hósdagur 5. januar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 4 - 5. januar 2006
Nú skal hol setast
á eitt politiskt kjak
um kommunu
læknaskipanina
í Føroyum. Ein
møguleiki er at gera
ein felags vaktsentral
í Havn fyri alt megin
økið úr Vágum til
Norðoyggjar
Kommunulækna
skipan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg veit, at hetta er eitt
mál, sum tað eru ógvuliga
sterkar meiningar um. Men
tað slepst ikki undan at taka
tað upp.
Tað sigur Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum.
Nú ætlar hann at seta hol
á eitt kjak um kommunu
læknaskipanina í Føroyum.
– Vit hava stórar trup
ulleikar við at manna tey
kommunulæknastørvini
í Føroyum. Í fyrra lagi er
tað ómetaliga torført at fáa
kommunulæknar at søkja
tey størv, sum eru. Í øðrum
lagi er tað ómetaliga torført
at varðveita læknar, sum
longu eru.
Hans Pauli Strøm sigur,
hetta er eitt álvarsmál og tí
er hetta ein spurningur, sum
vit noyðast at taka upp.
Hann sigur, at ein stórur
trupulleiki er at komm
unulæknar vilja ikki søkja
størv uttanfyri Havnina tí at
vaktarbyrðan uttan fyri van
liga viðtalutíð, er so stór.
Hetta førir við sær, at tað
er at kalla heilt ómøguligt
at at fáa ungar kommunu
læknar at søkja størv uttan
fyri Havnina og tað elvir
longu til trupulleikar ymsa
staðni. Og so hvørt sum
kommunuklæknarnir, ið eru,
leggja frá sær fyri aldur, uttan
at yngri vilja taka við, økist
hesin trupulleikin bara.
Sterkar meiningar
Landsstýrismaðurin sigur,
at ein trupulleiki við komm
unulæknunum er at finna
eina langtíðarloysn á, hvussu
skipanin skal vera.
– Men hinvegin hava vit
eisini ein annan trupulleika,
sum er bráðneyðugur at
loysa. Og tað er trupulleikin
við vaktarskipanunum hjá
kommunulæknunum.
– Tað er ein spurningur,
sum má takast upp sum
skjótast og tað ætlar
landsstýrismaðurin sær at
gera.
Hann hevur fingið eitt álit
um, hvussu trupulleikin
við vaktarskipanum skal
loysast.
Tað álitið er nú til viðgerðar
í umsitingini í almanna- og
heilsumálaráðnum og skjótt
fær landsstýrismaðurin eitt
tilmælið frá umsitingini.
Tað tilmælið fáa síðani
teir politisku flokkarnar til
umrøðu.
Hetta er ein spurningur, sum
viðkemur nógvum ymsum
økjum og tí er hetta eisini ein
spurningur, sum politikarar
hava greiðar meiningar um.
– Av tí at talan er um sera
viðkvæmt mál, er tað púra
greitt, at tað er neyðugt við
eini nágreiniligari politiskari
viðgerð, annars fáa vit heldur
onga loysn.
Sum skipanin er nú, skiftast
kommunulæknarnir í teimum
einstøku læknadømunum
eisini um at hava vakt
uttanfyri viðtalutíðini.
– Tað
ger,
at
k o m m u n u l æ k n a r n i r
uttanfyri Havnina hava
rættiliga nógvar vaktir.
Men
kommunulæknar
góðtaka ikki longur so
stóra vaktarbyrðu og tí er
tað ómøguligt at fáa ungar
kommunulæknar at manna
tey størv, sum eru.
– Tí koyra kommunulæknarir
á fyri at fáa eina nýggja
skipan, tí teir vilja ikki longur
arbeiða undir umstøðunum,
sum tær eru nú.
Felags vaktarsentralur
Hans Pauli Strøm sigur, at øll
eru samd um, at broytingar
skulu gera. Tað, sum semja
ikki er um, er, hvussu
víttfevnandi, broytingarnar
skulu vera.
Landsstýrismaðurin sigur, at
ein møguleiki er at skipa alt
meginøkið í Føroyum í ein
felags vaktsentral í Havn.
Tað er meirilutin av
k o m m u n u l æ k n u n u m
sinnaður til. Hinvegin
mælir minniluti frá, tí
teir halda, at økið verður
ov stórt og tí heldur
minnilutin, at arbeiðsøkið
hjá vaktsentralinum verður
minkað.
– Tá ið Landssjúkrahúsið
fekk nýggjan bygning,
varð lagt upp fyri, at tað
skuldi vera pláss fyri einum
felags vaktarsentrali til
miðstaðarøkið
– Spurningurin er so eisini,
hvussu stóran part av
meginøkinum ein felags
vaktsentralur í Havn skal
fevna um og um hann skal
fevna um alt økið, heilt úr
Vágum til Norðoyggjar, ella
um hann bara skal fevna um
ein part av hesum øki og um
Sandoyggin skal vera uppi í
ella ikki.
Tað merkir so, at tá ið fólk
í hesum øki hava brúk fyri
lækna uttanfyri viðtalutíð,
skulu tey ringja á eitt ávíst
nummar, sum verður felags
fyri øll.
– Men tað er langt av
Landssjúkrahúsinum út í
ytstu krókar í meginøkinum,
so ein annar møguleiki
er,
at
læknavaktin
á
landssjúkrahúsinum, so
aftur hevur bakvaktir úti í
økinum, sum kunnu trakka
til, um tørvur verður á tí.
– Landsstýrismaðurin ivast í
um tann politiska viðgerðin
fer at ganga so skjótt, at ein
nýggj vaktarskipan kann
setast í verk seinni í ár, so
helst verður tað ikki fyrrenn
fyrst í næsta ári, at hon kann
setast í verk.
Hann sigur, at Suðuroyggin
er so fjarskotin, at hon fer
ikki at koma undir hesa
skipanina, men kemur at hava
sína egnu vaktarskipan.
S j á l v u r
v i l
landsstýrismaðurin ikki
siga, hvussu hann kundi
hugsa sær, at skipanin skuldi
verið.
Nógv umrødda ellis-
og røktarheimið í
Vági kann saktans
byggjast, hóast allar
kommunurnar í Suð
uroynni ikki vera við
Ellis og
Røktarheim
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ikki eitt krav, av allar
kommunurnar í Suðuroy
skulu taka undir við nógv
umrøddu ætlanini at byggja
ellis- og røktarheim í Vági.
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður, sigur, at komm
unurnar í Suðuroy hava fing
ið at vita frá almanna- og
heilsumálaráðnum, at tað
ber eisini til hjá nøkrum
kommunum í Suðuroy at
taka seg saman um at byggja
heimið.
– Tað er ikki so, at alt
skal detta niðurfyri, bara tí
um onkur kommuna ikki
vil vera við, tí brúk er fyri
einum ellis- og røktarheimi
er brúk fyri undir øllum
umstøðum.
Tað hevur annars gingið
strilti at fáa allar komm
unurnar at taka støðu til ætl
aða- ellis- og røktarheimið
í Vági.
Tað er onki dulsmáls,
at tað serliga er Tvøroyrar
Býráð, sum aftrar seg at taka
støðu.
Allar kommunurnar í Suð
uroy eru fleiri ferðir kallaðir
saman at viðgerða spurn
ingin um at byggja ellis- og
røktarheim í Vági.
Men á onkrum av hesum
fundi er borgarstjórin á Tvør
oyri ikki møttur og á øðrum
fundi hevur hann ikki givið
tilsøgn um at Tvøroyrar
kommuna vil vera við í eini
ætlan um at byggja ellis- og
røktarheim í Vági.
Kirstin Strøm Bech,
borgarstjóri í Vági, sigur, at
enn hevur Tvøroyrar Býráð
ikki boðað frá nakrari støðu
í málinum.
Men hon leggur afturat, at
roynt verður framvegis við
at fáa allar kommunurnar í
oynni við upp á ætlanina.
Miseydnast tað, er ein nýggj
støða og so má tað takast til
viðgerðar tá.
Kommunalar keldur í
Suðuroy siga, at ein nær
liggjandi møguleiki, er, at
tær, kommunur í Suðuroy,
sum taka undir við einum
ellis- og røktarheimi í Vági,
arbeiða víðari við ætlanini
og byggja heimið, og so
verður tann kommunan, ella
tær kommunurnar uttanfyri,
sum ikki vilja vera við.
Hetta hevur Kirstin Strøm
Bech onga viðmerking til.
Men hon staðfestir kortini,
at allir møguleikar verða
kannaðir.
Setir hol á kjak um eldfimt mál
Kommunulæknar vilja ikki arbeiða uttanfyri Havnina, tí teir hava so nógvar vaktir uttanfyri
vanliga viðtalutíð. Tí er neyðugt at samskipa vaktarskipanina á meginøkinum, sigur Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður
Krevur ikki at suðuroyingar standa saman
– Ætlanin at byggja ellis- og røktarheim í Vági, skal ikki detta
niðurfyri bara fyri tað um onkur einstøk kommuna ikki vil
við, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og
heilsumálum