mánadagur 9. januar 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 5 - 6. januar 2006
Almennir fundir
hjá Nes kommunu í 2006
Fundirnir eru kl. 19.00 í fundarhølinum hesar
dagar:
Mánadagin 30. januar
Mánadagin 26. juni
Mánadagin 27. februar
Mánadagin 4. september
Mánadagin 27. mars
Mánadagin 2. oktober
Mánadagin 1. mai
Mánadagin 6. november
Mánadagin 29. mai
Mánadagin 4. desember
Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdaráðsfundi,
skulu vera kommununi í hendi 14 dagar áðrenn
fundin.
Fíggjarætlanin fyri 2006 liggur frammi á kommunu-
skrivstovuni í døgunum frá 10. til 24. januar 2006.
Nes kommuna
Almannamálaráðið
Almanna- og
heilsumálaráðið
leitar eftir
løgfrøðingum
Nærri fæst at vita um hetta við at fara inn á
heimasíðu okkara www.ahr.fo
Umsóknarfreistin er 12. januar 2006 kl. 12.00.
Avloysarastarv sum
arkitektur,
verkfrøðingur ella
byggifrøðingur
á Teknisku Umsiting hjá
Klaksvíkar Kommunu
Ein av byggifrøðingunum á Teknisku Umsiting
hjá Klaksvíkar Kommunu fer í farloyvi frá
1. januar til 31. desember 2006. Tí er eitt
tíðaravmarkað starv, nevnda tíðarskeið, hervið
leyst at søkja.
Høvuðsuppgávurnar verða:
Byggimálsviðgerð,
býarplansarbeiði,
eftirlit,
planlegging, projektering av kommunalum
arbeiðum og aðrar málsviðgerðir eins og dagligar
uppgávur hjá umsitingini.
Persónligir førleikar og eginleikar:
Vit sóknast eftir útbúnum arkitekti, byggifrøðingi,
verkfrøðingi ella persóni við aðrari viðkomandi
útbúgving.
Dentur verður lagdur á, at umsøkjararnir duga
væl at leggja arbeiðið til rættis, eru fyrikomandi
og hava munnligan og skrivligan málførleika.
Royndir á nevndu økjum kunnu geva fyrimun
Starvið verður sett skjótast tilber, og lønin
verður sambært sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til
býarverkfrøðingin ella býráðsskrivaran á tlf.
410000.
Umsóknir, saman við prógvið, møguligum
viðmælum v.m., verða at senda til:
Klaksvíkar býráð
Postsmoga 2
700 Klaksvík
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
16. januar 2006.
Lærari í enskum
til yrkisútbúgving í El- og Maskinfakinum verður
søkt eftir einum undirvísara við førleika í enskum
á E-stigi at byrja 23. januar 2006.
Tímarnir eru hesir:
• elektrikkarar, 8 tímar/viku, 30. januar
til 7. apríl 2006
• maskinsmiðir, 4 tímar/viku, 30. januar
til 7. apríl 2006
• maskinsmiðir, 4 tímar/viku, 23. januar
til 7. apríl 2006.
Setanartreytir eru eftir sáttmála í millum FTL og
Fíggjarmálaráðið.
Skrivlig umsókn við prógvum skal sendast
skúlanum innan 13. januar.
Eru spurningar, so kunnu áhugað venda sær til
Rúna Heinesen, skúlastjóra.
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Postboks 20 · 700 Klaksvík
www.tsk.fo
veitst tú ikki tað?