mánadagur 9. januar 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 6. januar 2006
37
Pedagogur
til Dagstovnin
í Fuglafirði
Til stovuna í Króki verður søkt eftir einum pedagogi
40. t. viku, at byrja 1. februar 2006 ella eftir nærri
avtalu.
Starvið er á stovu við 12 børnum í aldrinum 0-3 ár.
Dagstovnurin er ætlaður 60 børnum og er stovnurin
skipaður í tvey hús við eini barnagarðsstovu og eini
vøggustovu í hvørjum húsi.
Møguligar setanarsamrøður verða í viku 3.
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Juliannu Næs, leiðara tlf. 225222/444940.
Umsóknir saman við avritum av prógvum og
viðmælum skulu vera býráðsskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 12. januar 2006 kl. 10.00.
Býráðið skilir sær rætt til at velja millum innkomnu
umsóknirnar ella onga at taka.
Fuglafjørður 19. desember 2005
Fuglafjarðar býráð
Starvsfólk søkist
til arbeiði uttanlands 2006
Vit sóknast eftir nógvum dugnaligum fólkum til
arbeiði uttanlands.
Vit søkja eftir maskinmeistarum, maskinsmiðjum,
rørleggjarum ella fólki við royndum innan nevndu
fak.
Upplýsing um arbeiði fáast við at venda sær til:
370 Miðvágur
Tlf. 332 442 • Fax 333 222
Ella skriva ein teldupost til jakup@oilwind.fo
Suðuroyar Sjúkrahús
Endurlýsing
Ergoterapeutur
Vegna farloyvi verður søkt eftir ergoterapeuti til full-
tíðarstarv í tíðini 1. februar. 2006 til 1. februar 2007.
Uppgávur
Starvið fevnir í høvuðsheitum um at veita sjúkling-
um á Suðuroyar Sjúkrahúsi og búfólkum á Ellis-&
Røktarheiminum ergoterapeutiska tænastu.
Yrkislig førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv sum ergotera-
peutur. Eisini verður dentur lagdur á starvsroyndir.
Persónlig førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, kunna
arbeiða sjálvstøðugt og verða til reiðar at royna
nýggjar avbjóðingar. Somuleiðis skulu umsøkjarar
tola broytingar í starvsviðurskiftunum.
Starvsstaðið
Starvsstaðið er fysiurgiska deild á Suðuroyar Sjúkra-
húsi. Av tí at starvið eisini fevnir um búfólkini á Ellis-
& Røktarheiminum, verður arbeitt har eftir tørvi.
Viðkomandi hevur beinleiðis tilvísing til yvir-
fysioterapeutin.
Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir verða eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Føroyskir Ergoterapeutar.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til
yvirfysioterapeutin tlf. 37 11 33 lokal 115.
Umsóknir
Umsókn við avriti av prógvum v.m. verða at senda
til:
Suðuroyar Sjúkrahús
Umsjónarmaðurin
Postsmoga 51
800 Tvøroyri
Umsóknarfreistin er 23. januar 2006.