fríggjadagur 13. januar 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 10 - 13. januar 2006
Áður var tað skúli
ella universitet í Norð
depli. Nú er ætlanin
at gamli skúlin skal
verða eitt savn fyri
gamlar bátamotorar.
– Tað hevði verið
harmiligt um hesir
gomlu motorarnir
fóru fyri einki og bara
blivu vekk, sigur ein
av stigtakarunum,
Hans Jørgen Nysted í
Hvannasundi
Savn
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Norðdepil: – Ja, tað hevði
verið stórt spell um teir ikki
vórðu savnaðir á einum
staði, sigur Hans Jørgen.
Saman við tveimum
øðrum sundamonnum – Sím
un Sivertsen og Absalon
Lydersen – hevur hann sett
sær fyri at fara undir eitt
motorsavn.
Her er ætlanin at fólk
skulu kunnu síggja nakrar
av teimum gomlu bensin-
motorunum. Hóast onkur
teirra er um 70 ár, so er
ætlanin at teir skulu kunna
setast í gongd.
Teir arbeiða í løtuni við
at rigga til og mála stovuna
í gamla skúlanum til eitt
slíkt savn. Og gongur sum
teir ætla og vóna, so er ikki
óhugsandi at fólk sleppa at
síggja ein part av savninum
longu í summar.
Tá vit vitjaðu á savninum
seinnapartin í gjár stóðu
tveir teir fyrstu motorarnir
í savninum.
Men tá alt verður liðugt er
ætlanin at enn fleiri motorar
skulu standa her, eins og
greitt skal verða frá søguni
hjá hesum motorunum.
Spennandi arbeiði
Hesir motorarnir, sum teir
hava savnað higartil eru
bensinmotor.
Hesir motorarnir høvdu
sína gulltíð áðrenn og aftaná
seinna heimsbardaga og
fram til nakað út í fimmti-
árini.
Men tá dieselmotorarnir
byrjaðu at koma fram, fækk
aðist talið av hesum bensin-
motorum. Vandi var nú fyri,
at hesir og søga teirra skuldi
hvørva.
Men hesir tríggir menninir
í Hvannasundi vilja tað øðr
vísi. Teirra ynski er at savna
fleiri av hesum motorum í
einum savni. Her skal so
almenningurin fáa møgu
leika at síggja hesar motorar,
fáa søgu teirra at vita og
eisini kunna hoyra, hvussu
væl teir gingu.
Ein av hesum báðum fyrstu
motorunum í savninum er
bláur á liti. Hann stavar heilt
afturi frá 1938.
– Tað sært tú her á skelt
inum. Við síðuna av árs
talinum standa so tvey onnur
tøl, sum helst vísa dag og
mánað, nær motorurin var
liðugur, tá fyri 66 árum síð
ani.
– So tú skilir, at hetta er
eitt spennandi arbeiði, sigur
Hans Jørgen.
Við liðina á hesum bláa
motorinum stendur ein
grønur motorur. Og eftir tí
sum skilst, so er hann nakað
eldri enn tann blái – helst í
tíðarskeiðnum millum 1932
og 1938.
Stórt arbeiði
Teir tríggir – Símin, Hans
Jørgen og Absalon – hava
allir havt áhuga fyri motorum
í fyrstu syftu, men eisini
gomlum bilum.
Einaferð teir tosaðu
saman um hetta kom hug
skotið at gera eitt slíkt
motorsavn í heimbygdini.
Teir søktu so Hvannasunds
kommunu um eitt høli, og
tað var beinanvegin at teir
fingu ávíst gamla skúlan í
Norðdepli.
Her eru teir nú so smátt
byrjaðir at innrætta ta ein
astu skúlastovuna til motor
savn. Ætlanin er, at fólk
skulu kunna síggja eitt
avmarkað tal av motorum
longu í summar.
Teir liggja longu inni við
fleiri motorum, og nú verður
so arbeitt við at fáa fleiri
teirra lidnar til summarið.
Tað sær kanska ikki nógv
út, tá ein motorur stendur
her sum nýggjur, vakurt
málaður og har alt skínur.
Men tað er eitt sera drúgt
arbeiði at rigga ein slíkan
motor til.
– Tak bara henda bláa
motorin her – vit byrjaðu
uppá hann seinasta summar,
og fyrst í vetur er hann vorð
in liðugur, greiðir Hans
Jørgen frá.
Sovítt teir vita, er einki
annað savn av slíkum slagi
í landinum, men í granna
londum okkara finnast fleiri
slík.
Eitt savn fyri teir gomlu motorarnar
– Tað er eitt drúgt, men kortini spennandi arbeiði at rigga hesar gomlu motorarnar til, sigur Hans Jørgen Nysted í Hvannasundi.
Tann blái motorurin er frá 1938, meðan tann grøni er uppaftur eldri
Mynd: Snorri Brend