hósdagur 12. januar 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 9 - 12. januar 2006
Eitt útlendskt húski í
Vági eigur í hvussu so
er at fáa loyvi at vera í
Føroyum, til børnini
eru liðug í skúlanum,
heldur Vágs Býráð
Útlendingamál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vágs Býráð er nú eisini farið
upp í røðina av teimum, sum
harmast um viðferðina, sum
útlendingar fáa í Føroyum.
Tí hevur býráðið nú heitt
á innlendismálaráðið um
at viðgera eina umsókn frá
einum útlendskum húski í
Vági við vælvild.
Talan er um Cieslewicz-
húskið, sum er ættað úr
Póllandi, men sum hevur
verið í Føroyum í eini sjey
ár, harav eini fimm-seks tey
seinastu árini í Vági.
Tað hevur fyrr verið
frammi í fjølmiðlunum, at
tað eru nú næstan tvey ár
síðani, at tey søktu um at fáa
uppihalds- og arbeiðsloyvið í
Føroyum endurnýggjað, men
enn er onki svar komið.
Húskið hevur ein drong,
sum gongur í 9. flokki í
Vági og Vágs Býráð heldur,
at tá ið støða verður tikin til
umsóknina, eigur tað eisini
at verða hugsað um barnið.
Tí hevur býráðið nú heitt
á Innlendismálaráðið um at
lata húskið sleppa at vera
í Vági til barnið er liðugt í
skúlanum.
Vit halda ikki, at tað kann
vera rætt at taka eitt barn
úr skúlanum, stutt áðrenn
skúlagongdin er liðug og
vísa tí av landinum og so
statt eisini undir eina púra
fremmanda skúlaskipan. Tí
halda vit, at tað er rættast, at
barnið sleppur at gera eina
samanhangandi skúlagongd
lidnað í Føroyum, sigur Kirst
in Strøm Bech, borgarstjóri
í Vági.
Húskið, vit tosa um, hevur
verið í Vági í mong ár. Her
hava tey arbeitt og her hava
tey goldið skatt og annars
tillagað seg samfelagið.
Tey hava passað seg og síni,
uttan at vit hava havt nakrar
trupulleikar av teimum.
Men bæði tey vaksnu og
drongurin, kenna seg ógvu
liga ótrygg við støðuna,
tí at tey ikki fáa svar og
eg haldi ikki, at tað er ein
rímilig støða at seta vaksin,
og serliga børn, í, leggur
borgarstjórin afturat. Vit
eiga heilt avgjørt at hugsa
um, at eisini eru børn uppi
í, sigur hon.
Føroyingar eru allastaðni
í verðini og kunnu vera alla
staðni í verðini og tí eiga
vit at hugsa okkum um,
hvussu vit bera okkum at
ímóti teimum útlendinum,
sum eru í Føroyum, førdu
býráðslimir í Vági fram.
Starvslýsing
www.runavik.fo
Sosialráðgevi
til Eysturoyar barnaverndartænastu
Eitt starv sum sosialráðgevi í Eysturoyar
Barnaverndartænastu er leyst at søkja til setan
1. mars 2005.
Um Eysturoyar barnaverndartænastu
Eysturoyar barnaverndartænasta fevnir um Nes,
Sjóvar, Runavíkar, Gøtu og Funnings kommunu.
Í samstarvsøkinum eru 7.061 íbúgvar harav 2.077
eru undir 18 ár. Uppgávan hjá barnaverndartæn-
astuni er at tryggja børnum, ið liva undir viður-
skiftum ið kunnu skaða teirra heilsu og menning,
neyðuga hjálp og umsorgan.
Umsitingarliga er Eysturoyar barnaverndar-
tænasta eind undir Sosialu deild í Runavíkar
kommunu.
Starvið
Tú kemur, í tøttum samstarvi við sosialdeildar-
leiðaran, at taka tær av einum spennandi og
fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og
øðrum uppgávum sum Barnaverndarumsitingin
tekur sær av.
Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.
• at fyrireika mál til nevndarviðgerð
• at ráðgeva og vegleiða barna- og
ungdómsfamiljum við serligum tørvi
• at ráðgeva barnaverndini í
barnaforsorgarlógini
• at seta í verk og fylgja upp fyriskipanir
• at virka sum samskipari í málum har
fleiri myndugleikar eru við
• at samstarva tvørfakligt
• at arbeiða fyribyrgjandi í samstarvi við
fakpersónar og stovnar á barna- og
ungdómsøkinum
Vit leita eftir starvsfelaga, ið
• er útbúgvin sosialráðgevi ella hevur aðra
viðkomandi miðallanga útbúgving
• hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar
viðkomandi royndir
• hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna
og ungdómsfamiljum við serligum tørvi
• megnar at vera nágreiniligur og samstundis
hava nógvar bóltar í luftini
• hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg
Vit bjóða tær
Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum,
har tú kann vera við til at uppbyggja og menna
Eysturoyar barnaverndartænastu frá grundini.
Góðar møguleikar fyri førleikamenning, tí
kommunurnar saman við Barnaverndarstovu
Føroya miðvíst arbeiða við at menna umsitingar-
liga førleikan.
Setanarviðurskifti
Starvið, sum er fulltíðarstarv, verður sett skjótast
gjørligt sambært sáttmála millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Jákup
H. Foldbo, sosialdeildarleiðara á telefon 417000.
Søk starvið
Við at senda okkum eina umsókn í seinasta
lagi 27. januar 2006 kl. 12.00.
Umsóknin skal sendst til:
Runavíkar Kommunu
Heiðavegur 26
Postboks 139
FO-600 Saltangará
Eysturoyar Barnaverndartænasta
Vágs Býráð stuðlar útlendingum
- Hetta er ikki rímilig viðferð at geva fólki, serliga ikki, tá ið
børn eru uppi í, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági
Leygarkvøldid 14. januar fer
fløguaktuelli Høgni Lisberg
at spæla á Skarvinum í
Keypmannahavn. Hetta er
fyrsta konsertin hjá unga
leirvíkinginum síðan fløgan
Morning Dew kom út.
Við sær á pallin hevur
Høgni gittarleikaran Allan
Tausen. Teir báðir undir
halda frá miðnátt til kl. 2
við løgum av báðum fløg
unum hjá Høgna. Aftan á
konsertina er plátuvendari
vid fjølbroyttum tónleiki.
Tað er ókeypis atgongd.
Høgni Lisberg í Keypmannhavn