Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-13, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2006síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 13. januar 2006 41 Skipaeftirlitið FAROESE MARITIME AUTHORITY MINISTRY OF FISHERY AND MARITIME AFFAIRS Málsviðgeri/ skrivstovufólk Skipaeftirlitið lýsir eftir einum málsviðgera/skriv- stovufólki. Starvið inniber m.a. hesar upppgávur: • málsviðgerð av sjóvinnumálum • uppfylging • journal og arkiv • fyrifallandi skrivstovuarbeiði • bókhaldsarbeiði • telefonavgreiðsla Førleikakrøv: Til starvið krevst viðkomandi útbúgving sum t.d.: • Skrivstovuútbúgving • FSH- ella HH-prógv, merkonomprógv ella líknandi saman viðkomandi starvsroyndum • góð evni at samskifta á føroyskum, norður- lendskum og enskum máli • telduførleika á brúkarastøði Í starvinum er møguleiki at fáa eftirútbúgving innan viðkomandi arbeiðsøki. Setanartreytir: Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, um- framt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tæn- astustaðurin í løtuni er Skipaeftirlitið í Miðvági. Tann, ið settur verður, má tí kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møgu- ligum viðmælum skulu vera Skipaeftirlitinum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2006, kl. 14.30. Umsóknir skulu sendast til: Skipaeftirlitið Postsmoga 26, 370 Miðvágur Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Skipaeftirlitið á tlf. 355600 og tosa við Óla Hans Hammer Olsen, deildarstjóra Pedagogar til Dagstovnin á Argjum Vísandi til dagstovnalógina søkir Dagstovnurin á Argjum eftir pedagogum bæði til vøggustovu og barnagarð at byrja 1. mars 2006 ella eftir nærri avtalu. Møguleikar eru eisini fyri parttíðarstarvi. Á stovninum eru 2 vøggustovur 3 barnagarðsstovur og ein stova við 6 ára gomlum børnum. Stovnurin er vanliga opin frá kl. 7.30 til 17.00. Dagstovnurin er ein sjálvsognarstovnur við eini 5 manna nevnd, har trý eru politiskt vald og tvey eru foreldraumboð. Umhvørvið rundanum Dagstovnin á Argjum • Beint við er hagin við alskyns møguleikum • Sandá rennur framvið, og Sandagerð er tætt við • Bussleið 2 steðgar við stovnin Stovnurin leggur dent á at bjóða • Ein pedagogik, har dentur verður lagdur á menning og avbjóðing • Virðing og trivnað, bæði hjá børnum og vaksnum • At stovnurin er opin og jaligur um framtíðina og broytingar • Forskúla og gott samstarv við skúlan Hví trívast starvsfólkið á stovninum • Tí at vit fáa fakliga mennandi avbjóðingar • Tí at vit sjálvi eru við til at seta dám á stovnin • Tí at arbeitt verður við virðum, dygd og menning Hvat kunnu vit bjóða tær • Eitt starv har tú kanst hava ávirkan • Eitt starv har tú kanst nýta tínar dygdir og samstundis menna teg sjálva(n) • Eitt starv har vit líta á teg, so tú kanst arbeiða sjálvstøðugt • Eitt starv har dentur verður lagdur á opinleika Krøv til tín • At tú ert námsfrøðingur • At tú hevur fakliga vitan, sum kann nýtast í dagliga arbeiðinum • At tú trívist við at arbeiða sjálvstøðugt • At tú hevur góð samstarvsevnir • At tú ert framfýsin Lønarviðurskifti Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Føroya kommunala Arbeiðsgevarafelag og fylgir lønarstiganum frá 10 til 16. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudrun Winthereig Rasmussen, leiðara á telefon 219019 ella at ringja 319019 lokal 10. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 18. februar 2006. kl. 12.00 F Ø R O Y S K T H E I M A V I R K I N. Finsensgøta 16 letur fyribils aftur hin 16. januar 2006. Boðað verður frá, tá ið latið verður upp aftur. Hava tygum ørindi, ringið tlf. 312453 ella 317461. Føroyskt Heimavirki -so eru tit við!