Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 12. januar 2006 3 Virðið á partabrøvu­ num hjá Atlantic Petroleum kann væl vera nærum tvífalt av tí, sum felagið í dag er skrásett til. Tað er nið­urstøðan hjá Eik Bank Danmark, ið er dóttirfelag hjá Føroya Sparikassa. Bank­in hevur sum teir fyrstu gjørt eina verul­iga analysu av partabrævinum Partabrøv Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Síðani Atlantic Petroleum í mai mánaði í fjør varð skrásett á íslendska virðis­ brævamarknaðinum, eru ogn­irnar hjá partaeigarunum øktar munandi í virði. Sum tað framgongur av hjáløgdu talvu, so er kurs­ virðið á partabrævinum nú komið upp á 453. Hetta skal síggjast í mun til kursin á 314, sum var galdandi, tá felagið var skrásett. Og í mun til kurs 265, sum var galdandi, tá felagið fyri góðum ári síðani framdi seinastu parta­ peningshækkanina. »Rætta« virðið er tvífalt Men sambært analysuni hjá Eik Bank, so er veruliga virð­ ið á partabrævinum nakað nógv meira vert. Í greiningini verður víst á, at oljuprísurin hevur verið støðugt hækkandi seinastu tíðina. Samstundis hava bret­ ar gjørt stór oljufund nær­ hendis føroyska markinum, og hetta vil alt annað líka gera føroyska oljufelagið meira áhugavert. Eisini verð­­­ur mett, at Atlantic Pe­ trol­eum hevur eitt sera gott út­gangs­støði á føroyska øki­ n­um sammett við fleiri av kappingarneytunum. Serstak­ liga tá talan gerst um at finna góðar samstarvsfelagar. Og hartil verður ikki mett, at menningarloyvini, sum AP eigur, veruliga end­­ur­­spegl­ að aktu­ella parta­bræva­kurs­ inum, verð­ur millum annað sagt í analysuni. Hetta er nakrar av høv­ uðs­grundgevingunum í nið­ urstøðuni, sum Eik Bank hevur gjørt, men fyri verandi og komandi íleggjarar er endaliga niðurstøðan í tøl­um helst tann mest áhuga­verda. Og her er greriða viðmæl­ ið hjá bankanum, at tað nú ræður um at keypa partabrøv í felagnum. Tá greiningin varð gjørd, var kursurin á AP- partabrævinum 412. Hann er í dag komin upp á 452 - helst eisini ávirkaður av greiningini. Men vøksturin steðgar ikki her, sambært greiningini. So­nevndi »fair kursurin«, altso eitt rímiligt virði, verður mett til 884, og tað munnu vera søtir tónar í oyrunum hjá íleggjarunum. Ikki minst, tá sagt verður, at hetta er »upp á stutt sikt« – altso innan eitt ár ella so. At hetta so ikki er hent, verður partvíst tengt at tí veru­leikanum, at talan er um fyrsta leitingarfelag, sum er skrásett í Íslandi. Tað vil siga, at marknaðurin av íleggjarum ikki hevur eins góðan kunn­ leika til slík feløg, sum eitt nú íleggj­­­ar­ar í London hava. Og hóast forvitni, so kann hetta sjálv­andi eisini elva til var­semi. Renta: 234% Bankin mælir íleggjarum til at keypa partabrævið, men ávarar samstundis ímóti, at talan er um eina vágafulla íløgur. Tó at íløguvágin í olju­leit­ ingarfeløg altíð verður mett­ur sum stórur, so er lítið at ivast í, at tíðindini fara at draga hópin av íleggjarum móti før­­oyska partabrævinum. Verð­ur tosað um ein møgu­ ligan kursvinning upp ímóti teimum 100, so er tal­­­an nærum um jackpot á partabrævamarknaðin­um, og tí verður partabrævið ein sera áhugaverdur part­ur av porteføljanum hjá íleggj­­arum – eisini stórum íleggj­arum. Og fyri tey, sum longu sein­ asta vetur keyptu sær parta­ bræv, man hetta ikki vera minni áhugavert. Kurs­urin var tá 265, og heldur metingin hjá Eik Bank Dan­mark, so verður altso talan um kurs­vinning, sum er heili 234%, og tað er nakað væl meira, enn íløgur í miðal kasta av sær. Lærlingur til Auto Service Vit søkja eftir einum lærlingi til eykaluta goymsluna at byrja skjótast gjørligt. Auto Service leggur stóran dent á tænastuna, og tí vænta vit, at tú ert álitisvekjandi, samvitskuf- ullur og fyrikomandi. Afturfyri kunnu vit bjóða tær góðar umstøður á einum arbeiðs plássi, har áherðsla verður løgd á trivnaðin. Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort og FHS prógv. Útbúgvingin fer partvíst fram í Føroyum og í Dan- mark, og tí skal liggja fyri at vera burturstaddur nøkur tíðarbil. Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú seta teg í samband við Jan Hentze, teldupost jan@autoservice.fo ella telefon 345415. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. januar 2006. Send umsóknina til Auto Service, undir Krákugjógv 19, postboks 3171, 110 Tórshavn. Kursivirðið kann eksplodera Myndin vísur gongdina í prísinum og umsetningi á Atlantic Petroleum partabrøvum síðan byrjan 15/6-05 kelda: www.vmf.fo & www.icex.fo