Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 6. januar 2006 34 verður við orðinum samveldi hugsað bæði um ríkisfelagsskap og omantjóða felagsskap (ES) og sama mannagongd verður kravd í øllum førum. Hetta er orsakað av, at ásetingin skal verða partur av tjóðskaparligu semjuni; annars eru tað ivaleyst mong, ið halda, at linari krøv áttu at verið sett til avgerð um at taka meira sjálvstýri enn at siga frá sær sjálvræði. Hetta er støðan í sjálvstøðugum londum, har sjálvræði ofta verður hildið at hava ein frammanundan givnan betri rætt. Men vit eru sum nevnt í serligari ríkisrættarligari støðu, og at krøvini til at broyta skipan og vinna meira sjálvræði eru tey somu sum til at lata sjálvræði frá sær má vera partur av semju. Viðvíkjandi spurninginum um broytingarreglur og tað rætta við at krevja serligan meiriluta heldur enn seinkan og drál verður víst til viðmerkingarnar til grein nítiognýggju. Tað verður tó hildið at vera enn minni legitimt at krevja serligt fleirtal í sambandi við avgerð um at vinna meira sjálvræði enn í sambandi við vanliga broytingaráseting, sum skal hevja stjórnaskipanina yvir vanligar lógir. Serligur meirililuti er heldur ikki kravdur í hesum sambandi, einans krevur stykki tvey fleirtal av øllum tingmonnum. Hetta kann ikki verða sammett við serligan meiriluta, tí ikki er órímiligt at vænta, at allir tingmenn møta til slík stór mál. Tá tað kortini er grund til at tryggja, at meiriluti er toliliga støðugur, er hátturin at seinka tilgongdina við at krevja eitt ár og at gera hana truplari við at krevja avgerð bæði frá tingi og fólki, men tó ikki serligan meiriluta. Fyrsti liður í stykki trý áleggur landsins myndugleikum at áseta neyvt ella greina væl í sáttmála tað vald, sum annars liggur hjá landsins stovnum, og samveldismyndugleikar fáa. Hetta er krav um neyvleika ella fastleika, sum er kent frá líknandi ásetingum í skipanum í øðrum londum. Er valdið ikki neyvt ásett, kann verða ómøguligt at hava eftirlit við og fáa yvirlit yvir sannlíku avleiðingarnar av, at vald verður latið av landinum. Av tí at søguliga er lítið sannlíkt, at Føroyar aftur fara at lata vald frá sær til Danmarkar, kundi ein hildið, at henda áseting einans hevur at gera við viðurskiftini mótvegis samveldum, sum tí evropeiska. Men so er ikki; ásetingin er eins væl ætlað at fevna um nýskipanir í viðurskiftunum við Danmark – ella, sum í løtuni er enn minni sannlíkt, onkrum øðrum landi – sum við felagsskap sum evropeiska samveldið. Annar liður í stykki trý sigur, at samveldið skal ikki kunna gera seg inn á rættindi fólksins. Hervið er stjórnarskipanin býtt upp eftir tign, har rættindini mugu fáa størstu virðing í hesum samveldishøpi. Triði liður í stykki trý áleggur fremstu stovnum landsins at hava eftirlit við, at sjálvræðið og andin í hesi lóg ikki koma í vanda í samveldisstøðu. Hetta er at senda fremstu stovnum landsins tey boð, at vald latið til samveldi kann ikki vera óavmarkað, ið tað nærum er í øðrum londum, og tað er teirra ábyrgd at hava hetta eftirlit. Týdningarmest við grein nítiogfýra er, at eftir viðtøku av henni er grundarlag fyrstu ferð skapt fyri, at allar stórar politiskar avgerðir um at broyta viðurskifti Føroya við umheimin fara at verða avleiddar av og legitimeraðar í føroyskari stjórnarskipan. Framhald av s. 33 Formaður Tjóð­veldis­ floksins, Høgni Hoydal, sigur seg ivast í um stjórnarskipanarmálið verður avgreitt um árskiftið í ár, sum løgmaður vildi vera við undir nýggjársrøðuni. – Sum politiska gongdin hevur verið seinastu tvey árini, har politiski pallurin hevur verið sogin fyri innihald og visiónir, loyvi eg mær stórliga at ivast, sigur hann. Tinghella Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Undir nýggjársrøðuni hjá løg­ manni gamlárskvøld kom undan kavi, at stjórnarskipanararbeiðið, sum fór av bakkastokki í 1999, væntandi verður avgreitt um ársskiftið í ár. Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal setti upprunaliga grundlógararbeiðið – nú kallað stjórnarskipanararbeiðið í gongd undir fullveldislandsstýrinum, og hann ivast í um tað fer eydnast at koma á mál við arbeiðinum longu við árslok. – Samgongan seinastu tvey árini hevur arbeitt eftir lægsta felagsnevnara, og hetta hevur havt við sær, at nær­um øll politisk mál hava verið útholað. Góð dømi um hetta er fullveldismálið og grundlógararbeiðið ella stjórnarskipanarmálið, sum teir nú kalla tað. Heldur politiska gongdin seinastu tvey árini fram, har politiski pallurin hevur verið sogin fyri innihald og visiónir, loyvi eg mær stórliga ivast í, um løgmaður og samgongan klára at halda freistina, tey hava ásett, vísir Høgni Hoydal á. Formaður fílist á, at polit­iska viðgerðin í stjórnar­skipanar­ nevnd­ini hevur verið millum lítil og eingin, síðan ABC-sam­ gongan fór út í Tinganes í februar 2004. – Vit hava einans havt tveir fundir í stjórnarskipanarnevndini, síðan sitandi samgonga tók við, og tað harmar meg, tí tað er alt ov lítið fyri eitt so grund­ leggjandi og týdningar­mikið mál, sum stjórnarskipanararbeiðið er, heldur hann. Einki fólkaræði Í tinghelluviðgerðini nem­ur Kári á Rógvi við, at gald­andi Stýrisskipanarlóg er ótíðar­ hóskandi. Hetta sjónarmið byggir hann millum annað á ásetingarnar hennara um skatt, kubbut fíggjarár, og kravið um játtan í fíggjarlóg fyri almennum útreiðslum. Spurdur, um tað er í tøkum tíma, at Stýrisskipanarlógin verður skift út við eina meira nútíðarhóskandi stjórnar­ skipanarlóg, svarar Høgni Hoydal: – Fyri mær at síggja hevur størsti trupulleikin við stýris­ skipanarlógini altíð verið, at hon ongantíð varð sett í gildi av føroya fólki. Hon varð bert trýst ígjøgnum uttan nakra viðgerð, og er í stóran mun eitt kopi av stýrisskipanum frá øðrum londum. Skalt tú hava fólksligt løgmæti (legitimitet, blðm) fyri eini stýrisskipan er tað sjálvssagt eitt krav, at hon er sett í verk fólkaræðisliga. At nýggja stjórnarskipanarlógin verður sett í gildið í tráð við viljan hjá Føroya fólki, er rætti­ liga avgerandi fyri meg og Tjóð­ veldisflokkin. Bluffa Stóra málið í tíðindunum hesa vikuna hevur verið fráboðanin hjá donsku stjórnini um uttan­ ríkispolitisku lógina til ST. Málið lýsir væl ósemjuna, sum valdar millum samgonguna øðrumegin og Tjóðveldisflokkin hinumegin í sjálvsstýrismálinum. Hesa vikuna hevur serliga hugtakið sjálvsavgerðarrættur verið nógv umrøtt, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan at staðfesta, at samgongan og Tjóðveldisflokkurin hava rættiliga ymiska áskoðan. Løgmaður og Høgni Hoydal hava dúgliga munnhøgst um fráboðanin til ST hevur við sær, at Føroyar hava fingið staðfest ella hinvegin avmarkað sín sjálvsavgerðarrætt í altjóða samfelagnum. Júst føroyskur sjálvsavgerðarrættur er eitt av kjarnuøkjunum í arbeiðinum hjá stjórnarskipanarnevndini. Stjórnarskipanarnevndin hevur í arbeiði sínum roynt sett orð á eina tjóðskaparliga semju um at føroyingar eru tjóð, Føroyar sum land, um tann ómissandi sjálvsavgerðarrættin og um mannagongdirnar, tá sjálvsavgerðarrætturin verður nýttur. Stóri spurningurin er hin­ vegin um føroysku politikararnir frá sambandinum til tjóðveldið fara at megna at finna hesa tjóðskaparligur semju. Henda spurning settu vit formanni Tjóðveldisfloksins. – Sum støðan er í løtuni havi eg ilt við at trúgva upp á eina semju, sum allir flokkar kunnu taka undir við. Stóri trupulleikin er, at hvørki Javnaðarflokkurin ella Fólkaflokkurin vilja taka støðu um hvør hevur valdið í Føroyum: Føroyingar ella danir. Báðir flokkar eru ótrúliga lunkaðir í hesum spurningi. Høgni Hoydal vísir á, at tað í løtuni tykist lættari at finna eina semju við Sambandsflokkin í hesum máli, tí tú veitst hvørji sjónarmið Sambandsflokkurin hevur, meðan Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin bluffa í hesum málinum, sum hann málber seg. Hann sigur seg ímynda sær, at tá arbeiðið er liðugt í stjórnarskipanarnevndini, kemur nevndin møguliga kemur við tveimum ymiskum tilmælum, eitt sambandvegin og eitt tjóðveldisvegin. Hoydal ivast í freistini hjá løgmanni – Soleingi vit halda okkum til at áseta eina mannagongd, hvussu vit føroyingar skulu bera okkum at, tá vit ella um vit ynskja okkum úr ríkisfelagsskapinum, trúgvi eg, at ein semja kann finnast millum allar flokkarnar, heldur løgmaður Tinghella Páll Holm Johannesen Løgmaður, Jóannes Eides­ gaard, er bjartskygdur um vónina at finna eina breiða tjóðskaparliga semju millum føroysku flokkarnar, hvussu mannagongdin skal vera, tá ella um føroyingar ynskja at stíga úr ríkisfelagsskapinum. Sum áður víst, arbeiðir stjórnarskipanarnevndin við einum uppskoti um hvørjar mannagongdirnar skulu vera, tá Føroyar ynskja at gera sær dælt av sjálvsavgerðarrætti sínum og vilja stíga úr ríkisfelagskapinum. – Soleingi vit halda okkum til at áseta eina mannagongd, hvussu vit føroyingar skulu bera okkum at, tá vit ella um vit ynskja okkum úr ríkisfelagsskapinum, trúgvi eg, at ein semja kann finnast millum allar flokkarnar. Snávingarsteinurin fyri einari slíkari politiskari semju er hinvegin um flokkarnar í hvør sínum lagi skulu lýsa hvørjari ríkisrættarligari støðu, vit liva undir í dag, sigur løgmaður. Hann vísir á, at júst kjakið hesa vikuna um fráboðanina til ST er eitt gott dømi, hvussu ymiskir flokkarnar eru á málið um galdandi ríkisrættarligu støðu Føroya. Hóskandi Í Tinghelluni í dag finst Kári á Rógvi at, at galdandi stýrisskipanarlógin hevur tørv á ábøtum, tí hon passar heilt einfalt ikki til veruleikan, sum hann málber seg. – Stýrisskipanarlógin var avgjørt eitt frambrot, tí viðurskiftini síðan 1995 hava fungerað nógv betri enn, áðrenn hon varð sett í gildið. Seinastu árini hevur tað kortini víst seg, at lógin hevur sínar manglar og forðingar, og tí haldi eg at hóskandi at endurskoða hana eftir fyrstu 10 árini, sigur løgmaður í stuttari viðmerking til atfinningarnar hjá Kára á Rógvi. –Tjóðskaparsemjan kann finnast