mánadagur 16. januar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 11 - 16. januar 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Mogens
Lútzen,
Tórshavn, andaðist á
Lágargarði hósdagin
12. januar, 96 ára
gamal. Farið verður
av
Lágargarði
kl.
17.00.
Jarðarferðin
verður úr Havnarkirkju
mánadagin kl. 13.00 Tey,
ið vilja minnast Mogens,
kunnu lata eina gávu til
Havnarkirkju, konta í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
17. januar. Antionius, róptur hin Mikli. Føddur í Herakles í
Egyptalandi umleið ár 250. Býtti allar ognir sínar út millum
tey fátæku og livdi síðan sum einbúgvi í oyðimørkini, men
stóð í brævaskifti við mætar kirkjumenn og gjørdi eisini
vart við seg í stríðinum um ta kristnu kirkjulæruna, sum
Arius íbirti. Antonius doyði í 356. Grikska navnið merkir
hin blómandi.
Sunnudagin
8.
januar
fylti Asta Poulsen á Sandi
75 ár. Asta er ættað av
Oyrarbakka, dóttir Pól og
Sannu Andreasen. Sanna
doyði í 1972 og Pól í 1980.
Asta er sjálv triðja í røðini
av einum systkinnaflokki, ið
taldi 6. Av systkinnunum eru
tey 5 enn á lívi. Olga doyði
brádliga í fyrraárið. Hini
systkini eru Torbjørn, Óluva,
Ingibørg og Lina. Asta búði
barnaárini í barnaheiminum
á Oyrarbakka, men sum 8
ára gomul noyddist hon at
flyta av bygdini, tí mamman
fekk staðfest tuberklasjúku,
og mátti innleggjast á Sana
toriið í Havn. Systkini vórðu
tá flutt í ymiskar ættir til
vinfólk og familju og Asta
fór saman við Ingibjørg
til Gjáar, har hon flutti inn
til mostir sína Jóhonnu og
mannin Sofus Debes. Hetta
varð so heim hennara næstu
8 árini. Tíðin við Gjógv
var góð og vinarbondini,
ið har vórðu knýtt, eru enn
dag í dag hildin føst. Haldi
at Hannelina, Oddvør og
Óli (børnini hjá Jóhannu
og Sofusi) eru sum systkin
fyri Astu og hava tey javnan
samband. Nógv gott kjøt er
eisini komið suður til Sands
frá Gjógv.
Aftaná 8 ár suðuri á Sana
toriinum kom Sanna aftur
til Oyrarbakka. Hon var nú
frísk av tuberklunum, men
børnini vóru tá mestsum
undankomin. Asta flutti
aftur til Oyrarbakka sum
16 ára gomul, tá mamman,
sum hon ikki hevði sæð í 8
ár, endiliga kom aftur. Hon
byrjaði tá at arbeiða í handli
á Oyrarbakka og varð hon
avhildin sum bæði røsk
og fryntlig. Havi hoyrt, at
Eiðis lækni einaferð skal
hava spurt Sannu og Pól
um tey ikki vildu lata Astu
fara at læra til sjúkrasystir,
tí hann metti hana vera so
væl egnaða, men av tí at
peningur ikki var til tað, varð
hetta av ongum.
17. februar í 1952 giftist
Asta við Michael Poulsen
av Sandi. Michael er sonur
Annu og Jógvan Poulsen
úr Soylu á Sandi. Michael
gekk á skiparaskúla í Havn,
tá tað eina Ólavsøku rann
saman teirra millum. Mær
er sagt, at fyrstu ferð hann
sá hana visti hann, at hetta
skuldi verða kona hansara.
Tey bygdu hús heima á
Sandi og stóðu tey klár at
flyta inn í, tá ið tey giftust.
Tá byrjaði ein nýggjur partur
av lívinum hjá Astu, tí nú
skuldi hon frá degi til annan
vera sandingur. Sandsbygd
var tá í tíðini langt burtur
frá Oyrarbakka, Michael
var nógv burtur við skipi og
fyrstu tíðina var longsulin
stórur. Men tað hjálpti, at
verforeldrini og familjan
annars vóru góð við hana
frá fyrsta degi og tóku hana
til sín. Tær fyrstu døturnar
komu skjótt, Hedvig í 1952
og Sanna í 1953, bara 11
mðr. ímillum. Nú var Asta
upptikin av døtrunum, og
tá eins og nú gekk hon høgt
upp í børnini, so hon hevði
nógv um at vera. Sum tíðin
leið fall Asta væl til á Sandi,
og kundi hon ikki hugsa sær
at búð nakra aðra staðir.
Jógvan varð føddur í 1960.
Michael var nógv burtur, so
meðan tey 3 børnini vóru
smá og foreldrini hjá Astu
enn vóru á lívi, plagdi Asta at
fara við børnunum at ferðast
norðureftir. Tey plagdu at
steðga leingi, onkuntíð í
mánaðir. Hedvig, Sanna
og Jógvan minnast hetta
sum stuttligar ferðir, har
tey lærdu ommu og abba,
mostrar, mammubeiggjan og
øll systkinnabørnini norðan
fyri, sum tey jú ikki sóu til
dagligt, at kenna. Í 1972 varð
yngsta dótturin Anna fødd,
og var hetta sama árið, sum
Sanna mamma Astu doyði.
Tá børnini vóru undan
komin fór Asta út at arbeiða
á Eldhúsi. Hon byrjaði við
at vaska, men seinni fór hon
at arbeiða í handlinum, har
hon stórtreivst. Hon kom í
samband við nógv fólk, og
tað dámar henni væl, hon
treivst eisini væl millum
starvsfelagar og ikki minst
húsfólki á Eldhúsi varð hon
serliga væl við. Tá ið tosað
var um løn, havi eg hoyrt
Astu svarað: ”Eg veit ikki
petti, hvat eg fái í løn, eg
arbeiði ikki fyri pengarnar”
og eg haldi, at hon veruliga
meinti tað. Henni dámdi
so avbera væl, og tí var tað
ein tung avgerð hjá Astu at
taka, tá ið hon eftir uml. 20
ár valdi at gevast at arbeiða
á Eldhúsi.
Asta hevur eisini havt
nógv álitisstørv í bygdini, alt
meira ella minni ólønt. Í nógv
ár sat hon í kirkjuráðnum
og í uml. 40 ár hevur hon
saman við Solborg vaskað
kirkjuna, ein tænasta, ið
hon hevur gingið sera høgt
uppí. Eitt skifti sat Asta í
skúlastýrinum á Sandi. Í
missiónshúsinum hevur Asta
eisini havt sín fasta sess, og
hevur hon eisini har verið
virkin, bæði handaliga og
andaliga. Hon hevur sitið í
stýrinum, verið við í sunnu
dagsskúlaarbeiðinum og hon
er limur í kvinnukredsinum,
sum hon trúføst møtir upp
til annað hvørt mánakvøld.
Eitt annað tiltak, sum Asta
seinastu árini hevur verið
sera glað fyri, er at samlast
við øðrum eldri í tilhaldinum
tvær ferðir um vikuna.
Í øllum sum Asta er
við í er hon trúføst og álít
andi. Og sera nærløgd. Í
smb. við fyrireiking av føð
ingardegnum, ið varð hildin
í missiónshúsinum á Sandi
og har uml. 150 møttu, havi
eg verið í samband við nógv
ymisk fólk, og ein setningur
sum gekk aftur var hesin -
Hon hevur uppiborið ein
ordiligan føðingardag. Haldi
at har sum Asta er, er hon
sera nógv avhildin.
Skal eg at enda siga nakað
um Astu sum mammu, so
verður tað í trá við tað sum
eg longu havi nevnt. Sjálvt
um tað kanska ljóðar sum
um hon hevur verið so nógv
upptikin, má eg siga, at vit
børn altíð hava staðið henni
fremst, og gera tað framvegis,
børn, svigarbørn, barnabørn
og langommubørn øll hava
vit okkara serliga pláss í
hennara hjarta, og tað er eitt
sera stórt hjarta, sum brennir
fyri at hjálpa okkum, so væl
sum hon kann. Altíð hevur
hon havt eitt serligt tak á
børnunum, og tey eru eisini
sera góð við hana.
Vit minnast mammuna
sum ótrúliga arbeiðssama,
tíðliga upp og seint í song,
og altíð hevur hon rokast
inni ella úti. Ótrúliga røsk
til hendurnar hevur hon altíð
verið so tað liggur mangt
plaggið eftir hana, serliga
hevur hon bundið nógv, men
eisini annað handarbeiði
hevur hon gjørt nógv av, og
er tað altíð so sera snøgt í
allar mátar. Vit minnast eisini
mammuna sum ógvuliga
hjálpsama, hon hevur altíð
hjálpt til har hon hevur
kunnað, vit minnast allar
ommurnar vit áttu; Gikka-
omman,
Stina-omman,
Lell-omman. Allar gamlar
konur í grannalagnum, sum
mamman gekk inn til og
rætti eina hjálpandi hond
um tørvur var á tí. Okkara
egnu ommu tók mamman
sær eisini nógv av, heilt til
tað seinasta.
Nú vit øll systkinni eru
flutt av oynni, gleðast vit
um at mamman og pápin
eru so røsk at koma at
vitja, og mamman er ein
takknemmiligur
gestur
at fáa. Hon setir seg ikki
hendur í favn og bíðar eftir
at verða uppvartað, nei tað
dugir hon ikki, fyrsta hon er
komin upp á pláss, spyr hon
- hvat skal eg gera? Og so er
bara at finna uppá okkurt til
hana at gera, tí annars keðir
hon seg.
Til allar seinast skulu
vit systkini við familjum
takka tær og pápanum fyri
allan kærleika og umsorgan
tykkara og ynskja tykkum
Harrans signing framyvir.
Børnini við familju
Asta Poulsen 75 ár