hósdagur 5. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 4 - 5. januar 2006
Nýggja yrkingasavnið
Betwixed eftir
Christian Fróða
Djurhuus endurspegl
ar tað umskiftiliga
sinnið – ein rødd,
ið tosar sak teirra,
ið ofta verða bólkað
hinumegin “tað
normala”
Yrkingasavn
Anna V. Ellingsgaard
sosialurin.fo
Beint fyri jól gav Christian
Fróði Djurhuus út sítt fyrsta
yrkingasavn
Betwixed.
Christian Fróði hevur skriv
að yrkingar, síðani hann
var heilt ungur, og fleiri av
teimum hava verið at sæð á
prenti í føroysku bløðunum.
Yrkingarnar í Betwixed
eru eitt úrval av hesum
yrkingum, ella brotmyndir
úr einum ofta truplum lívi
við sálarligari órógv, sum
yrkjarin sjálvur nevnir tær.
Skiftandi rørsla
Savnið er skipað sum ein
støðugt skiftandi rørsla
millum sinnisliga daprar og
ljósar løtur. Hóast máttloysið
allatíðina spøkir, tekur tað
ongantíð heilt yvir. Sjálvt í
myrkastu løtunum hómast
altíð ein vón og ein trúgv
uppá, at tað fer at bera til at
fóta sær aftur. Myndamálið
er í flestu førum bíbilskt sam
antvinnað við myndum úr
náttúruni, myrkri og ljósi.
– Uttan mun til, hvussu
myrkt alt tykist, er sólin jú
altíð at finna onkustaðni. Í so
máta kann Betwixed lutvíst
síggjast sum ein roynd at
mótprógva pástandin hjá
Peturi Pólson í savninum
Ongin sól er til. Hóast eg
í fyrstuni ikki skilti, hvat
Petur Pólson meinti, ávirkaði
hansara yrkingasavn meg
nógv, tá tað kom út og gjørdist
íblástur til onkrar av mínum
meir døpru yrkingum, sigur
Christian Fróði.
Javnvágin millum tað
tunga og tað lættara huglag
ið kemur oftast til sjóndar
í skapi av einum aftur
vendandi “tú”, eini kvinnu,
sum onkursvegna altíð ber
vónina um ljósið við sær.
Samstundis
viðgongur
Christian Fróði, at fleiri
av hesum yrkingum upp
runaliga vórðu skrivaðar
sum eitt slag av romantiskum
ungdómsyrkingum.
Í øðrum førum mani
festerar tráanin eftir innaru
javnvág seg í eini persónligari
trúgv á Gud, sum skapara
av øllum. Her er tað serliga
myndin “at koma yvirum”,
sum trínur fram í longslinum
eftir einum lívi uttan órógv.
Brýtur niður múrar
Betwixed er ein stuðulsútgáva
til arbeiðið hjá Sinnisbata,
sum yrkjarin sjálvur havi
fingið nógva hjálp frá.
– Kanska yrkingarnar
eisini kunnu verða ein rødd
hjá teimum sinnisveiku, tí eg
kenni jú teirra støðu innanífrá,
sigur Christian Fróði og
leggur afturat, at vónandi
kann savnið verða við til at
bróta niður múrar millum tað,
vit vanliga fata sum “normalt”
og “ónormalt.
Tað vil so verða, at fyri tey
sokallaðu “normalu” kunnu
sinnisveikleikar oftast tykjast
sum nakað gátuført – okkurt,
sum liggur hinumegin
tað, vit megna at skilja. Í
yrkingunum vísir yrkjarin, at
tað sum er hinumegin ikki er
so gátuført kortini og oftast
nakað, tey flestu kenna til í
onkran mun.
Samanumtikið kunnu yrk
ingarnar í Betwixed kanska
best lýsast sum blandaðar
kenslur, sigur yrkjarin og
nevnir í sama viðfangi, at
hetta eru yrkingar, hann bara
mátti geva út.
– Tað kendist næstan sum,
at eg gekk við verkjum og
bara mátti fáa hesar yrk
ingarnar út. Hetta er so ein
byrjan, men dreymurin er
at geva eitt meir heilskapað
og gjøgnumarbeitt savn út,
tá eg kenni meg til reiðar til
tað, sigur Christian Fróði
Djurhuus.
Nýtt yrkingasavn:
Ein rødd hesumegin hinumegin
Við yrkingasavninum
Betwixed vónar yrkjarin
Christian Fróði Djurhuus at
bróta niður múrar millum
tað sokallaða “normala” og
“ónormala”
Markleys
Útbúgving
2005-2006
Afturvendandi
kunningarátakið
um lestrarmøgu
leikar burturi og
heima verður aftur
11.og 12 jan 2006
Útbúgving
tíðindaskriv
Tá fara umboð fyri
MFS, Svøríki, Avst
alia/NýSæland
og
Føroyamálsdeildin
á
Fróðskaparsetrinum at
greiða studentum frá
lestrarmøguleikum
í
Føroyum og aðrastaðni.
Kunningin verður á
teimum trimum stóru
miðnámsskúlunum og í
Klaksvík.
Fyrrapartin mikudagin
11.
jan.
2006
kl.
10.00 verður tiltakið á
Handilsskúlanum í Havn,
seinnapartin kl. 12.00 í
Hoydølum og fyrrapartin
hósdagin 12.jan. kl.
10.00 á Kambsdali. Har
afturat verður skipað
fyri kunningarkvøldi
mikukvøldið 12. nov. kl.
19.30 á Tekniska skúla
í Klaksvík. Øll tiltøkini
vara uml. tveir tímar og
eru ókeypis.
Skráin á øllum fýra til
tøkunum verður hendan:
Svøríki: Sussi Thuré,
lestrarvegleiðari - sussi@
vistas.nu
Avstralia/NýSæland:
Palle S. Jensen, EDU-DK
psj@edu-danmark.dk
MFS: Doris Bjarkhamer
og Sunnuvá Vesturdal- At
vera lesandi - mfs@mfs.
fo“ mfs@mfs.fo
Føroyamálsdeildin:
Jákup
Sørensen,
kunningarfólk á Fróð
skaparsetrinum - www.
setur.fo
Spurningar til tey
einstøku umboðini.
Fjórða og seinasta
umfarið í Markleys
útbúgving 2005/2006
verður 9. og 10 . mars 2006.
Við verða umboð fyri
MFS, Frakland, Spania,
Náttúruvísindadeildina
og Føroya Sparikassa.
Tað eru Mentamála
ráðið, Lestrarvegleiðara
felagið, MFS og Altjóða
Skrivstovan, sum skipa
fyri Markleys Útbúgving
2005/2006.
Holger Arnbjerg á
Altjóða Skrivstovuni
(www.ask.fo)
er
samskipari.
Leygarkvøldið 28.
januar skipar MFS
fyri áhugaverdum
fyrilestri um fjøl
miðlar
ÅRHUS
Tað eru tær báðar, Tórunn
Ellingsgaard og Beinta
L. Jacobsen, sum í felag
fara at halda fyrilestur um
teirra arbeiðsroyndir inn
an føroyskar og danskar
fjølmiðlar, og síðan eina
samanbering av føroyska
og danska fjølmiðlaheimin,
bæði tá tað ræður um
arbeiðsumstødur,
men
eisini góðsku av tí, ið er í
fjølmiðlunum.
Tórunn
Ellingsgaard
hevur m. a. arbeitt í SVF,
MTV og seinast á DR. Hon
er útbúgvin journalistur og
hevur m. a. givið út eina bók
um Peter Brixtofte.
Beinta Løwe Jacobsen
hevur m. a. arbeitt í ÚF og
hevur skrivað fyri føroysku
tíðindabløðini. Hon er eisini
útbúgvin journalistur og
lesur nú stjórnmálafrøði á
Árhus Universitet.
Fjølmiðlar á skránni á Áarstovu