Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 4 - 5. januar 2006 Etið ov nógv um jólini? Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo 10 tips um buksurnar stramma Inna Tørnroos Inna@sosialurin.fo 1. Rør teg meira. Ein hálv­ur tími um dagin ger stóran mun. Gang til arbeiðis ella parkera bilin longri vekk frá ar­beiðs­plássinum enn van­ligt. 2. Et regluliga og ofta. Leyp ikki nakra máltíð um, tá gerst tú svangari og lættari er at eta ó­sunt. 3. Planlegg tínar máltíðir. Ger ein lista áðrenn tú keypur inn, og keyp meira grønmeti og frukt. 4. Drekk meira vatn. Tú orkar meira og gerst ikki líka svangur, um tú drekkur 7-8 gløs vatn um dagin. ”Krydra” vatni við citrón ella appelsin. 5. Tak eina avgerð. Tey ið tapa seg nógv hava ofta tað til felags, at tey hava tikið eina avgerð. Nú kann vera nokk - nú skal broyting til! 6. Fortel fyri tínum næru og kæru at nú roynir tú at broyta tínar vanar. Tá freista tey teg kanska ikki líka nógv, og tú fær eitt sindur av stuðli. 7. Um tú MÁ hava slikk ella okkurt søtt - busta tenn. Tað hjálpir ofta. 8. MÁST tú bara hava okkurt søtt - vel góð­­gæti við lítið av feitti, til dømis skúm, gummbomm ella konga­ bomm. Um tú elsk­­ar sjokulátu - keyp held­ ur myrka sjokulátu, tá nýtist tær ikki at eta so nógv fyri at blíva nøgd­ ur. 9 Keyp tær nýggj klæðir í eini minni stødd. Tá kanst tú gleða teg at sleppa í tey klæðini sam­stundis sum tú hevur brúkt pening uppá klædnaplaggið, og tí kenn­ur teg noyddan at brúka tað. 10. Viga teg regluliga. Tá kann tú fylgja við tíni vekt, og síggja hvat tað er sum ger at tað gongur niðureftir ella uppeftir. Flestu okkara hava ivaleyst ringa samvitsku av øllum vit hava etið um høgtíðina, so nú er gott við góðum ráðum um klænking, og hvussu vit kunnu fara niður í vekt Klænking Hetta er árstíðin, tá van­liga verður komið við góð­um ráð­ um í samband við klænking, eftir at teir ymisku miðlarnir áðrenn jól vóru á tremur við tilfarið um góðan jólamat og matuppskriftum. Ongantíð fyrr í søguni hava so nógv fólk verið so feit og vigað so nógv sum í dag. Í veruleikanum er tað er soleiðis, at seinastu tvær øldirnar hevur yvirskotið av mati í ídnaðarsamfeløgun­um ver­ið so stórt, at fiti hev­ur verið ein stórur trupul­leiki hjá fólki. Fiti telist mill­um fimm teir størstu heilsu­ trupulleikarnar í heim­in­ um. Tað er ein misslikjing at halda at ovát, sum vanliga er ein trupulleiki hjá teimum sum viga ov nógv, er ein frí­ villig søk. Sannleikin er, at trupulleikin við fiti er nógv størri enn tað einans at royna at hava tamarhald á sær sjálvum. Tað vísir seg nevniliga, at væl motiveraðir persónar ofta klára at fara niður í vekt eftir stuttari tíð, men sum frá líður taka teir upp á aftur og eru aftur í sama vektklassa, ið teir vóru í áðrenn, ella hægri. At klænka seg eftir stutt­ ari tíð klára tey flestu, men tí­verri er ofta talan um eina stokk­uta gleði, so leingi vita halda fast við gomlu van­ar­ nar og ein til­vildar­ligan lívs­ stíl. Ein og hvør sum vil fara nið­ur í vekt, verður noyddur at gera meira enn einans at eta minni. Roynd­ir vísa, at vit fáa bestu úr­slitini við at nýta ymiskar manna­ gongdir. Fylgjandi ráð um at fara niður í vekt og halda vekt­ ina eru úrslit av nýggjari gransking. Et minni Tað er ein keðilig nátúrlóg, at kroppurin hevur munandi lættari við at goyma feittið vit eta enn við at gera feitt­ ið um til orku. Tað verður heldur ikki lættari av tí sann­roynd, at matur sum inni­held­ur nógv feitt ofta kenn­ist lítið mettandi. Ein ”fastfood” máltíð við dupult­ um cheese-burgara við chips og cola inniheldur næstan líka nógvar kaloriur, sum ein persónur hevur tørv á í ein heilan dag.Tað sigur seg tí sjálvt, at um ein slík máltíð verður etin hvønn dag, sæst tað á okkum. Et til fastar tíðir Fyrimunurin við at eta til fast­ar tíðir er, at tá inn­still­ar kroppurin seg til for­brenn­ ingina júst til tær ásettu tíð­ irnar. Tað sær eisini út til, at tað er sunt at eta minst tríggjar máltíðir dagliga, fyri at halda vektina. Okkara mormala kropsrútma setur forbrenningina niður um nátt­ina, tí er best at eta minst møguligt eftir klokkan 18. Best er at nýta umleið hálv­an tíma um dagin til at íðka. Tað verið seg at ganga túrar, renna, lyfta vektir, ella at ganga til aerobic. At íðka er eisini avslappandi og økir um forbrenningina. Tað vísir seg at mangul upp á svøvn ofta førir betri matarlyst við sær. Hjá vaksnum per­són­ um er best er at sova mill­ um sjey og átta tímar um náttina. Likam okkara er ein undranarverd mekanisma, sum helst skal halda til eitt virkið lív í mong ár. Eins og vit eiga at fara væl um teir lutir vit eiga, so sum hús, bil ella møblar og o.a. er tað ikki av minni týdningi at fara væl við okk­ um sjálvum. Kelda: Sunnhetsbladet Tað er ikki líka feitt Jólini eru ein tíð, har ikki verður spart upp á feittið í matinum. Vit eta nógvan og góðan mat, og ovmikið er altíð til. Hendan tíðin er nú farin afturum, og gamlaárskvøld er ikki óvanaligt at seta sær ymiskt fyri, sokallaði nýggjárslyfti Fiti Sagt verður, at vit fitna ikki av tí vit eta millum jól og nýggjár, men av tí vit eta millum nýggjár og jól. Nú byrja vit at hugsa um, hvussu vit kunnu sleppa av við kiloini, sum eru komin afturat vektini hesa tíðina. Um BMI er omanfyri 25 vigar tú sambært altjóða mát­ um ov nógv. Kortini nýtist tað ikki at merkja, at tú hevur ov nógv feitt í kroppinum. Fólk, sum eru limastór ella hava stórar vøddar, kunnu hava eitt høgt BMI uttan at hava ov nógv feitt í kroppinum. Men oftast er talan um ov nógv feitt í kroppinum, um BMI er yvir 25. Hvat er BMI? BMI stendur fyri Body Mass Index, og er eitt mát fyri hvussu nógv fiti er í kropp­inum mett eftir hædd og vekt. Hetta mát er bert galdandi fyri vaksin, bæðí kvinnur og menn. BMI-talið verður roknað út á tann hátt, at vektin í kilo verður býtt úrslitinum av hæddini í metr­um faldað við hæddini í metrum. Avleiðingar av fiti Kanningar vísa, at um BMI er omanfyri 25, økist vandin fyri sjúkum, sum t.d. sukursjúku, ov høgum blóðtrýsti og hjartasjúkum. Somuleiðis fáa fleiri, sum viga ov nógv trupulleikar við ryggi og knøum. Sálarligir trupulleikar, so sum minni sjálvsálit og kensla av mis­ muni, eru trupulleikar, sum fleiri fólk kenna. Orsøk til ovurfiti Í likami okkara eru feitt­ goymslur, sum eru neyð­ ug­ar fyri at likamið kann virka sum tað skal. Um feitt­ goymslurnar eru ov stórar, er persónurin ov feitur. Um tú etur meira enn tú brennir, verða feittgoymslurnar. Við øðrum orðum: Feitur verður tann, ið etur ov nógv og/ella rørur seg ov lítið. Ovurfiti kann arvast; men liviháttur er tó altavgerandi fyri um ein gert feit/ur. Hvat kann gerast? Fiti kann ein sjálvur bæði fyribyrgja og viðgera. Tað sum umræður er, at orkan, sum fæst við mati og drekka, ikki er størri enn orkan, sum verður nýtt til rørslur. Við at minka um orkuna sum ein fær við mati og drekka, og við at nýta meira orku við at íðka ella røra seg, vil tað føra við sær, at ein lætnar. Hetta ljóðar einfalt, men fyri fleiri er tað sera torført at klænka. Tað er neyðugt at broyta livihátt, um ein er ov feit/ur og vil viga minni. Nøkur góð ráð - Minka um feittið í mati­ num. Her er serliga talan um ost, smør, margarin, feit­ur kjøtviðskeri og feitir kjøt­ rættir. Ein nýtist ikki heilt at lata vera við at eta henda mat, men bert at eta minni av honum. - Et í staðin frukt, grønmeti og kornúrdráttir. - Et minni av sukri og góð­ gæti, og drekk ikki nógv soda­vatn og rúsdrekka. Hesi innihalda nógva orku, men metta ikki. - Ikki hungra teg sjálva/ n. Í longdini er tað ikki ein gongd leið. - Brenn eitt sindur av orku hvønn dag. Vit nýta orku tá vit ganga til og frá arbeiði/ skúla, ganga túrar í frítíðini, íðka ítrótt og mangt annað. Neyðugt er at ganga, renna ella gera onkran rørsluítrótt ella –fimleik í minsta lagi 1-2 tímar um vikuna. Kelda: www.apotek.fo Dømi: tú ert 175 cm høg/ur og vigar 60 kilo. Títt BMI verður roknað soleiðis: 60/1,75x1,75 = 19,6 sum vit runda upp til 20. BMI < 18,5 = vigar í minna lagi BMI 18,5-24,9 = vektin er í lagi BMI 25-29,9 = vigar í meira lagi BMI > 30 = feit/ur