Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 11 - 16. januar 2006 Nú kunnu fakfeløg ikki longur krevja, at at arbeiðsgevarar bara skulu hava limir í fakfelag í arbeiði, men tað gevur ikki forkvinnuni í Føroya Arbeiðarafelag vøkunætur Arbeiðsmarknaður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hesum stúri eg ikki so illa fyri. Ingeborg Vinther, heldur ikki, at tenninar verða trekt­ar úr fakfeløgunum, hó­ast ein dómur nú er stað­ festur á allarhægsta stigi, sum kann tulkast sum eitt álvarsligt bakkast fyri fakfelagsrørsluna. Altjóða mannarætt­inda­ dómstólurin í Haag hevur nevniliga staðfest, at ongin kann krevja, at løntakari skal vera limur í einum ávís­ um fakfelag. Tað merkir samstundis, at tað er ólógligt at partarnir á arbeiðsmarknaðinum gera avtalur sum siga, at arbeiðsgevari bara kann hava limir í ávísum fakfelag í arbeiði. Hetta er tað, sum á fakmáli nevnist ekslusiv­ ar av­talur. Sum sæst í aðrari grein her á síðuni, metir arbeiðs­ gevarafelagið, at hesin dóm­ ur kemur eisini at ávirka Føroyar. Føroya Arbeiðarafelag er nógv størsta fakfelag í landinum og tað hevur ekslusivan sáttmála við ar­beiðsgevararnar. Tað merk­ir at í teimum økjum, sum eru umboðað av Før­ oya Arbeiðarafelag, skulu øll arbeiðsfólk verða limir í arbeiðarafelagnum. Hetta er ein avtala, sum arbeiðarafeløgini hava hild­ ið ógvuliga fast um og tað er meiri enn so komið til skarpskeringar og hevur elvt til arbeiðssteðgir, tá ið arbeiðsfólk ikki hava verið limir í rætta felagnum. Rykkir ikki teppið undan Men Ingeborg vinther heldur ikki, at úrskurðurin í manna­rætt­inda­dóm­ stól­ in­u­m í farnu viku, fer at rykkja teppið undan undan fakfeløgunum. Tí hóast hon ikki stúrir so illa fyri avleiðingunum, heldur hon kortini, at talan er um eitt sera týdningarmikið mál, sum fakfeløgini fara at taka upp til viðgerðar. Enn er dómurin kortini so nýggjur, at fakfeløgini hava ikki havt stundir at viðgerða hann enn. Men hon heldur ikki, at hetta fer at føra til tær stóru broytingarnar. – Tað fer tíðin at vísa, hvørja ávirkan hetta fer at fáa í Føroyum. Fakfeløgini fara í øllum førum altíð at krevja, at rættindini hjá limunum ikki verða skerd. Tað verður eitt krav, sum vit ikki fara at víkja frá. Tænir báðum pørtum best Annars heldur hon ikki, at tað fer at vera nakar vinn­ ing­ur hjá arbeiðsgevarun­ um at máa støðið undan fakfeløgunum. – At arbeiðsfólk eru lim­ir í fakfelag ger, at ar­beiðsmarknaðurin er væl skipaður og ein vælskipað­ ur arbeiðs­marknaður tæn­ ir øllum pørtum, eisini ar­beiðsgevarunum. Fara ar­beiðsgevarar at taka fólk í arbeiði, sum ikki eru limir í fakfelag, verður ruðuleiki á arbeiðsmarknaðinum og tað er avgjørt ikki teimum til fyrimunar. Sáttmálarnir binda jú eisini arbeiðsfólki til at ganga undir ávísar treytir og tí fer tað at føra til óskil, um fólkið ikki longur skal verða skipað í felag. Ingeborg Vinther legg­ ur afturat, at tað, at øll ar­beiðsfólk eru í ein­um felag, ger, allir at arbeiðs­ gevarar mugu rinda somu løn og annars arbeiða undir somu treytum í allar mátar. – Fara arbeiðsgevarar at taka fólk í arbeiði, sum ikki eru skipað í felag, kann tað henda, at arbeiðsgevar­ ar fara at undirbjóðað hvønn annan og tað kann fullkomiliga avlagað kapp­ ingina ímillum teir ein­ støku arbeiðsgevararnar og tað verður ein stórur vansi fyri teir. Tí er tað eisini til fyrimunar fyri ar­beiðsgevararnar, at vit hava skipað viðurskifti, sigur Ingeborg Vinther. Ingeborg Vinther sig­ur, at hóast manna­rætt­inda­ dómstólurin í Haag hevur felt ein dóm, eru hetta við­ urskifti, sum partarnir á ar­beiðsmarknaðinum eiga at loysa við samráðingum sínamillum og honfrábiðjur sær politiska uppílegging. – Tað fer eisini at virka føroyska arbeiðsmarknaðin, at manna­rætt­inda­ dómstólurin í Haag hevur staðfest, at tað er ólógligt at krevja, at løntakarar skulu vera limir í fakfelag Arbeiðsmarknaður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað skal vera sjálvboðið um ein løntakari er limur í fakfelag ella ikki. Tað er niðurstøðan í ein­ um dómi, sum nú er felagur í altjóða mannarættinda­ dóm­ stólinum í Haag. Eisini føroyar eru fevnd­ar av mannarætt­ inda­­dómstólinum og tí ávirk­ar ein slíkur dómur eisini arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Og Jan Mortensen, stjóri Vinnuhúsinum staðfestir, at hetta er eitt mál, sum arbeiðsgevararnir fara at taka upp, tí manna­rætt­ indadómstólin eiga vit at halda. Tað fara teir at gera næstu ferð, samráðingar vera næsta vár. – Vit meta, at hetta er eitt mál ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Men megna vit ikki at loysa tað, er tað ein spurningur, hvat politiski myndugleikin ger, tí tað er hann, sum hevur ábyrgdina av, at vit halda mannarættindasáttmálan. Væntar ikki stórar broytingar Annars heldur stjórin í Vinnuhúsinum ikki, at hetta fer at fáa tær stóru broytingarnar. – Onkur kann hugsa, at hetta fer at gera tað torført hjá fakfeløgunum at fáa fólk at seta seg sum limir. Men eg vænti tað ikki, tí tað hevur eisini stórar fyrimunir at vera limur í fakfeløg, tí tey hava jú bæði lívstrygging, eftir­løn­ arskiparnir og aðrar sosi­ alar skipanir. Tað kann eisini hugsast, at arbeiðsgevarar fara at leggja arbeiðsfólk undir trýst og at tey fara at royna at trýsta lønina niður. Ser­ liga í kreppustøðum sum í nítiárunum við stórum ar­beiðsloysi, kann onkur hugsa, at arbeiðsgeavarar fara at trýsta fólk til at melda seg úr fakfelag og at arbeiða fyri undirløn. Tann, sum ikki letur seg kroysta, kann altíð sigast upp, tí tað standa altíð nógv fólk, sum eru klár at taka arbeiðið Men tað stúrir Jan Mortensen heldur ikki fyri. – Vit hava øll ein stór­ ­ an fyrimun av at hava ein vælskipaðan ar­­beiðs­ marknað. Ein væl­skipaður ar­­beiðs­marknaður hev­ ur stóran týdning, tí tað ví­s­ir seg, at har arbeiðs­ marknaðurin ikki er so væl­­skipaður, elvir til størri arbeiðsloysi. Men tað merk­ir ikki, at vit kunnu stavnsbinda fólk, sum vit gera nú. Ingeborg Vinther stúrir ikki fyri dómi Føroyar mugu taka avleiðingar av altjóða dómi – Fara arbeiðsgevarar í Føroyum at gera sær dælt av støðuni, verður ruðuleiki á arbeiðsmarknaðinum og tað hava arbeiðsgevarar ongan áhuga í. Tí fer tað at tæna teimum best at varðveita støðuna sum hon er, sigur Ingeborg Vinther Hvørki Ingeborg Vinther ella Jan Mortensen, vænta, at úrskurðurin í manna­rætt­indadómstólinum í Haag, fer at fáa tað stóru ávirkanina í Føroyum, tá ið samanumkemur