hósdagur 12. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 9 - 12. januar 2006
Bárður Nielsen
væntar, at tað ber til
at fáa politiska semju
um dagføring av
kapitalvinningsskatta
lógini. Higartil hava
tríggir av teimum
fýra stóru flokkunum
sagt seg taka undir
við uppskotinum.
Fólkaflokkurin hev
ur enn ikki givið
sína tilsøgn, men
teir taka undir við
endamálinum í
hesum
Kapitalvinningur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Eg veit væl, at tað kann
skapa eina ójavnvág, um
vit seta eitt mark til eitt nú
31. desember. Men tann
ójavnvágin er longu gald
andi, og verður einki gjørt,
so verður hon galdandi í all
ar ævir.
Somikið greiður er Bárð
ur Nielsen, sum nú er í
ferð við at leggja seinastu
hond á uppskotið um eina
ajourføring av kapital
vinningsskattalógini. Ein
ajourføring, sum fyrst og
fremst hevur til endamáls
at tippa skattaholið, sum
íkom, tá verandi lóggáva
varð samtykt. Eitt skattahol,
sum politiska skipanin varð
væl vitandi um, men sum
táverandi landstýrismaðurin,
Karsten Hansen, segði seg
ongan møguleika hava at
tippa. Eisini hóast hann fyri
tveimum árum staðfesti
óhepnu avleiðingina, sum
hetta hevði við sær.
– Tað er sjálvandi ikki í
tráð við andan í lógini, at
nøkur skulu sleppa undan
skatti, men í hesum førinum
má bara sigast, at tað hevur
verið tingsins vilji. Tú skalt
so vera púra vísur í, at tað
ikki var mín vilji. Hjá øðrum
verða skattareglur broyttar
uttan nakra sum helst ávaring,
og skalt tú samstundis hava
nøkur koyrandi á fyrsta
flokki í allar ævir, so er tað
ikki nóg gott, ljóðaði greiða
staðfestingin sum Karsten
Hansen tá hevði um málið.
Hevur stuðul
Útvarpið hevur eisini viðgjørt
málið seinastu tíðina, og her
er komið fram, at sambands-
og
javnaðarflokkurin
siga seg taka fult undir
við ætlaða uppskotinum.
Tjóðveldisflokkurin hev
ur enn ikki sagt seg treyta
leyst taka undir við hes
um, men sum Karsten
Hansen hevur staðfest,
so tekur flokkurin undir
við aðalmálinum í hesum.
Nevnliga at javnstilla alla
skatting av kapitalvinningi.
Líkamikið, um hesin stavar
frá virðisbrøvum, sum eru
ognað fyri ella eftir 16.
november 2001.
Einasti av stóru flokkunum,
sum enn ikki veruliga hevur
meldað greitt út í málinum,
er fólkaflokkurin.
Men sambært Anfinni
Kallsberg, floksformanni,
er hetta tó ikki nakað, sum
er grundað á ein illvilja mót
vegis eini nýggjari skipan.
– Í prinsippinum ganga vit
avgjørt inn fyri, at skattingin
av kapitalvinningi skal javn
stillast. Spurningurin er bara,
hvussu hetta verður gjørt.
– Vit gjørdu jú eina
nýggja lóg í 2002, og fyri
partabrøv, sum eru ognað
eftir hetta, er jú eingin
trupulleiki. Trupulleikin er,
at eftir gomlu lógini hevði
tú skattafrítøku fyri vinningi
av partabrøvum, sum vórðu
ognað fyri 16. november
2001, og tí er umráðandi,
at vit vita, hvussu vit kunnu
skapa nakrar greiðar yvir
gangsreglur.
Ein avskriving
– Samstundis, so er eisini
umráðandi, at hesar verða
gjørdar eftir einum leisti,
sum letur seg gjøgnumføra.
Uppskotið, sum fyrilá í
heyst, var stórt sæð ein
avskriving av donsku yvir
gangsreglunum. Í Danmark
hava tey eisini almenna
virðismeting av ognum, og tí
kundi hetta gjøgnumførast.
Skal tað sama gerast í Føroy
um, so leggur hetta eitt stórt
eykaarbeiði á umsitingina,
og spurningurin er tí, hvørt
hetta letur seg gera yvir
høvur, sigur Anfinn Kalls
berg.
Hetta var atvoldin til, at
Fólkaflokkurin í heyst bað
um, at viðgerðin av málinum
varð flutt nakað.
– Eftir ætlan, so kemur
hetta ikki í gildi fyrr enn til
komandi nýggjár. Og tí er
tað betri, at vit hava góða
tíð at viðgera uppskotið,
heldur enn at tað varð
skrumblað ígjøgnum í øllum
arbeiðinum, sum var í heyst.
Fyrst og fremst, so ræður um
at finna eina loysn, sum er
haldbær her í Føroyum og
sum letur seg gjøgnumføra,
staðfestir Anfinn Kallsberg
at enda.
Verður talan um
skattliga uppgerð,
sum verður gjørd av
grannskoðarum, so
arbeiða hesir undir
endurgjaldsábyrgd.
Tað merkir, at bæði
landið og parta
eigarar kunnu krevja
endurgjald, um
arbeiðið handan
váttanina ikki er nóg
væl grundað
Kapitalvinningur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað verður staðfest av
umboði fyri ríkisgóðkendar
grannskoðarar, sum Sosial
urin hevur tosað við.
– Sjálvandi kunnu vit
ikki tryggja, at eitt felag
er júst tað vert, sum vit
gera tað upp til. Eitt neyvt
søluvirði kann ikki ásetast,
fyrr enn eitt felag er selt.
– Men í arbeiði okk
ara virka vit undir endur
gjaldsábyrgd, og tí er tað
sjálvsagt, at vit í arbeiði
okkara miða eftir, at ein
slík virðismeting er væl
grundað.
Endurgjaldsábyrgdin
merkir, at er ein grannskoðari
við arbeiði sínum orsøk
til peningamiss, so kann
grannskoðarin ábyrgdast
fyri hetta. Tað vil siga, at
kemur ein slík virðismeting
– váttað av grannskoðara
– til eitt søluvirði, sum er
væl omanfyri alt rímiligt
mark, so kann landið seta
fram endurgjaldskrav um
møguligan inntøkumiss,
sum kann stava frá slíkari.
Kemur tað hartil, so vil eitt
krav um endurgjaldsábyrgd
sjálvandi verða mett út
frá tí arbeiði, sum grann
skoðarin hevur gjørt, vísir
grannskoðarin á.
– Sjálvandi kann eitt
ævigt galdandi søluvirðið
ikki staðfestast. Men und
ir arbeiðinum hjá grann
skoðaranum verður kann
að eftir, hvørjar fortreytir
eru galdandi fyri virðis
metingina. T.d. er ikki ilt at
ímynda sær, at søluvirðið
á einum fiskiloyvi verður
munandi hægri, um nøgd
og prísir á fiski er vaksandi.
Tá kann grannskoðarin ikki
ábyrgdast fyri, at broytingar
í hesum eftirfylgjandi
hava hækkað søluvirðið á
slíkum loyvi. Men hevur
grannskoðarin ikki hald
góðar grundgevingar fyri
sínum arbeiði, so kann tal
an gerast um ábyrgd, verð
ur sagt.
Vilja hava leiðreglur
Felagið fyri ríkisgóðkendar
grannskoðarar í Føroyum
hevur viðgjørt ætlaðu lógar
broytingarnar hjá Bárði
Nielsen. Og sum so er tað
ikki tað stóra, sum teir
hava av viðmkerkingum
til hetta, skilst.
Fyrst og fremst, so vil
felagið hava nakrar greiðar
leiðreglur fyri, hvussu tey
skulu fyrihalda seg í virðis
ásetanini av fyritøkunum.
– Sjálvandi verða leið
reglur ikki meira enn veg
leiðandi. Men tær kunnu
tryggjað, at útgangsstøðið
undir ymsu váttanunum er
eintýðugt. Eitt nú kundi
ávísir satsir verið settir upp
fyri, hvør fermetraprísurin
á einum skrivstovubygningi
í Havn er, hvussu nógv
eitt fiskiloyvi av tí og tí
slagnum er vert og so
framvegis. Sjálvandi vilja
tað so verða sveiggj í ein
støku metingunum, men
tá er tað so uppgávan hjá
grannskoðaranum at kann
eftir teimum orsøkunum,
sum eru atvold til sveiggini,
verður sagt.
Grundlógin ásetir, at
ein lóggáva ongantíð
kann gerast við aftur
virkandi kraft til
ampa fyri borgaran.
Tí er neyðugt við ser
støkum uppgerðum,
um kapitalvinnings
skattalóggávan skal
broytast
Kapitalvinningur
Jákup Mørk
Ivaleyst eru fleiri vorðin
heldur bilsin, tá Bárður
Nielsen hevur tosað um, at
ein broyting í kapitalvinn
ingsskattalógini krevur, at
serstakar metingar verða
gjørdar av teimum fyritøk
um, sum verða raktar av
broytingunum. T.v.s. fyri
tøkur, har eigararnir hava
átt partabrøv síni undan 16.
november 2001. Sagt verður,
at tá vinningurin fram til
ein møguligan skeringsdag
er skattafríur, so er tað
ikki rætt, at eigararnir enn
einaferð fáa ein skattligan
fyrimun, tí virðini undan
skeringsdegnum verða ásett
enn einaferð.
Kann ikki lóggeva
Trupulleikin í hesum er
ásetingin um, at tú ikki kanst
lóggeva við afturvirkandi
kraft, og tí kann ein broyting
í lóggávuni bara tryggja, at
ein virðisøking eftir tann
skeringsdagin, sum verður
galdandi, verður skattaður.
Og altso ikki vinningur,
sum er vunnin undan hesum
degi.
Eitt roknidømi
At greiða frá hesum, kunnu
vit nýta eitt fiktivt dømi:
Eitt virkið hevur eina
skattliga eginogn á 2 mió kr.
Skattligu niðurskrivingarnar
hava tó verið stórar øll árini,
og hartil hevur virkið eitt
fiskiloyvi, sum er fingið
ókeypis frá landinum í síni
tíð. Hetta hevur við sær, at
veruliga søluvirðið á fyri
tøkuni er 20 mió kr.
30. desember 2006 stendur
eigaranum í boði at selja
virkið fyri 20 mió kr. Ger
hann av, at taka av hesum,
soleiðis at virkið verður selt
undan ársskiftinum, er allur
vinningurin skattafríur.
Verður lóg gjørd, sum
ikki tekur hædd fyri einum
møguligum søluvirði, men
afturímóti nýtir skattligu
eginognina, standast trupul
leikar av, um eigarin av
virkinum velur at bíða til
eftir ársskiftið. Tá verður
sølupeningurin framvegis 20
mió kr., men av hesum eru
18 mió kr. skattskyldugar,
tí hetta er vinningur vunnin
eftir skeringsdagin. Altso
skal seljari tá rinda góðar 5
mió kr. í skatti.
Tá vil borgarin standa í eini
verri støðu, enn hann gjørdi
undan lógarbroytingini,
hóast eingin onnur fortreyt
í handlinum er broytt. Og tað
er hesum, sum grundlógin
setir forboð fyri.
Kann ikki verða afturvirkandi
Arbeiða undir ábyrgd
Mugu seta strikuna í sandin
– Taka vit ikki uppgerðina,
so stendur henda
ójavnvágin við í allar ævir,
sigur Bárður Nielsen