mánadagur 16. januar 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2006
3
Skulu føroyingar
hava møguleika at
keypa árliga upp til
eitt nú 25.000 kr í
partabrøvum við
skattafrádrátti? Tað
vil Óli Breckmann
hava fíggjarmálaráð-
harran at siga sína
hugsan um í Løgting-
inum. Miðflokkurin
mótmælir uppskoti-
num staðiliga
BÚSKAPUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Um vikuskiftið varð fyri-
spurningur frá Óla Breck-
mann til Bárð Nielsen,
landsstýrismann, almanna-
kunngjørdur á heimasíðu
Fólkafloksins, har løgtings-
limurin skjýtur upp, at
Landsstýrið við lóg skal
tryggja øllum føroyingum,
at um teir vilja keypa fyri
upp til 25.000 krónur árliga
í partabrøvum, so skal bera
til hjá teimum at draga hesa
upphædd frá í skatti.
Óli Breckmann vísir á, at
tann stóri handil, sum sein-
astu tíðina hevur verið við
partafeløgum og partabrøv-
um, bert er ein viðfáningur
móti teimum virðum, sum
fara at skifta eigara, um
Landsstýrið fer at einskilja
almennar fyritøkur fyri
millum 4 og 5 milliardir.
Fólkafloksmaðurin ávar-
ar eisini ímóti, at tað al-
menna fer at býta út ókeyp-
is partabrøv til føroyingar,
tí hetta hevði neyvan broytt
»tann ráðandi løntatakara-
hugburðin«,
sum
Óli
Breckmann tekur til.
Sunnukvøldið sendi Mið-
flokkurin út yvirlýsing, har
tinglimir floksins, Jenis av
Rana og Bill Justinussen,
finnast at uppskotinum.
Umframt at vísa á, at teir
ikki duga at síggja, hvussu
føroyingar kunnu keypa
tað, ið miðfloksmenninir
sjálvir meta, at føroyingar
longu eiga frammanundan,
skriva teir soleiðis í yvirlýs-
ingini:
– »Tað mest geniala er tó,
at flestu føroyingar, t.d. illa
sperdar barnafamiljur, pen-
sionistar, arbeiðsleys og vit
kundu hildið á, tey hava
neyvan ráð at keypa, fáa tí
ongan studning og missa ta
ogn, tey í dag eiga. Hini,
tey, ið hava peningin klár-
an, kunnu í friði og náðum
leggja inn undir seg aftur
tær ognir, sum vanligi før-
oyingurin bjargaði í krepp-
uni- og fáa harafturat bein-
leiðis atgongd í lands-
kassan eftir peningi at
gjalda part av hesum keypi
við.«
Roynt í Íslandi
Hesum er Bárður Nielsen,
fíggjarmálaráðharri, ið er
maðurin, sum skal svara
fyrispurninginum frá Óla
Breckmann tó ikki samdur
við. Hann er nevniliga
sjálvur heitur talsmaður
fyri at einskilja almennar
fyritøkur.
Í samrøðu við Sosialin
sigur landsstýrismaðurin, at
uppskotið hjá fólkafloks-
manninum sum so ikki er
ein nýggjur tanki, tí hatta er
tað sama, ið íslendingar
gjørdu fyri at eggja fólki til
at gera íløgur í partabrøv.
Landsstýrismaðurin vísir
tó á, at hann metir ein ávís-
an mun vera á Íslandi og
Føroyum. Íslendingar vóru
í síni tíð nevniliga ikki sørt
bangnir fyri at spara upp, tí
vandi var altíð fyri, at krón-
an varð niðurskrivað. Í Før-
oyum hava vit hinvegin al-
tíð havt sum siðvenju at
gjalda hús o.a. niður.
Aðrar broytingar
á veg
Men hóast tað er lutfalsliga
nýtt at gera slíkar íløgur hjá
sokallaðum vanligum før-
oyingum, so dylir Bárður
Nielsen tó ikki fyri, at hetta
eisini kundi virkað sum eitt
amboð til eisini at eggja
føroyingum at gjørt íløgur í
partabrøv. Hann vísir á, at
nógvir føroyingar longu
hava eitt sindur við virðis-
brøv at gera, og kemst hetta
kanska av, at nógvir handlar
eru farnir fram seinastu tíð-
ina, sum eingin hevði
droymt, fóru at henda. T.d.
eru fleiri gamlar familju-
fyritøkur seldar og succes-
søgurnar úr t. d. oljuvinn-
uni eru eisini fleiri.
Bárður Nielsen sigur, at
hóast hann metir tankan at
vera áhugaverdan, so er
hetta ein spurningur, sum
hvørki er viðgjørdur í Sam-
bandsflokkinum ella í sam-
gonguni. Tó sigur hann seg
sum so einki ímóti uppskot-
inum, tí hann metir tað vera
eitt insitament til at fáa fólk
at gera íløgur. Hann sær
hetta uppskotið tó ikki sum
ein varandi skipan, men
heldur sum eina skipan, ið
skuldi verið í gildi í eini trý
ár.
Bárður Nielsen minnir tó
á, at uppskot til broytingar í
kapitalvinnuskattalógini
eru á veg frá hansara síðu,
sum innibera, at um fólk
hava kapitalútreiðslur av í-
løgum, skulu tey kunna
draga rentútreiðslur frá
kapitalvinninginum, men
hetta uppskotið er tó ikki
líka víttfevnandi sum upp-
skotið hjá Óla Breckmann.
Løgtingið kemur saman
aftur 31. januar, og sam-
bært tingskipanini skal fyr-
ispurningurin verða svarað-
ur av Bárði Nielsen 14 yrk-
adagur eftir hetta.
Bárður Nielsen:
Vísir ikki uppskotinum hjá Óla Breckmann aftur
Bárður Nielsen sigur, at uppskot til broytingar í kapitalvinnuskattalógini eru á veg frá hansara
síðu, sum innibera, at um fólk hava kapitalútreiðslur av íløgum, skulu tey kunna draga rent-
útreiðslur frá kapitalvinninginum, men hetta uppskotið er tó ikki líka víttfevnandi sum
uppskotið hjá Óla Breckmann