Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 12. januar 2006 7 Útsagnirnar hjá Bill Justinussen, løgtings- manni, um at verkini hjá Ole Wich við Merkinum og orði- num homoFObia ikki kunnu kallast list, hóva ikki nevndini í LISA, sum heldur seg hoyra óhugnalig ekkó úr heimssøguni. – Hevði tað verið ein meinigur maður, sum segði hetta, so var støðan ein heilt onn- ur. Men tá ein politik- ari, sum myndar sam- felagið, sigur slíkt, so eru vit noydd at tala at, sigur Oddfríður M. Rasmussen, nevndarlimur í LISA MENTANARSTRÍÐ Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo – Nú kallaði Ole Wich hatta eitt listaverk. Eg haldi meira hatta líkist einum makkverki. – Hetta hevur einki við list at gera – Hatta er tann vánaligasti sangurin, sum nakrantíð er gjørdur (um sangin »Muscle- man-blað« hjá 200) – Tá ið tú hugsar um lista- fólk, so hugsar man kanska vanliga um Ingálv av Reyni… Hesar vóru nakrar av út- sagnunum hjá løgtings- manninum Bill Justinussen í kjakinum í SvF týskvøld- ið, og tær eru ikki farið aft- ur við borðinum í Lista- fólkasamandi Føroya, LISA. Oddfríður M. Rasmus- sen, sum er nevndarlimur í LISA, sigur, at nevndin hevur tosað saman um hetta, og tí sigur hann seg tosa vegna LISA. Hann leggur dent á at fel- agsskapurin er ímóti at leggja seg út kjak um átrún- aðarligar spurningar. Hinvegin metir hann ikki hetta vera eitt kjak um reli- gión, men eitt kjak um list, tí nevndin í LISA metir tað vera bæði óbehagiligt og beklagiligt, sum Oddfríður orðar seg, at ein politikari leggur seg út í kjakið um, hvat list er og ikki. Oddfríður M. Rasmussen sigur, at Listafólkasamband Føroya, sum er eitt sokallað regnskjólssamtak, umfatar eini 2000 fólk, og tí er tað kanska onkur av limunum, sum ikki eru samdir við nevndina. Oddfríður leggur tó dent á, at nevndin er demokratiskt vald, og tí halda tey tað vera rætt at rópa varskó. Tey meta seg nevniliga hoyra ræðandi ekkó úr heimssøguni í orð- ingunum hjá tinglimi Mið- floksins. Chaplin flýggjaði – List skal flyta mørk. Tað er sæð so ofta fyrr í heimssøguni, at politikarar hava roynt at stýrt listini, sigur Oddfríður M. Ras- mussen, og sipar m.a. til støðuna í USA í fimmtiáru- num, tá senatorurin Joseph McCarthy kom at leggja navn til ta sokallaðu Mc- Carty’ismuna, sum var eitt politiskt átak, ið m.a. jagstraði listafólk og skuld- setti tey fyri kommunismu og at reka "óamerikanskt" virksemi. Ella við øðrum orðum landasvik. Oddfríður M. Rasmussen nevnir millum onnur, filmsflogvitið Charlie Chaplin og høvundarnar Ginsberg og Bourroughs, ið vóru jagstrað av amerik- onsku eftirlitismyndugleik- unum, ið seinni løgdu navn til mccarty’ismuna. Gins- berg endaði í geglinum í tríggjar mánaðir fyri yrk- ingina "How", og Bur- roughs flýggjaði til París, eftir at hann hevði útgivið bókina "Naked Lunch", sum m.a. umrøður sam- kynd. Merkið skal ímynda fjølbroytni Spurdur, hvat hann heldur um royndirnar hjá Ole Wich at draga Merkið inn í síni verk, sigur Oddfríður M. Rasmussen, at tað er so ymiskt hvat fløgg verða nýtt til. – Amerikanarar brúka sítt flagg til bæði brósthaldarar og bikini. Tað føroyska flaggið eigur at rúma fjøl- broytni í samfelagnum um- framt minnilutabólkar og skrivi- og talufrælsi, sigur Oddfríður, sum ikki heldur nógv um, at Bill Justinuss- en hevur meldað Ole Wich og kallar hetta at skerja tal- ufrælsið hjá einum lista- manni. – Hevði tað verið ein meinigur maður, sum segði hetta, so var støðan ein heilt onnur. Men tá ein politik- ari, sum myndar samfelag- ið, sigur slíkt, so eru vit noydd at tala at. Vit eru noydd at diskutera úttalils- ini hjá Bill, tí uppgávan hjá politikarunum er at gera gerandisdagin hjá føroying- um so liviligan sum til ber, og ikki at definera listina, sigur nevndarlimurin í LISA, sum metir hetta at vera sera grunnskygt, nú vit skriva 2006. – List snýr seg um at síggja samfelagið við nýggjum eygum, sigur Oddfríður M. Rasmussen, ið hevur hug at samanbera royndina hjá løgtingsmann- inum at definera listina til bert at vera tílíkt, ið minnir um verkini hjá Ingálvi av Reyni, við at skapa eitt totalitert samfelag. – Sambært sjónarmiðun- um hjá LISA, snýr list seg um at úttrykkja seg undir egnari ábyrgd, og tað er al- tíð vert at taka hattin av fyri. Tað er tað, ið Oddfrí- ður metir, at Ole Wich hevur gjørt. Taka frástøðu Í 1964 gjørdist ein annars púra ókendur goymslumað- ur úr Jútlandi víðagitin, tá hann savnaði fleiri hundrað undirskriftir ímóti, at Stat- ens Kunstfond skuldi stuðla listafólki, ið hann metti skapaðu verk, ið als ikki vóru neyðug, ella fjøldin als ikki skilti. Síðani hevur mótstøðan ímóti nýmótans og progressivari list ofta verið kallað rindalisma. Spurdur, um meiningar- nar hjá Bil Justinussen kunnu bólkast sum rindal- isma, sigur nevndarlimurin í LISA, at vit í Føroyum so at siga ikki hava nakra trad- itión fyri beinleiðis polit- iskari list, men hann metir tað vera fjákut av politikar- um at blanda seg upp í virk- semið hjá listafólkum og at melda Ole Wich, tí list skal sum nevnt sambært Odd- fríði flyta mørk. Tí hevur nevndin í Lista- fólkasambandinum valt at taka frástøðu frá útsagnu- num hjá Bill Justinussen í sjónvarpskjakinum týs- kvøldið. LISA um útsagnirnar hjá Bill: Minnir um McCarty’ismuna í 50’unum Listafólkasamband Føroya heldur tað vera vandamikið, at politkarar skulu seta mørk fyri listini. - List snýr seg um at síggja samfelagið við nýggjum eygum, sigur Oddfríður M. Rasmussen, nevndarlimur í LISA Mynd: Jens Kr. Vang Listafólkasamband Føroya, LISA, er meginfelag hjá lista- fólkafeløgunum í Føroyum og vard stovnad í 1982. LISA, fær studul frá Undirvísingar- og Mentamálastýri- num til skrivaran, sum hevur dagliga virksemid um hond. Limafeløgini eru hesi: Felagid føroysk myndlistafólk, Leikarafelag føroya, Felagid føroysk tónaskøld, Arkitektafelag Føroya, Yrkisfotagrafar í Føroyum, Føroya Bladmannafelag, Rithøvundafelag Føroya, Kórsamband Føroya, Føroya Tónleikarafelag Føroya tónleikarafelag er meginfelag fyri hesar felags- skapir: Føroya undirhaldstónleikarafelag, Føroya fólka- tónleikarafelag, Føroya jazztónleikarafelag og Yrkisfelag klassiska tónleikara. FAKTA