Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 6. januar 2006 33 Í hesum døgum er sjálvsavgerðarrætt føroyingar nógv umrøddur. Grund­ lógarnevndin, ið nú eitur stjórnar­­skipanar­ nevndin, gav í 2004 sítt boð um, hvussu hann kann lýsast. Niðanfyri endurgeva vit partar av álitinum, ið viðvíkja tjóðskaparligu semjuni um sjálvs­ avgerðar­rættin, og hvussu hann kann brúkast. TINGHELLUKRONIKKIN Kári á Rógvi kari_law@post.olivant.fo Formæli Vit, fólkið í Føroyum, samtykkja hesa stjórnarskipan okkara. Hon er grundarlag undir stýri okkara og tann fyriskipan, ið skal tryggja frælsi, trygd og trivnað okkara. Vit bygdu hetta landið í fornari tíð og skipaðu okkum við tingi, lógum og rættindum. Vit hava hildið ting til henda dag og skipað okkum eftir fólksins tørvi um landið alt. Føroyar hava í sáttmála viður­ kent felagsskap við onnur lond. Ongin sáttmáli kann tó sløkkja sjálvræði landsins. Landsins egnu lógir og avgerðir eru bert tær, sum framdar eru á rættan hátt í landinum sjálvum eftir fólksins vilja. Føroyar verða skipaðar eftir nútíðar tørvi á siðaarv okkara við valdsbýti, løgræði og rætt­indum. §1. Føroyar (1) Føroyar eru land. (2) Føroyar hava sambært sáttmálum verið knýttar at øðrum londum og kunnu framvegis vera knýttar at øðrum sambært sáttmála. (3) Nýggjur sáttmáli, eins og broyting í verandi støðu, skal samtykkjast sum ásett í hesi skipan. Viðmerkingar til § 1 Føroyar eru millum heimsins elstu lond. Norrønir land­ náms­menn hava havt við sær stjórnarligar siðir úr Norðan­ londum eins og bretsku oyggj­unum og skipað seg við tingi, løgrættu, vártingum og møguliga goðum (útinnandi og fyriskipandi høvdingum). Tíverri eru ikki mangar skrivligar keldur frá eldri tíð, men tær, ið eru, saman við keldum og siðum í øðrum sambarligum londum, eittnú Noregi, Íslandi og Man, bera vitni um eina framkomna og støðuga skipan. Síðani hava Føroyar viðurkent norskar og danskar kongar og hava sum land verið knýtt at tí danska ríkinum seinastu øldirnar, uttan tó nakrantíð at hvørva sum land og løgdømi. Fyrsta stykki tekur samanum stjórnarsøgu og stjórnarstøðu Føroya. Føroyar eru politisk eind, nevnd land, ið fólk hava bygt, skipað og áhaldandi tikið undir við. Føroyar sum stjórnarlig eind eru ikki heimilaðar ella stovnaðar í nakrari útlendskari lóg ella sambært altjóða reglum, heldur byggja Føroyar á søgu og støðuga undirtøku frá fólkinum í landinum. Annað stykki lýsir tann veruleika, at Føroyar eru og í mangar øldir hava verið í eini sáttmálastøðu við onnur lond og ríki. Føroyar eins og hini norrønu londini í vesturi gjørdu sáttmála við norska kongin seint í trettandu øld. Sjálvur tann skrivligi sáttmálin hjá Føroyum, um slíkur var gjørdur, er ikki varðveittur, men tann hjá Íslandi er, eins og vit vita um aðrar. Í øllum førum var talan um eina føroyska viðurkenning av samveldisstøðu. Sáttmálastøða Føroya broyttist tó, tá norska og danska kongsættin runnu saman, og í langa tíð var ymiskt, hvussu kongur virdi Føroya fólk og ting, serliga eftir 1814, tá kongur lat frá sær Noreg og vildi ikki kalla løgtingið saman í mong ár eftir tað. Føroyar vóru tó altíð virdar sum egið løgdømi, land við egnum lógum og skipanum. Føroyingar vóru bidnir at svørja kongi trygdareið, lógir vóru kunngjørdar her, kongur metti tær sum “vort land Færø” og brúki føroyska veðrin sum part av vápnaprógvi sínum. Støðu Føroya sum eitt land, ið kundi formliga ella í verki virka úteftir og gera sáttmála, sýntist serliga væl undir og beint eftir seinna heimskríggj, tá danir viðurkendu, at Føroyar kundu loysa frá Danmark, tó at danska stjórnin ikki vónaði at so fór at vera. Endin var sum øllum kunnugt tann nýggi sáttmálin, heimstýrisskipanin. Hesin veruleiki, at Føroyar ígjøgnum tað ting, føroyingar velja, í verki hava viðurkent eina samveldisstøðu verður við stjórnarskipanini staðfestur. Samstundis verður eisini heim­ ildin samtykt antin at halda fram, ella at broyta verandi, ella at gera sáttmála við onnur samveldi – ella taka Føroyar úr samveldisstøðu. Triðja stykki ásetur, at føroy­ingar við at samtykkja hesa stórnarskipan avráða sínámillum, at týðandi broytingar í samveldisstøðu, tað verði seg taka seg úr samveldi, týðandi at umskipa verandi støðu ella at ganga inn í annað samveldi, skulu samtykkjast á serligan hátt. Hesin háttur verður lýstur seinni í stjórnarskipanini (§ 94). §94. Samveldi (1) Føroyar kunnu sambært sáttmála vera í samveldi við øðrum londum og ríkjum. (2) Nú vil tingið broyting í verandi støðu; tá skal tingið samtykkja hetta eins og lóg við avgjørdum meiriluta. Eitt ár eftir viðtøku tingsins skal fólkið atkvøða um broyttu støðuna, og tá skal vanligur meiriluti ráða. (3) Ein og hvør samveldisstøða, har samveldisstovnar fáa vald, ið annars liggur hjá landsins stovnum, skal greinast væl í sáttmála. Samveldið kann ikki gera seg inn á rættindi fólksins. Fremstu stovnar landsins ansa eftir, at andin í hesi stjórnarskipan og sjálvræði Føroya ikki koma í vanda í samveldisstøðu. Viðmerkingar Saman við fortaluni og § 1 teingja serliga stykki eitt og tvey í hesi grein seg at spurninginum um sokallaðu tjóðskaparligu semjuna; t.e. hvussu føroyingar skulu skilja samband sítt við onnur lond og felagsskapir, serliga Danmark, og eftir hvørj­um mannagongdum hetta samband skal kunna broytast. Hetta er tí serliga politiskur partur av hesum arbeiði, sum onnur enn politikarar og veljarar ikki eiga at hava ov greiðar meiningar um. Í viðmerkingunum til fortaluna og § 1 stendur eisini um spurningin um støðu Føroya sum land. Tí skal ikki verða gjørt so nógv burtur úr tí spurninginum her. Heldur eru tað mannagongdir í sambandi við at broyta støðu, sum eru áhugaverdar í hesum sambandi. Tá nevnt verður ymsastaðni í hesi grein, at Føroyar sambært sáttmála kunnu vera í samveldi við øðrum londum og ríkjum, verður serliga sipað til tvinnanda viðurskifti. Hesi eru støða okk­ara í verandi samveldi við danska ríkið og møgulig støða, tá Føroyar fara upp í annað samveldi, annaðhvørt tað er ríkisfelagsskap ella hugsandi omantjóða (supranationalan) felagsskap, sum Evropeiska Samveldið (ES), ella seinni ætla grundleggjandi at broyta slíkan limaskap ella taka seg úr felagsskapinum. Kortini sipar triðja stykki einans til sokallaðan omantjóða felagsskap. Í sambandi við, at lunnar stutt eftir seinna veraldarbardaga vórðu lagdir undir evropeisku felagsskapirnar, sum í dag verða nevndir ES undir einum, var vanlig fatan, at hetta ikki kundi verða gjørt í ymisku londunum uttan serliga heimild í stjórnarskipanini, uttan at sjálvar stjórnarskipanirnar tó greitt søgdu nakað um, hví forboð skuldu vera móti partvís at leggja landið inn undir felagsskapir. Tí fingu eisini eittnú Danmark og Noreg í skipanum sínum ávikavist greinar tjúgu og nítiogtrý. Summi hava roynt seg við ymsum ítøkiligum grund­gev­ ingum fyri slíkum greinum. Sum dømi kann nevnast, at myndu­gleikarnir missa eftir­ litið við avgerðum, ið binda borgararnar inni í landinum, at rættligar avgerðir frá omantjóða myndugleikunum ganga fram um tær hjá einstøku londunum á sama øki ella, og sum tað mest nýtta, at omantjóða felagsskapurin beinleiðis ásetur rættarstøðuna hjá borgarunum í einstøku londunum. Onnur viðurskifti enn hesi nevndu hava tó minst líka stóran týdning. Eitt nú fingu altjóða felagsskapir fyrr í tíðini ikki uppgávur, ið vanliga liggja hjá ríkjunum. Tá so felagsskapir verða stovnaðir í Evropa til eisini at taka sær av viðurskiftum, sum vanliga liggja hjá ríkjunum, kemur hetta í stríð við vanliga fatan av, hvat øðru megin hoyr­ir undir altjóðarætt og altjóða stovnar og hinumegin ríkini. Tí bleiv tað hildið at vera í stríð við fyritreytirnar fyri stjórnarskipanunum í hesum londum at lata altjóða felagsskapum vald, sum annars er hjá ríkjunum. Ein onnur orsøk er eisini dráttur at sjálvræði ella tjóð­ skaparkensla. Tað er sum, at sjálvræði hevur serligan rætt, og at myndugleikar eru ivasamir mótvegis felagsskapum, ið kunnu hótta sjálvræði landsins, og ikki halda seg kunna lata hesum felagsskapum vald uttan serliga heimild. Í øðrum stykki verður manna­ gongdin ásett fyri at broyta í mun til verandi støðu. Krav er um avgjørdan meiriluta – t.e. at vanligur meiriluti krevst, men at allir tingmenn skulu verða møttir – og at fólkið við atkvøðu skal taka endaliga avgerð í minsta lagi eitt ár seinni. Í tí sambandi Sjálvsavgerðarrætturin og hvussu hann kann brúkast Framhald á næstu síðu Hóast Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Høgni Hoydal, andstøðuleiðari, politiskt ofta eru ósamdir, so er týdningarmikið, at teir eru samdir um politiska karmin, sum teir skulu arbeiða innanfyri, og at hann er nóg víður at arbeiða undir