst, tá
vit nú aftur skulu nýta orku
til at uppbyggja eitt arkiv,
sum vit longu hava gjørt
einaferð, sigur hann.
Hóast tað verður
alment avsannað,
at koyripengar
vóru orsøkin til
uppsøgnina, so tykist
samanfallið millum
hetta og uppsøgnina
frá Dagmar Joensen
ógvuliga merkisvert
Rúsustjórin
Jákup Mørk
Bara fimm dagar eftir
at Landsgrannskoðarin í
grannskoðanarprotokollini
staðfesti, at útgjald av koyri
endurgjaldi til stjóran ikki
samsvaraði við lóggávuna,
segði Dagmar Joensen seg
úr starvi.
Ov nógv arbeiði og ynski
um betri tíð til familjuna,
segði hon tá vera orsøkina
til avgerðina. Ein orsøk, sum
hon sambært Útvarpinum
eisini heldur fast um í dag.
228.000 skattafríar
krónur
Útvarpið kundi annars í
gjár staðfesta, at stjórin í
Rúsdrekkasøluni í árunum
2001 til 2004 hevur fingið
útgoldið 228 tkr. ov nógv í
koyriendurgjaldi.
Koyriendurgjald verður
vanliga latið, tá starvsfólk
nýta egnan bil í ørindum fyri
arbeiðsplássið. Endurgjaldið
er tá 2,90 kr. fyri fyrstu
10.000 kilometrarnar, og
síðani 1,90 fyri hvønn kilo
meturin.
Stjórin á Rúsdrekkasøluni
hevði í tíðarskeiðinum eisini
skrivað sær koyripening fyri
flutning til og frá arbeiði. Og
tað er ikki tað sama, sum
ørindi fyri arbeiðsgevaran.
Skattalógin hevur nevnliga
greiðar ásetingar um, at er
talan um flutning til og frá
arbeiði, so ber til at søkja
um stuðul til ferðaútreiðslur.
Her er gjaldið frá Toll- og
Skattstovuni 37 oyru fyri
hvønn kilometurin aftur
og fram - fyrstu 15 km tó
undantiknir. Hartil kemur
gjald fyri ávíkavist ferju-
ella tunnilsgjald.
Slíkan stuðul - íalt knappar
30 tkr. í fýra ár - hevði
Dagmar Joensen eisini søkt
um sambært Útvarpinum,
men hartil komu so tær 228
tkr., sum hon hevur fingið
útgoldið skattafrítt sum
koyriendurgjald.
Í hoyringsskrivinum sigur
Dagmar Joensen sambært
Útvarpinum, at tað var
neyðugt hjá sær at hava
egnan bil við til arbeiðis.
Rúsdrekkasølan hevur ikki
bil tøkan, og hjá stjóranum
var neyðugt at vera mobil.
Tað frágreiðingina vildi
landsgrannskoðanin tó ikki
góðtaka, og 7. september
2005 varð tí staðfest, at koyri
endurgjaldið var útgoldið av
órøttum. Bara fimm dagar
seinni segði Dagmar Joensen
seg úr starvinum.
Útvarpið kundi víðari
upplýsa, at peningurin, sum
talan er um, nú er afturgoldin
Einkarsøluni, og at meira
ikki verður gjørt við málið.
Heldur ikki bar til at fáa
viðmerkingar frá Lands
grannskoðarunum
um
hetta.
Dagmar Joensen skrivaði sær
í árunum 2001-2004 228.000
krónur í koyripeningi. Hetta
hevði hon ikki heimild til, og
peningurin er nú afturgoldin
Avtala er gjørd við
kanadiska Oilexco
um at bora á Halibut-
Horst økinum
í norðsjónum.
Kanadiska felagið
átekur sær 80% av
útreiðslunum, men
Føroya Kolvetni fær
heili 45% av oljuni
Oljuboring
Jákup Mørk
Partabrævkursurin
hjá
Føroya Kolvetni fekk eitt
ordans spark uppeftir, tá
Føroya Kolvetni í dag
kundi boða frá, a tavtalu er
gjørd við kanadiska Oilexco
um oljuboring í Halibut-
økinum.
Hetta økið er beint norðan
fyri Brasso-feltið, sum sæst
á kortinum her á síðuni,
og tað er einki at ivast í, at
kanadiumenn hava stórar
vónir til ætlaðu boringarnar.
Somikið stórar eru vónirnar,
at Oilexco vil átaka sær 80%
av leitingarútreiðslunum,
samstundis sum teir bara fáa
55% av oljuni, sum møguliga
streymar úr feltinum.
Við øðrum orðum vil tað
siga, at vágin hjá Føroya
Kolvetni verður lutfalsliga
væl lægri enn møguliga
úrtøkan.
Oilexco hevur langtíðar
leiguavtalu um boritútgerð,
og tí er tað ein stórur fongur
hjá Føroya Kolvetni at gerast
partur av slíkum samstarvi,
heldur enn at felagið sjálvt
noyðist at fáa fatur á - og
rinda fyri - slíka útgerð.
Halibut feltið er 217
ferkilometrar til støddar,
og borað verður á 140
metra dýpi. Feltið er á mark
inum á sonevnda Witch
Ground Graben, har metta
oljugoymslan er fleiri mill
ardir tunnur. Somuleiðis eru
stóru Piper- og Claymore
feltini ikki langt burturi, og
tí verða stórar vónir settar til
komandi boringarnar.
– Hetta er ein frálík
avtala fyri felagið og fyri
partaeigararnar. Vit hava
við hesum tryggjað okkum
bæði fíggjarligu styrkina
og teknisku útgerðina til
eina sera spennandi ætlan.
Samstundis styrkir hetta
eisini okkara fatan av, at vit
hava valt røttu strategiina,
tá vit hava keypt okkum
stórar partar av nú 15 felt
um, sigur Graham Stewart,
stjóri í Føroya Kolvetni í
tíðindabrævi, sum er sent
enska partabrævamarkn
aðinum.
Føroya
Kolvetni fer
nú at bora
Tað er beint norðan fyri Buzzard-økið,
sum sæst miðskeiðis á kortinum, at Føroya
Kolvetni nú ætlar sær undir veruliga
oljuframleiðslu
Kursurin á Faroe Petroleum hækkaði nærum 8%, tá tíðinda
skrivið um avtaluni við Oilexco varð sent. Úr 139 pence í 150
pence fyri partabrævið.
Í krónum or oyrum merkti hetta, at virðið á felagnum vaks
við nærum 66 mió kr. Samlaða virðið á Atlantic Petroleum
er nú knappar 900 mió kr.
FAKTA
Skrivaði 228.000 í koyriendurgjaldi