Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2006 25 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 4079, Sp/f 20. okt.2005, 650 Toftir. Viðtøkur broyttar: 09.12.2005 Navn: Nýtt navn: Sp/f P.O.Trade Hjánøvn: Nýggj hjánøvn: Sp/f Føroya Agnsøla (Sp/f P.O.Trade) Skráseting Føroya tann 09. januar 2006 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3748, Sp/f MSP, 188 Hoyvík. Stjórn: Farin frá sum ábyrgdarhavandi: Føroya Skiftirættur, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn Innkomin sum stjóri: Magnus Sunleif Petersen, Oman Hoydalar 3, 188 Hoyvík Skráseting Føroya tann 09. januar 2006 Kristin Balle ________________________ Hús ynskjast til leigu Hevur tú eini hús í Suðurstreymoy, lítil ella stór, summarhús ella heilárshús - alt hevur áhuga. Um vit koma ásamt um prísin, er ikki neyðugt, at tey verða yvirtikin beinanvegin, tað er tín avgerð. Tú kanst avhenda tey nú, um 1/2 ár ella eitt ár ella so. Skriva til Sosialurin, Box 76, FO-110 Tórshavn Bill. mrk. 1230 Dagrøktari til Vágs kommunu Søkt verður eftir dagrøktara til kommunalu dagrøktina í Vágs kommunu at byrja 1. februar 2006. Starvið er tíðaravmarkað til 1. september 2006. Vit ynskja at umsøkjarin: • hevur umsorgan fyri børnum • hevur góð samstarvsevni • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin. Eisini verður ynskt at dagrøktarheimið er barna- vinarligt innrættað, har rúm er til børnini at spæla, og at eitt hóskandi trygt spæliøki er uttanfyri. Starvið er lønt samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Arbeiðarafelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Irdi Bjarkhamar, dagrøktarleiðara, á tlf. 374095 ella 224842. Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 25. januar 2006 kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til: Vágs kommuna FO-900 Vágur Viðm. Dagrøktari Ársaðalfundur Suðuroyar Sparikassa verður mikudagin 25. januar 2006 kl. 18.00 á Hotel Bakkanum við hesi dagsskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Frágreiðing umsjónarráðsins um virki sparikassans í farna ári 3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar 4. Val av limum í umsjónarráðið 5. Val av grannskoðara 6. Uppskot frá stjórn, umsjónarráði ella umboðsráðslimum 7. Ymiskt Umsjónarráðið Suðuroyar Sparikassi