Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2006 11 Nógv varð gjørt burtur úr, tá Joesfina Højsted helt 100 ára dag sín sunnudagin. Dagurin byrjaði við guds­ tænastu í Funnings kirkju, og aftaná var døgurði hildin fyri innbodnum í bygdini. Seinnapartin var fyrst hildin móttøka í heiminum hjá Emmu Hansen í Hald­ órsvík, har Josefina eisini býr. Her nýttu fleiri høvið at heilsa uppá hana, og aftaná var kaffi í Avhaldshúsinum. So her varð alt gjørt til tess at heiðra hesa 100 ára gomlu kvinnuna. sb. 100 ára dagur hjá Josefinu Josefina Højsted giftist í 1930 við Knúti Højsted. Hann andaðist í 1988, 87 ára gamal Mynd: Sofus Johannesen NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Prestur, Emil Olsen heilsar uppá Josefinu Mynd: Sofus Johannesen Navn: Josefina Højsted Fødd: 15. januar 1906 á Eiði Hjúnarstøða: Gift 7. desember 1930 við Knúti Højsted úr Funningi. Knút andaðist í 1988. Bústaður: Hjá dóttrini Emmu Hansen í Haldórsvík FAKTA Rani og Poul Hallur í starvsvenjing í Miðlahúsinum Frá týsdegnum 3. til fríggja­ dagin 13. januar vóru Rani Nolsøe Johannesen, úr 9. flokki í Vágs skúla, og Poul Hallur Davidsen í 10. flokki í Sørvágs skúla, í starvsvenjing í Miðla­ húsinum í Vágsbotni. Í hesum sambandi settu vit teimum nakrar spurningar: Hví valdi tit júst hetta starvið? Tí at vit hugsaðu at tað kundi verða áhugavert. Hvat dámar tykkum at vera her? Okkum dámar væl at vera her, tí at her hendir nógv spennandi. Hvat hava tit gjørt higartil? Vit hava gjørt innsløg til blaðið við bæði aðrar praktikantar og onnur fólk. Eisini hava vit lært hvussu alt fer fram á Sosialinum, sum t.d, hvussu man ger myndir klárar við photoshop, til at koma við í blaðið, og hvussu man sjálvur ger eitt innslag og mangt annað. Kundu tit hugsað tykkum at arbeitt við hesum í framtíðini? Ja, tað kundi altíð hent. Gleða tit tykkum at fara aftur í skúla? Nei, tað gleða vit okkum ikki til. Hvussu er at verða í Havn? Tað halda vit er í fínasta slag! Rani Nolsøe Johannesen (v.m.) úr 9. flokki í Vágs skúla, og Poul Hallur Davidsen í 10. flokki í Sørvágs skúla, vóru í starvsvenjing í Miðlahúsinum í tvær vikur Mynd: Jens Kristian Vang