mánadagur 9. januar 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 6. januar 2006
32
Mál um stuðul kann
játtans til gransking
út um einstaka fíggjar
árið, um ALS-gjaldið
er skattur, um talu
frælsi og minniluta
verju í samband við
samkynd, og nú seinast
um sjálvsavgerðarætt
føroyinga eru øll tengd
at stjórnarskipan Før
oya í breiðari merking.
Veruleikin vísir, at tað
er neyðugt við nýggjari
lóg at stjórna eftir
Tinghellananalysan
Kári á Rógvi
kari_law@post.olivant.fo
Fullveldislandsstýrið setti í
1999 grundlógarnevndina at
fyrireika føroyska grundlóg
eftir ætlaðu fullveldistøkuna.
Mestsum beinanvegin var tað
leiðsluni í nevndini greitt, at
føroyingum tørvaðist at viðgera
stjórnarrættarligar spurningar
uttan mun til, hvør ríkisrættarliga
støðan fór at vera.
Síðani eru bæði tíðarætlan,
samanseting, og at enda eisini
navnið á nevndini broytt. Men
tilmælið frá fakligu leiðsluni
er tað saman: okkum tørvar at
samtykkja eitt grundleggjandi
skal, ið tekur samanum tjóð
skaparligu sjálvsfatan okkara
og lýsir stýrislag, rættingi og
viðurskifti úteftir hjá Føroya
landi og tjóð.
Fíggjarvald
Orsøkirnar tróta ikki at fáa
aðra lóg í staðin fyri galdandi
stýrisskipanarlóg. Millum tær
fremstu er spurningurin um
fíggjarvaldið. Stýrisskipanarlógin
er tað, sum juristar nevna ‘lex
imperfecta’ á tí økinum. Hon
passar heilt einfalt ikki til
veruleikan. Ásetingar hennara
um skatt, kubbut fíggjarár, og
kravið um játtan í fíggjarlóg fyri
almennum útreiðslum eru – ella
kunnu tulkast at vera – forðing
fyri so skilagóðum tiltøkum
sum ALS-skipan okkara, játtan
til gransking í meira enn eitt ár
í senn, umframt eina ørgrynnu
av tiltøkum, ið ongin var nóg
framsíggin at ímynda sær, tá ið
fíggjarlógin var fyrireikað árið
fyri.
Vit kunnu sammeta stýris
skipanina við eina av hesum
eskjunum, sum børn kunnu
trýsta smáar kubbar niðurí. Tann
rundi kubbin fer í tað rundað
holið, tann trýkantaði í tað
trýkantaða og so frameftir. Men
hvat ger barnið, tá tað finnur ein
stjørnuformaðan kubba – og onki
stjørnukent hol er í eskjuni?
Trupulleikin er tann sami við
stýrisskipanarlógini. Hon er
mestsum skrivað av teirri donsku
grundlógini frá 1848, sum aftur
var skrivað av onkrari aðrari. Tí
er hon ov einføld til veruleikan
í dag. Endamálið við ásetingini
um at skattur bert skal áleggjast
við lóg var at forða kongi í
sjálvur at áleggja skatt. Í so máta
eru bæði barsilsskipan og ALS í
lagi – kongur brúkar tær ikki til
at skatta okkum. Men juristarnir
síggja trøll. Tað ger tað sama, um
slíkar skipanir eru millum fáa
skipanir í verðini, sum føroyingar
hava loyst eina best, stríða tær
ímóti teirri tulking av orðinum
“skattur,” ið danskir teoretikarar
hava brúkt í bókum sínum, ja so
eru tær ólógligar.
Og hóast føroyingar í øldir
hava hoyrt tann góða boðskapin
um, at bókstavurin drepur,
men andin lívgar, so tyktist
orðaskiftið á tingi herfyri bert
at snúgva sem um juridiskar
definitiónir, ikki um skilagóðar
loysnir ella í minsta lagi um
juridiski bókstavurin førdi við
sær oyðileggjandi úrslit.
Tað er nærum 100 prosent vist,
tingmenn høvdu svarað noktandi,
um tú spurdi teir uppundir
viðtøkuna av stýrisskipanarlógini,
um teir ætlaðu sær at lógin
skuldi forða verandi arbeiðs
loysisskipan, skuldi hindra
føroyskari gransking, ella gera
tað tvørligt í fullari semju at
játta til ófórútsædd tiltøk. Men
hetta telur ikki. Í staðin spyrja
vit upp í saman nakrar sakførarar,
ið annars fáast við skeyti og
skilsmissur, hvat teir meintu við,
ella hvat juristar kunnu hugsast
at meina við hugtøk sum skatt,
fíggjarár ella tílíkt.
Tað ringasta av øllum er, at
onnur lond hava langt síðani
loyst hesar trupulleikar. Sviar
hava greiðar ásetingar um
fíggjarvaldið, ið loyva grunnum,
játtanum yvir fleiri ár, og øðrum
neyðugum tiltøkum – teir hava
altso sagað nýggj hol í eksjuna.
Danir hava somu reglur sum vit,
men semjast um ikki at fylgja
teimum – teir so at siga lyfta
lokið av eskjuni og leggja tann
stjørnukenda kubban í, tá teir eru
samdir um tað.
Minnilutaverja
Tað var eisini harmiligt, at orða
skiftið á tingi um broyting í
revsilógini gjørdist til harðligt
stríð millum ymsar virðisfatanir
av samkyndum. Tann størri
spurningurin er, hvat vit vilja
skal galda alment um líka
rætt, minnilutaverju og fram
søgufrælsi.
Flestu tíðindasendingar um ta
viðgerðina nevndu paragraffina
í uppskoti sum áseting um ikki
at gera mismun, tað er misfatað.
Hvørki henda áseting ella
nøkur onnur í lóg, grundlóg ella
stýrisskipanarlóg setir alment
forboð fyri mismuni ella sigur, at
øll eru líga fyri lógini, ella at tað
almenna má vísa á viðkomandi
mun á tveimum málum fyri at
kunna viðfara tey ymiskt.
Stjórnarskipanin, ið er í upp
skoti, hevur hinvegin áetingar um
júst hetta:
§10. Javnrættindi
(1) Øll eru jøvn í metum.
(2) Ongin munur má vera
tilvildarligur, órættvísur ella
mannminkandi.
§44. Líkaregla
(1) Øll eru líka fyri lógini.
(2) Nú skal meting gerast; tá skal
tað líka vera líka, og tað ólíka
vera ólíka viðfarið.
Møguliga – og møguliga ikki
– eru hesar reglur galdandi sum
ikki lógarfestir grundsetningar
longu sum er. Men fyri vanliga
føroyingin er tað helst týðandi
at fáa staðfest, at hetta er hægri
reglur enn vanlig lóg.
Eftir er so at meta um, nær
munur er tilvildarligur, ella
hvørji mál eru ólík, men
kjakið um so øgiliga nógvar
spurningar – eisini um viðferð
av samkyndum – gjørdist helst
munandi betri, um hetta var
útgangsstøðið fyri kjakið.
Sjálvsavgerðarrættur
Allur sjálvsavgerðarrættur byrjar
hjá viðkomandi tjóð sjálvari og
hvørvur bert, um tjóðin sjálv
verður burtur. Føroyingar kenna
seg sum fólk og tjóð, føroyingar
hesar oyggjar sum sítt land, og
virða ongan politiskan stovn
meira enn Føroya Løgting.
Føroyingar eru ósamdir um alt
møguligt, eisini um tað skilagóða
í sambandi ella sjálvstýri, men
føroyingar eru ikki í iva um,
at tað ber til hjá Føroyum at
loysa frá Danmark, ella at skipa
einhvørja samveldisskipan sum
undirtka fæst fyri..
Tað er tann fyrsti og fremsti
sjálvsavgerðarrætturin. Uttan
mun til fráboðanir, samtyktir
ella teoriir hjá øðrum, so kenna
føroyingar seg sum tjóð við rætti
at gera av sjálvi.
Áhugavert er eisini, at bert við
slíkari sjálvsfatan ber til í verki
at brúka tann sjálvsavgerðarrætt,
sum møguliga er heimilaður eftir
øðrum skipanum.
Síðani kann sjálvsavgerðar
rætturin vera staðfestur í teirri
samveldisskipan, sum ein tjóð
er partur av. Í okkara føri siga
danir, at teir fara at ganga við
til, at vit fara okkara veg, men
teir skulu vátta loysingina, og
meðan vit eru í felagskapi
við teir, er tað ikki alt, ið ber
til, heldur ikki tílíkt, sum ber
til í samveldisskipanin hjá t.d.
Bretlandi, Hollandi ella New
Zealandi. Danmark eru millum
fittastu meginlond í verðini, men
tíverri samstundis millum tey
mest formalistisku.
Triðja keldan til sjálvsavgerð
arrætt er tann altjóða rættar
skipanin. Tíverri er hon hvørki
veruliga nøkur rættarskipan, ei
heldur serliga altjóða. Talan
er heldur um ymsar politiskar
siðvenjur, ið galda ymiskt í
ymsum pørtum av heiminum
og til ymsa tíð. Sum støðan er,
er tað trupult hjá føroyingum
at brúka altjóða skipanina
sum trumf móti dønum, fyrst
og fremst tí danir ikki nakran
ógvusligan hátt kúga samda
føroyska viljan at fremja
sjálvsavgerðarrættin í verki á
ávísan hátt.
Uttan mun til, hvat vit ætla
at brúka sjálvsavgerðarrættin
til úteftir, so er neyvan tað
bæði synd og skomm, at vit
ikki megna at semja innanhýsis
og greiða frá støðu okkara og
seta fram krøv okkara í semju
mótvegis øðrum londum.
Tí er tað, at stjórnarskipanar
nevndin hevur roynt at sett orð
á tjóðskaparligu semjuna um
føroyingar sum tjóð, Føroyar
sum land, um tann ómissandi
sjálvsavgerðarrættin og
um mannangongdirnar, tá
sjálvsavgerðarrætturin verður
nýttur.
Uppskotið til nýggja føroyska
stjórnarskipan inniheldur
uppskot til hesar tríggjar tættir:
ábøtur á stýrisskipanina
rættindi og valdsavmarkingar
tjóðskaparliga semju og
sjálvsavgerðarrætt
Tí er so umráðandi at fáa kjak
– og síðani semju – í lag um
uppskotið.
Tað er upp til okkum
sjálvi at gera av
Tað verður upp til Løgtingið at gera av, um nýggja stjórnarskráin skal loysa stýrisskipanarlógina av