mánadagur 9. januar 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Uni Arge, journalistur
Hvørja bók lesur tú í løtuni?
- Eg havi ovmikið at lesa.
Eg keypti mær bókina hjá
Ólavi Rasmussen um Søren
Kierkegaard fyri jól og las hana
á jólum. Frálík bók. Hann viðger
djúpar spurningar á ein lættan
hátt. Í jólagávu ynskti eg mær
”Ó” hjá Carl Jóhan Jensen og
Glansbílætasamlararnir hjá
Jóanes Nielsen. Eg lesi Ó nú.
So herji eg á Jóanes aftaná.
Leingi havi eg eisini lisið burtur
úr endurminningunum hjá Bill
Clinton.
Er tað onkur bók, tú minnist
serliga væl?
- Eg minnist best, tá eg í 2004
skrivaði mína egnu bók, Komin
er nú onnur øld. Eg lærdi tá, at
treiskni og hart arbeiði krevjast
fyri at fáa eina bók frá hondini.
Tað finst ongin lættur vegur
uttanum. Annars dámdi mær
stak væl Det generøse menneske
hjá Tor Nørretranders. Alt, sum
vit gera, gera vit fyri at tekkjast
hinum kyninum, sigur hann. Vísa
vit, at vit duga tað trupla, fáa vit
maka. Ógvuliga undirhaldandi
bók.
Hvør var tín fyrsta lesiuppliving?
- Tað mundi vera, tá vit í 1.
flokki lósu ”Ása sá á. Sá Ása á.”
Tað ljóðaði heilt gandakent. Sum
ein lítil yrking. Tað er løgið at
hugsa sær, at hesi fáu orðini vóru
byrjanin til lesiførleikan í dag.
Skúlin er mangan tungur at koma
ígjøgnum, men tøkk fái allir
tolnir lærarar fyri tann lærdóm,
teir oysa niður í børnini. Alt, vit
ikki duga, er trupult. Tá vit hava
lært tað, er tað eitt spæl.
Hvørja bók vildi tú ynskt, at tú
hevði lisið?
- Eg kundi hugsað mær at
granska Bíbliuna út í æsir. Hon
er tann bókin, sum hevur størsta
týdningin fyri okkara mentan
og atferð, og tí kemst ikki uttan
um hana. Í ongari bók er so
nógvur lívsvísdómur savnaður
sum í Bíbliuni. Tó skilji eg
ikki, at tey, sum siga seg dyrka
kærleiksboðskapin í Bíbliuni
mest, ofta vísa minst tolsemi. Tað
er ein skemtilig andsøgn.
Hvat fær teg at velja tær bøkur,
tú lesur?
- Tráanin eftir at fáa innlit.
Eg eri forvitin eftir at skilja,
hvussu menniskju eru, og
hvussu verðin hongur saman.
Kanska ein skaldsøga kann geva
tær opinberingina. Kanska ein
ævisøga ger tað. Ella kanska
alt tilsamans, sum vit lesa,
ger okkum klókari. Eg velji
at trúgva, at so er, og tí lesi eg
umframt bøkur alt frá bløðum
til vørulýsingar á shampoo-
dunkum.
Bøkurnar og eg
Kúgandi góðvild
Ida Jessen, Det første jeg tænker på
Gyldendal, 2006
Tað gongur við rúkandi ferð hjá
danska høvundanum Ida Jessen
í løtuni. Seinast vit hoyrdu frá
henni var í heyst, tá hon gav út
nógv róstu skaldsøguna ABC,
har høvundurin við óhugnaligari
innliving lýsir, hvussu ein
kvinna spakuliga og besnissað
oyðileggur lívið hjá manninum.
Nú ger Ida Jessen longu
aftur vart við seg. Hesuferð
við skaldsøguni Det første jeg
tænker på, har tað enn einaferð
er listinlærda kvinnan, sum er
miðdepilin.
Presturin Annette hevur
í áravís ofrað seg fyri sína
famlju og síni sóknarbørn. Men
tá sonur hennara doyr í eini
ferðsluvanlukku, har bilførarin
rýmir av staðnum, og Annette
sjálv fær brúk fyri hjálp,
halda fólk seg burtur. Hennara
ørkymlaða roynd at finna seka
bilføraran, so hon kann fyrigeva
honum, verður skjótt til kvalandi
sjálvgóðsku. Sum frá líður,
verður frásøgnin ein avdúking
av ranguni á uppofrandi atburð
inum hjá Annette, sum vísir seg
at botna í sjálvsøkni, maktgirnd
og eini tráan at stýra øðrum
menniskjum. Skaldsøgan
verður soleiðis ein rannsakan
av góðvildini, serliga tí kúgandi
góðvildini, sum allatíðina lúrir
undir tigandi sálarliga spælinum
millum menniskju.
Eins og í flestu bókunum hjá
Ida Jessen liggur spenningurin
í tí ósagda og burturtagda, sum
lesarin allatíðina hevur varhuga
av, men sum ongantíð verður
útgreinað beinleiðis.
Det første jeg tænker på kemur
út 10. januar.
Listinlærda kvinnan er aftur
miðdepilin í nýggjastu skaldsøguni
hjá Ida Jessen
Viðmæli:
Er Bíblian lygn?
Jákup Mørk
”Skjótast seljandi skaldsøgan til
vaksin nakrantíð!”
Tað er ikki hissini skoðsmál,
metseljarin hjá Dan Brown, The
Da Vinci Code, hevur fingið.
Lat tað tó eisini verða sagt
alt fyri eitt, at sum so er hetta
skoðsmálið eisini vælgrundað.
Bókin er eitt perludømi um eina
- nær sagt - bíliga spennings
roman, uttan at hetta tó skal
misskiljast.
Plottið í søguni er í sær sjálv
um sera einfalt. Ein professari
í list verður funnin myrdur
á Louvre-savninum í París.
Umstøðurnar kring drápið eru
pent sagt merkisverdar, men
sum frálíður gerst greitt, hví so
er. Á deyðastráð hevur myrdi
professarin givið nøkur tekin um
ein av størstu savnsgripunum í
heiminum. Umvegis listaverk
hjá Da Vinci letur hann vita,
hvar ella hvat heilagi kalikkurin í
veruleikanum er.
Og so gongur tað skjótt
fyri seg. Tær 456 síðurnar í
bókini snara allar um næstu 24
tímarnar. 24 action-pakkaðar
tímar, har good vs. evil, hetjur og
illgerðarmenn hvørt um annað
jagstra heilaga dýrgripin.
Tað serliga við bókini er tó
tann mest sum geniali frásøgu
hátturin. Partvíst er søgugongdin
somikið kompakt, at lesarin onga
róliga løtu fær í hesum neti av
væl hugsaðum krimi-gátum, sum
støðugt bjóða gráu kyknunum
av. At bókin so á vegnum setir
nøkur stór spurnartekin við
grundarlagið undir kristintrúgv
okkara, ger hana ikki minni
áhugaverda. At seta spurnartekin
við nakað so grundleggjandi, vil
altíð vera sera vandamikið hjá
einum rithøvunda. Eisini hóast
søgan í besta amerikanska stíli
hevur ein endamoral, har virðið á
kristintrúnni verður revaluerað.
At Dan Brown er sloppin væl
frá hesi avbjóðing, er tó eingin
ivi um. Nakað sum fremsta
plássið at bestseljaralistanum
yvir bestseljarar eisini ber boð
um.
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Rætting:
Sonja vann kappingina
Í grein herfyri um útgávur hjá Bókadeildini var ymiskt komið skeivt fyri.
Sonja Sørensen gjørdist ikki nr. 3 í ungdómsbókakappingini, sum Bókadeildin skipaði fyri í 1989, men
vann hana við bókini Suphaya.
Í greinini varð eisini sagt, at forlagið er í ferð við at geva trý nýggj ungdómsbókahandrit út. Tað er rætt,
at tríggjar nýggjar upprunaføroyskar bøkur eru á veg, men ongin av teimum er ein ungdómsbók.
Vit biðja orsaka mistakið.
Uni Arge var ikki sørt bergtikin av bókini Det generøse menneske eftir Tor
Nørretranders, sum heldur uppá, at alt, sum vit gera, gera vit fyri at tekkjast
hinum kyninum …
Nr. 5 - 6. januar 2006