Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 9 - 12. januar 2006 Í gjár skipaði ÚF fyri Fimmara á Hafnia, har kjakast varð um, hvat vit kunnu siga og og meina, áðrenn vit kunnu meldað hvønn annan til politiið KJAK Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Stutt fyri jól meldaði tón­ leikabólkurin 200 hval­ víkarprest til løgregluna, og síðani hevur løg­tingsmaðurin Bill Justinussen heitt á løgregluna um at reisa ákæru ímóti Ole Wich fyri myndir á heimasíðu hansara. Sjálvur kallaði Ole Wich fyrr í vikuni alt hetta rummalareiggið fyri eitt stríð um ta føroysku mentanina. Tað er kortini ikki bert í Føroyum, at fólk undrast á, at tað tykist sum, at tað gerst alt meira vanligt at melda hvønn annan. Herfyri endurgav danska blaðið Politiken politi­ advokatin hjá løgregluni í Keypmannahavn; Michael Jørgensen, fyri at siga, at hann metti tað vera eitt nýtt tíðarrák, at politikarar hava funnið sær tann óvanan at melda hvønn annan fyri at profilera seg sjálvar í pol­ itiskum stríði. – Løgreglan eigur ikki at verða tikin inn í eitt val­ stríð. Eg havi so stórt álit á fólkaræðnum og trúgvi, at um tað, ein sigur, er nakað roks, so verður ein heldur ikki valdur. Men einum nýt­ist ikki at hava politiið í hølunum á sær í heilum, sigur Michael Jørgensen. Sostatt er tað ikki eitt ser­ føroysk fyribrigdi, ið vit hava sæð her á landi seinastu vikurnar. Spurningurin um, hvussu langt tað ber til at fara, at áðrenn borðið fangar, var eisini evnið, sum varð viðgjørt í einum alternativum Fimmara í Útvarpinum á Hotel Hafnia. Hesaferð bar ikki til hjá lurtarunum at ringja inn, men ístaðin hevði ÚF bjóðað blaðfólki av Sosialinum og Dimmalætting studentum úr Hoydølum og av Fróð­ skap­arsetrinum at seta lut­ takarunum við spurn­ingar. Tey, sum tóku lut, vóru Sjúrður Skaale, Niels Arge Galan. Malan Marnersdóttir, Ole Wich og Bill Justinussen umframt teir báðar løgfrøðingarnar Hans Trygva Teirin og Jens Wang. Kjakið gekk væl og mein­ingarnar flugu yvir um borðið í Loungini um hetta so grundleggjandi evn­ ið, sum tað fría orðið er í einum samfelag, og hvussu frítt hetta skal vera, áðrenn fútin kann blandast upp í eitt mál. Samanumtikið mundi semja vera um, at kjak ella brigsl eiga at steðga, tá tað kemur til privatlívið, hóast dømi vóru tikin fram um, at hetta ikki altíð verður hildið í føroyskum kjaki. Tað fría orðið viðgjørt í Fimmaranum Sjúrður Skaale helt, at privatlívið hjá fólki skal ikki blandast upp í almenna kjakið Malan Marnersdóttir, ið var ein teirra, sum í fjør gjørdi eitt uppskot um nýtt flagg til danska ríkið, nevndi m.a., at tað er vanligt, at fólk mála Merkið á andlitið, tá fótbóltsdystur er. Hetta hevur enn tó eingin meldað nakran fyri. Eisini bar hon upp á mál gamla føroyska siðin at fáa tátt, tá ein persónur varð tikin upp í ringin og hildin millum skipararnar