mikudagur 2. februar 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 23 - 3. februar 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 23 - 3. februar 2000
JÁKUP MØRK
Kyndil-Stjørnan 18-25
(8-15)
Hetta varð triðja ferðin inn-
an góðar tvær vikur at før-
oyameistararnir frá seinasta
kappingarárið skuldu hitta
stjørnuliðið, sum hevur lig-
ið á odda meginpartin av
inniverandi kappingarárið.
Teir báðir seinastu dyst-
irnir vórðu heldur óvæntað
endaðir við sigri til havn-
arliðið, og spurningurin var
tískil, um tað skuldi eydnast
Kyndli at endurtaka bragd-
ið.
Sum úrslitið vísir, so
eydnaðist tað ikki, og hetta
vóru tað fleiri orsøkir til.
Marita mundi gjørt
tað aftur
Tað var nevnliga rættuliga
skjótt greitt, at klaksvíks-
genturnar høvdu als ongar
ætlanir um at leggja seg nið-
ur fyri mótstøðuliðnum.
Fyrsti parturin av fyrra
hálvleikinum var tó rættu-
liga javnur. Marita Herman-
sen byrjaði har hon slepti í
seinasta dystinum, og mill-
um annað tók hon tvey
brotskøst. Hetta helt Kyn-
dilsliðnum inni í dystinum,
men tað var rættuliga sjón-
ligt, at leikliga hevði Stjør-
nan greiða yvirvág.
Tað vísti seg eisini, at tá
Simona Hansen endiliga
fekk stillað kanónina inn,
var lítið at gera hjá Maritu.
Skotini sótu knallhart og
dygst úti við, so eingin
møguleiki var at verja fyri.
Tað skal tó viðmerkjast, at
tað tykist løgið, at ein so-
mikið skotsterkur leikari
sum Simona skal fáa somik-
ið av plássið. Tað var sum
hevði Kyndilsverjan einki
móttrekk, tá hon kom inn
móti verjuna fyri at royna
seg.
Seinastu 10 minuttirnar
av hesum hálvleikinum setti
Stjørnan rættuliga ferð á, og
tá heimaliðið longu hevði
nýtt sítt time-out, fekk
Bárður lítið og einki gjørt
fyri at venda gongdini. Hesa
løtuna broyttist støðan eisini
munandi, tá Stjørnan fór frá
8-6 til 15-8.
Brendu ov nógv
Tá farið var út til seinna
hálvleik, hevði Bárður tó
fingið høvið at tosa við
genturnar, og brádliga fór
kyndilsliðið at nærkast
Stjørnuni.
Leikararnir á útiliðnum
tóktust heldur ikki at orka
eins væl og tær á heima-
liðnum, og brádliga fóru tær
at fremja tekniskar villur í
hópatal. Bóltar vórðu mistir,
uttan at leikarar vóru undir
trýstið, og fleiri ferðir fóru
kyndilskvinnurnar storm-
andi í mótálop, uttan at
klaksvíksgenturnar meg-
naðu at fylgja við, ella ikki
vóru komnar í nóg góða
verjustøðu.
Tað kom tó at kosta dýrt,
at havnarliðið ikki megnaði
at fáa mál í øllum hesum
skjótálopum. Fleiri ferð
brendu tær, tá tær vóru í
fríari skotstøðu. Serliga vór-
u tað vengirnir, sum sviku
hendan dagin, tí tað hendi
meira enn tí einu ferðina, at
klaksvíksgentur ikki høvdu
fingið stundir at skipa seg í
verjupartinum, og vengur-
nar vórðu leiktar fríar til
skot.
Kyndil royndi seg við fýr-
a ymsum leikarum á veing-
inum henda dagin, og með-
an Rakul einans fekk eitt
mál, fingu Semona, Palma
og Frida ongantíð bóltin í
netið. Hetta hóast tær høvdu
nógvar møguleikar til tess.
Heldur ikki hevði Jensia
nakran góðan dag inni á
strikuni, har hon heldur ein-
ki mál fekk.
Hetta skal tó ikki skiljast
soleiðis, at talan bert var um
vánalig avrik frá omanfyri
nevndu
leikarum,
tí
Johanna stóð ein góðan dyst
í stjørnumálinum, men ofta
var talan eisini um vánaligar
skotroyndir, sum gjørdu
uppgávuna hjá henni ó-
neyðuga lætta.
Tað sigur eisini nakað um
avrikið hjá heimaliðnum, at
bert fýra leikarar myndaðu
málskjúttaralistan hendan
dagin. Satt at siga vóru tað
bert Jórun, Lotte og Ann,
sum veruliga megnaðu at
hótta, og fyri hesar var tað
eisini stórur smeitur, at ein-
gin Beinta Sørensen var at
loysa tær av, so tær kundu
hvíla seg eina løtu á beink-
inum.
Móti endanum av dysti-
num orkaðu kyndilskvinn-
urnar ikki longur at halda
leikferðini uppi. Royndin at
taka Stjørnuna aftur hevði
kostað ov nógv, og tá tapið
var í eygsjón, fullu tær full-
komuliga í fátt.
Seinastu løtuna av dyst-
inum skeyt Stjørnan fimm
mál, meðan Kyndil bert
fekk tað eina, og tískil gjør-
dist endaligi sigurin kanska
nakað størri, enn lagt varð
upp til.
Ikki meistarar enn
Eftir
dystin
fegnaðust
Eingin tekur Stjørnuna
Tað eydnaðist ikki klaksvíkingum eisini at fáa hendur á hondbóltsgreipuni. Eftir sigurin á Kyndli týskvøldið hava
kvinnurnar hjá Stjørnuni tó mest sum tryggjað sær, at meistaraheitið eftir øllum at døma endar har norðuri
klaksvíksgenturnar so ein
skuldi trúð, at tær longu
høvdu tryggjað sær FM-
heitið. Matematiskt er hetta
ikki vist enn, men sum úr-
slitini hava lagað seg, dugi
eg illa at síggja, hvør skal
leggja fót fyri Stjørnuni.
Einasti møguleikin er helst,
at tær ikki taka seinastu
dystirnar í nóg stórum ál-
vara, men hesin møguleikin
tykist tó nakað fjarður.
Neistin er helst tað av hi-
num liðunum, sum á papp-
írinum hevur besta møgu-
leikan at vinna Stjørnuna
aftur. Avrikini hjá eldra
havnarliðnum hava tó verið
ov misjøvn ígjøgnum árið,
og enn væntar teimum eis-
ini at hitta Stjørnuna í enda-
spælinum.
Tann leikarin, sum mest
av øllum skaraði framúr
henda dagin, var helst Si-
mona Hansen, men kortini
skerst ikki burtur, at hinir
leikararnir eisini stóðu seg
væl. Vesna og Andrijana vil-
du styrkt um eitt hvørt lið í
landinum, Jastrid Gullaks-
en stóð seg sera væl í ver-
jupartinum, og soleiðis kun-
di skrivingin hildið á.
Tað skerst tó ikki burtur,
at høvdu tær á heimaliðnum
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 Stjørnan3
3 - 0 - 0
369
284
85
15
2 VÍF
4
2 - 0 - 2
356
319
37
11
3 Neistin 3
3 - 0 - 0
278
266
12
11
4 Kyndil 3
1 - 0 - 2
308
274
34
9
5 VB
3
1 - 0 - 2
324
333
-9
6
6 Tjaldur 4
0 - 0 - 4
247
406
-159
0
Støðan, 1. deild kvinnur
kent sína vitjunartíð, kudni
tær gjørt uppgávuna hjá
klaksvíksgentunum nakað
væl torførari. Soleiðis skul-
di tó ikki vera, og tá Marita
ikki kundi bjarga Kyndli
enn eina ferð, var talan helst
um rætta vinnaran týskvøld-
ið og helst eisini fyri kapp-
ingarárið.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 8
(4), Jórun Ludvig 6, Ann
Hansen 3, Rakul Joensen 1
Stjørnan: Simona Hansen 7,
Vesna Tomajek 5 (2), Ann-
ika Ljósstein 4, Andrijana
Milodanovic 3, Joan M.
Joensen 2, Jastrid Gullaksen
2, Anna K. Samson 2
Brotskøst:
Kyndil 4, Stjørnan 4
Útvísingar:
Kyndil 1, Stjørnan 2
Dómarar úr StÍF:
Poli Hansen og Alexandur
Johansen
VÍF og
ikki StÍF
Rættleiðing til týsdagsblaðið
JÁKUP MØRK
Í týsdagsblaðnum varð í
dystarfrásøgnini
fyri
dystin millum H71 og
Kyndil skrivað, at dóma-
rarnir, sum vóru settir at
døma, ikki møttu til dyst-
in.
Víðari stóð at lesa, at
strandingar vóru settir at
døma, men onkursvegna
vóru boðini ikki komin
fram.
Hesar upplýsingar høv-
du vit fingið frá dómara-
nevndini hjá HSF, men
hetta er ikki heilt rætt.
Tað var nevnliga VÍF,
sum var setta at døma
dystin.
Eftir tí, sum vit hava
frætt, vóru boðini um
dómaramanningina
til
dystin latin frá HSF, og
tískil liggur ábyrgdin fyri
mistakið hjá vestmenn-
ingum, sum eftir øllum at
døma hava yvirsæð henda
part av skránni.
Hetta broytir tó ikki við
tann veruleika, at eitt slíkt
mistak er átaluvert, hóast
tú ongantíð kanst verja
teg fult og fast fyri slíkum
mistøkum. Vónandi slep-
st undan slíkum tilburð-
um framyvir, tí hetta tæn-
ir í øllum førum ikki
hondbóltinum her á landi.
Vit biðja strandingar
orsakað okkum mistakið,
og vóna at teir bera yvir
við okkum í hesum føri.
Tað var einamest í verjupartinum, at Jastrid Gullaksen gjørdi vart við seg týsdagin, men hon var kortini eisini
javnan gestur framman fyri kyndilsmálið
Mynd: Álvur Haraldsen
Avloysarastarv
á Ferðaráð Føroya
Ferðaráðið sóknast eftir einum avloysara í
sambandi við barnsburðarfarloyvi. Starvs-
tíðin verður frá 15. mai 2000 og fram til 30.
oktober 2000.
Arbeiðið er innan økið innlendis menning,
og fevnir um samskifti og samstarv við økis-
ferðavinnufeløgini og projektir so sum betran
av infrastrukturi og fasilitetum.
Arbeiðið er lagt til rættis av starvsfólkinum,
sum fer í farloyvi, og avloysarin hevur síðani
sjálv/ur ábyrgd av, at ætlanir og budget
halda. Avloysarin refererar til stjóran.
Vit vænta, at avloysarin hevur hesar kvalifik-
atiónir:
• Royndir frá líknandi starvi við projekt-
leiðslu, útbúgving innan ferðavinnu ella
frá hægri lærustovni
• Holla vitan um Føroyar og føroysk viður-
skifti sum heild og sum ferðamannaland,
herundir vitan um flutnings-, gistingar- og
útferðarmøguleikar.
• Kunnleika til og um aktørar innan vinnuna
• Hollan kunnleika til edv og mál.
Nevnda starv verður lønt sambært sáttmála
millum Føroya Landsstýri og Starvsmanna-
felagið/viðkomandi yrkisfelag.
Skrivlig umsókn skal vera Ferðaráðnum í
hendi í seinasta lagi 29. februar 2000.
Ferðaráð Føroya
Postsmoga 118
FO-110 Tórshavn
Skála Handverkarafelag
Ársaðalfundur
Ársaðalfundur Skála Handverkarafelags
verður fríggjadagin 18.2.2000. Tíð og stað
verður lýst seinni.
Skrá sambært lógum felagsins.
Allir limir eiga at møta.
Nevndin
Lærlingur søkist
Søkt verður eftir lærlingi til Eykalutagoymslu
okkara – at byrja sum skjótast.
Ert tú ágrýtin, nærlagdur/løgd og hevur hug
at nema lærdóm í spennandi umhvørvi og í
áhugaverdari vinnu við nógvum møguleikum
– so send okkum skrivliga umsókn helst
ídag.
Partur av útbúgvingini fer fram á donskum
skúla, og krevst tískil FHS prógv.
Merk brævbjálvan: Goymslulærlingur
P/F WENZEL
Box 3043 • 110 Tórshavn
Tlf. 313873 • www.wenzel.fo
Skip til sølu
Slag av skipi:
Frystilínubátur
Bygdur/umbygd./ 1977-1979-1985-Noregi
longdur:
(sandblástur 1994)
Klassi:
Norska Skipaeftirlitið
Stødd:
37,98x7,53x4,50 m
Høvuðsmaskina: Caterpillar 867 HK, 3508 (frá 1994)
Hj. maskinarí:
2 x Scania (ávíkavist frá 1996 &
1998)
Lastarúmd:
320 cbm
Egningar-
Mustad - (frá 1996) -
maskina:
38.000 húkar
Frystiorka:
2 x plátufrystarir - 11 tons/24 tímar
El- & Nav. tól:
Brúgvin er væl útgjørd við øllum
nútímans hentleikum og flestu tól-
ini eru frá 90‘ti árunum. Annars er
skipið í góðum standi.
Prísur:
14,5 mió. NOK.
Slag av skipi:
Bulkbátur/sjálvlossari
Bygdur/
1973/1987/1996/1998,
umbygdur:
Týsklandi
BT/NT
712/264
Klassi:
Norska Skipaeftirlitið klassaður 8/
1999 - nýggjan tanktop (18 mm)
Stødd:
49,59 x 10,12 x 5,13 m (við farmi)
Lastarúmd:
1000 cbm/TDW. umleið 1250/1300
Høvuðsmaskina: Caterpillar 3512TA - 1250 HK (frá
1998)
Síðuskrúu:
Brunvoll, 250 HK
Gravimaskinan:
Åkerman H14B (frá 1993) - skuff-
an 2,5 cbm
Prísur:
Reiðaríið biður um besta boð. –
Skipið sigst vera í sera góðum
standi.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Niels Finsensgøta 23 • Box 1252 • FO-110 Tórshavn
Tlf. 31 85 31 • Fax 31 93 69
E-mail torship@post.olivant.fo
Vegna konkursbúgv verður akfari Renault
Scenic 1,6 árg. 1999 við hesum lýst til sølu.
Akfarið kann síggjast eftir nærri avtalu, og
verða áhugaði biðin um at venda sær til
Petur Even Djurhuus, kurator
Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn
Tlf. 31 12 60
Í samband við søluna tilskilar búgvið sær rætt
til frítt at velja millum innkomin tilboð, herundir
at vraka øll.
Advokatfelagið
Yviri við Strond 4 • Boks 359 • FO-110 Tórshavn
Tlf. 311260 • Fax 311261
Telefontíð: 930 – 1200 og 1300 – 1600
Tórmóður Djurhuus, adv.
Dánjal Magnussen,adv.
Jógvan Páll Lassen, adv.
Petur Even Djurhuus, adv.
Jógvan E. Ellefsen, adv.
Anna Dam, adv.
Ingi Højgaard, adv.
Akfar til sølu
Sambært aðalfundarsamtykt tann 28. januar
ár 2000 í P/f Vestland, 900 Vágur, har avgjørt
varð, at umskipa felagið til smápartafelag, um-
framt samstundis at lækka partapening/inn-
skotspening felagsins við kr. 920.000,00 í
samband við útgjalding til partaeigararnar,
verða kravánarar felagsins sambært § 46 í
partafelagslógini bidnir um innan 3 mánaðir
frá dagfesting av hesi lýsing at fráboða møgu-
lig krøv saman við próvskjølum fyri hesum til
Advokatfelagið, Yviri við Strond 4, 100 Tórs-
havn, att. Petur Even Djurhuus, advokatur.
Tórshavn, tann 31.01.2000
Advokatfelagið
Yviri við Strond 4 • Boks 359 • FO-110 Tórshavn
Tlf. 311260 • Fax 311261
Telefontíð: 930 – 1200 og 1300 – 1600
Tórmóður Djurhuus, adv.
Dánjal Magnussen,adv.
Jógvan Páll Lassen, adv.
Petur Even Djurhuus, adv.
Jógvan E. Ellefsen, adv.
Anna Dam, adv.
Ingi Højgaard, adv.
Proklama
Tórshavnar Kvøld-
og Ungdómsskúli
Nýggj skeið – tilmelding tlf. 31 77 55
Skreytskrift (kalligrafi)
byrjar mánadagin 7. februar.
Byrjanarskeið
Lærari Jens Guðmundsson
Framhaldsskeið
Lærari Jens Guðmundsson
Datalæra
Mánakvøld og hóskvøld kl. 18.30-20.00
Lærari Páll Poulsen
Reyði krossur Føroya
Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya
svarar allar dagar frá kl. 1700 til 2300
212380
GRAV-
STEINAR
Sera bíligir grav-
steinar kunnu
fáast við at
venda sær til:
Tlf. 371345
ella 371687
sosialinum
Lýsið í