hósdagur 12. januar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 12. januar 2006
5
Kunningartøknin
kennir eingi landa
mørk, og tað ger
útbúgving heldur
ikki. Tað kann Karin
Christiansen úr
Norðdepli sanna. Í
eitt ár nam hon sær
útbúgving í Avstraliu
innan KT.
– Fíggjarligir
trupulleikar skulu
ikki halda nøkrum
aftur, sigur Karin, ið
teir seinastu dagarnar
hevur vegleitt øðrum
ungum, sum hava
kunnað seg um
lestrarmøguleikar
uttan fyri Danmark
ÚTBÚGVING
Theodor E. D. Olsen
theodo@sosialurin.fo
Í sambandi við átakið Mark
leys Útbúgving 2005/06,
sum Mentamálaráðið, MFS
og Altjóða skrivstovan skipa
fyri, verður í hesum døgum
skipað fyri lestrarkunning í
Havn, Hoydølum, Kambsdali
og í Klaksvík. Tiltakið kall
ast “Slepp streyminum
– fylg dreyminum”, har
lestrarvegleiðarar o.o. fara
at greiða møguleikunum at
lesa í Svøríki. Avstraliu, Ný
Sælandi og í Føroyum.
Ein av teimum, sum tey, ið
hevur tikið lut á tiltakinum,
og sum fólk hava havt
møguleika at hitt, er Karin
Christiansen úr Norðdepli,
ið má sigast at vera ein av
teimum, sum hava fylgt
dreyminum.
Eftir at hava lisið til data
matikara í Danmark í hálvt
triðja ár, valdi hon at fara
“down under” til Avstraliu,
at nema sær útbúgving sum
Bachelor applied IT. Hetta er
sum heitið sigur, ein útbúgving
innan kunningartøkni.
Karin Christiansen búði í
einum lítlum býi norðan fyri
Sidney í einum sonevndum
campus, sum er eitt lítið
kollegium, í eitt ár, og
sum heild metir Karin, at
skúlaskipanirnar í Danmark
og Avstarliu eru ymiskar.
– Í Danmark fært tú eina
stóra uppgávu í hvørjum sem
estri, men í Avstraliu skrivar
tú nógvar smærri uppgávur
og fært karakter fyri alt,
sigur Karin Christiansen,
sum annars heldur, at sjálv
skúlamentanin ikki er so ólík
henni í Danmark, hóast tað
verður væntað av tær, at tú
møtir til í minsta lagi 80 %
av tímunum.
Góðar sømdir
Karin Christiansen búði
so at siga bara saman við
øðrum lesandi úr Avstraliu,
men annars leita ungdómar
úr øllum heimspørtum sær
hagar at útbúgva seg. .
At lesa so langt heimanífrá
krevur sjálvandi drúgva fyri
reiking, og Karin Christiansen
greiðir frá, at hon gjørdi av
langt frammanundan, at
hon skuldi fara til Avstraliu,
tí tað er eitt øgiligt roks við
pappírum, tá ein slík ferð
skal fyrireikast.
– Ja, tað er eitt pappírs
sirkus, sigur hon avgjørd.
Hinvegin metir Karin
Christiannsen ikki, at nakar
eigur at halda seg aftur av
fíggjarligum ávum, tí stuð
ulsmøguleikarnir eru góðir.
Umframt at fáa 120.000
krónur í ÚSUN, sum er
útbúgvingarstuðul,
ið
Stuðulsstovnurin letur til
útbúgving uttan fyri norð
urlond, fáa føroyingar eisini
SU úr Danmark. Harafturat
letur Stuðulsstovnurin upp
til 7000 krónur um árið í
ferðastuðli.
Sjálv sigur Karin Christi
ansen, at útbúgvingin hjá
henni kostaði 60.000 krónur,
og av tí at hon eisini fekk
ymisk legat, fekk hon ikki
peningaligar trupulleikar
av at leita sær oman á hina
hálvkúluna at nema sær
útbúgving.
Føroyingarnir
økjast í Avstraliu
Karin Christiansen sigur
seg síggja nógvar fyrimunir
í at fara til eitt nú Avstraliu
at lesa.
– Eg dugdi ikki so væl
enskt, tá eg fór avstað, men
tey vóru imponerað har niðri
av, hvussu væl tað gekk,
so tað var einki problem,
sigur
tann
teldukøna
norðdepilsgentan,
ið
nevnir mál og mentan sum
avgjørdur eykavinningar, tá
farið verður til onnur lond
at lesa.
Tá Karin Christiansen
las í Avstraliu, visti hon um
einar tveir aðrar føroyingar,
sum lósu har tá, men nú
sigur hon seg vita eini 4 ella
5, sum eru har nirði. Talið
av føroyskum studentum
í Avstraliu er sostatt
vaksandi, staðfestir Karin
Christiansen, sum í løtuni
ikki dugir at siga, um hon
fer niður aftur til Avstraliu,
tí sum hon sigur, so hevur
hon í dag gott arbeiði á
Samteld í Havn.
Næstu ferð verður lestr
arkunning í átakinum
Markleys útbúgving í
døgunum 9. og 10. mars
2006.
Las KT í Avstraliu
Karin Christiansen nam sær í eitt ár útbúgving innan KT.
Seinastu dagrnar hevur hon givið øðrum ungum góð ráð um,
hvat tey sklulu gera, um tey ætla at lesa uttan fyri Danmark
Mynd: Jens Kr. Vang