Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 7 - 10. januar 2006 Íalt 230 nólsoyingar skrivaðu undir eina áheitan um at teimum verða givin betri sam­ ferðsluviðurskifti. Und­irskriftirnar vórðu handaðar inn­lend­ ismálaráðnum í gjár Samferðsla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Nólsoy: Seinastu dagarnar av nýggja árinum var ferðsla­ sambandið eitt av stóru sam­ røðuevnunum í bygdini. Orsøkin til hetta var ein áheitan um at skriva undir eitt skriv til landsstýrismannin í innlendismálum um at fáa eitt nøktandi ferðasamband um Nólsoyarfjørð. At bygdarfólkið so dyggi­­liga tók undir við hes­um skrivinum, fekst full­­gott prógv fyri, tá allar hesar 230 undirskriftirnar vórðu handaðar lands­stýr­is­ manninum, Jacob Vest­er­gaard seinnapartin í gjár. Í hesum skrivi heita nóls­ oy­ingar á lands­stýrismannin um at byggja nýtt skip til farleiðina, sum kann nøkta krøvini í dag. – Hesin samferðslu­møgu­ leikin er einasta farleið okk­ara til meginøkið. Og tí má tað vera eitt krav, at bygdarfólkið – bæði ung og gomul – kunnu sleppa trygt til og frá oynni, verður sagt. Landsstýrismaðurin segði við handanina, at hann skilti væl hetta skrivið. Og hann tóktist sera positivur at finna fram til eina nøktandi loysn. Sjúk og barnavognar Skrivið frá nólsoyingum er væl formulerað og vísir greitt tey ynskini, sum fólkið hevur. Víst verður m.a. á, at full­før ferðafólk, hava ong­ ar trupulleikar at koma umborð og niðurundir at seta seg. Men so skjótt talan er um børn, eldri, illa gongd, brekað ella barnavognar eru stórar forðingar: Landgongin og trappurnar. Er fólk í rullistóli, er eing­in møguleiki at koma umborð við egnari hjálp. – Hetta er ein mann­mink­ andi støða. Dømi eru um fólk, ið eru hivað umborð við krana, og um motordrivnan koyristól, ið eisini skal hiv­ ast, um ferðafólkið skal til Havnar. Einasta hølið, ið tøkt er teimum, ið ikki megna at koma niðurundir, er sjúkrarúmið. Men tey eru ikki sjúk, og eiga tí at sleppa í salongina aman við hinum ferðafólkunum. Hevur ferðafólk barnavogn við sær, er vónleyst at fara niðurundir, um ein er einsamallur. Tí vognurin skal lyftast upp um høvd, fyri at fáa hann upp um gátt og oman trappurnar. Tilskilast skal, at fleiri barnavognar rúmast ikki í landgongini, og mugu tískil lyftast/handast umborð. – Sjálvsagt ber ikki til at lata barnavogn standa á dekkinum í øllum veðrið. Og svevur barn í vogninum, ber heldur ikki til at lata barn og vogn standa úti um fjørðin, verður sagt. Mannminkandi viðferð Í skrivinum verður víðari sagt, at gerandisdagar eru áleið 45-50 fólk, ið ferðast til og frá arbeiði. Umstøðurnar hjá hesum fólkum eru ván­ lig, við atliti at útlufting og larmi. Er sjaskut veður, er ikki pláss at leggja seg. Allur farmur til og úr Nóls­oy skal lossast/lastast við krana. Hetta hevur við sær óneyðugt spill, tí tað meira enn so kemur fyri, at vøran verður skamfílað. Sjálvsagt hevði verið lættari hjá handilsfólki, um vøran varð koyrd umborð og í land eftir sløttum. Skal flytigóðs til Nólsoyar, er vónleyst at fáa byngju umborð. Orsøkin er, at kranin ikki lyftir meira enn ávísa tyngd. Óneyðugt baks er at tøma byngjuna á keiini í Havn fyri síðani at handa alt umborð og í land aftur í Nólsoy. Sum er, skal bilur lyftast við krana, um ein ynskir at taka sær bilin við til Nóls­ oyar. Men hendir ólukkan, at bilurin dettur, tekur trygg­ ingin ikki við, tí hetta verður roknað, sum egin ábyrgd. – Eitt tað tyngsta at síggja er, tá ið lík í kistu koma í oynna. Lítil virðing er í at kistan verður førd tvørturum fjørðin í lastini á Rituni, fyri síðani at verða lossað við krana á keikantin í Nólsoy. Hetta er tungt hjá avvarandi, verður sagt. Hvør ert tú? Í TRYGD leggja vit størsta dentin á persónligar eginleikar og hugburðin hjá tí einstaka starvsfólk- inum. Harnæst koma bókligu útbúgvingarnar og fakligi førleikin. Søluráðgevi · Tú hevur júst lokið ella ert í holt við seinasta partin av einari miðnámsútbúgving · Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, samstundis sum tú kanst samstarva og taka ábyrgd · Tú ert í bestu árum, ert fyrikomandi og hevur lætt við at seta teg í samband við fólk · Tú ert málsøkin og opin fyri broytingum · Tú arbeiðir skjótt, skipað og torir at taka avgerðir · Tú hevur dyggan handilsligan sans og hevur eitt munagott tænastu sinni Vit bjóða Uppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðingarnar eru nógvar. Høvið er sjálvsagt fyri framhaldandi, persón- ligari, eins væl og fakligari menning í einum livandi umhvørvi. Sum starvsfólk í TRYGD, verður tú partur av áhaldandi menningini av felagnum og tær persón- ligu dygdir, ið tú hevur við tær inn í felagið, koma at gera sítt til at TRYGD gerst enn sterkari. Starvið verður sett og lønt eftir serstøkum sáttmála. Arbeiðstíðin er yrkadagar, millum kl. 16.00 og 22.00 Umsóknir og starvsseting Starvið ynskjast sett skjótast tilber, men vit eru eisini sinnað at bíða eftir rætta viðkomandi. Skrivlig umsókn, við curriculum vitae og tilhoyrandi skjølum, skal vera okkum í hendi innan 15. januar 2006, skal sendast til: P/F TRYGD Att.: Ali Celebi Gongin 7 Postboks 44 110 Tórshavn Teldupostur: ace@trygd.fo Trygd · Gongin 7 · Postboks 44 · FO - 110 Tórshavn · Tel. +298 35 81 00 · Fax +298 31 72 11 www.trygd.fo Vilt tú verða við til vøkstur og menning? TRYGD er eitt tryggingarfelag í vøkstri, og fyri at styrkja tænastuliðið, søkja vit eftir ungum søluráðgeva. Samfelt ynski um nýggja Ritu Ein nýggj Rita Í sambandi við nýbygging kundu nólsoyingar m.a. hugsað sær hetta: • Rampu á reyvina, heldur enn landgongd, ið ávirkast av flóðini. • Rúm fyri tveimum stórum akførum, ið viðførir pláss fyri smáum akførum aðrar túrar og/ella farmi. • Atgongd eigur at verða í salongina, uttan at skula fara um trappur. • Ynskiligt er, at gott forarbeiðið verður gjørt, soleiðis at nýtt skip, eins og Ritan, fær siglt allar dagar í árinum. • WC til rørslutarnað. Ritan er eitt gott skip, men tíðin er farin frá tí: Fólk seta størri og størri krøv til tænastuna, og tað sæst ikki minst aftur í skrivinum frá nólsoyingum til myndugleikarnar Lýsa alla støðuna Aðrastaðni í blaðnum er greitt frá ætlanini hjá Strandferðsluni at gera eitt tilmæli um øll skipini hjá stovninum. Í hesum tilmælinum er Nólsoyarleiðin eisini tikin við. – Ritan er eitt gott skip. Men vit eru kortini fult greið yvir, at krøvini til tænastustøðið eru nógv hægri í dag, enn tá skipið kom til landið. – Tí verður hetta mál­ ið sjálvandi eisini við í tilmælinum, sum vit eru í ferð við nú, sigur Kristian Davidsen, strand­ ferðslustjóri. Ein av spurningunum í hesum máli eru ikki minst atkomuviðurskiftini. sb.