Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 11 - 16. januar 2006 Fimleikahallirnar í Rituvík og á Glyvrum vóru seinasta viku- skiftið karmar um venjingar hjá amboðsfimleikar- unum hjá Støkk, sum høvdu úr at gera við venjingum og fyri- reikingum til steypa- kappingarnar og norðurlendska meist- araskapin. FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Amboðsfimleikararnir hjá Støkk hava úr at gera við venjingum og fyrireiking- um í løtuni. Teir elstu fim- leikararnir arbeiða serliga ímóti at sleppa við á lands- liðið, sum skal kappast um norðurlendska meistara- skapin í amboðsfimleiki, sum verður í Íslandi í apríl. Í februar verða tríggjar steypakappingar í amboðs- fimleiki á skránni hjá fim- leikarunum í bólki 3 og 4. Fyrsta kappingin verður í lopi, onnur á gólvinum, og í triðju kappingini kappast genturnar og kvinnurnar á bitanum, og dreingirnir og menninir í ringunum. Havnar Fimleikafelag, Ljósið og Støkk, sum eru trý tey størstu fimleika- feløgini í landinum, skulu skipa fyri hvør sínari kapping. Sostatt vera tvær av kappingunum í Havn, meðan tann triðja verður í Rituvík. Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Fimleikasamband skipar fyri tílíkum steypa- kappingum. Orsøkin er, at FFS metir, at ov fáar kapp- ingar eru fyri amboðsfim- leikararnar, og tí er avgerð tikin um at skipa fyri hesum steypakappingunum afturat hinum vanligu kappingunum. Farna vikuskifti fingu amboðsfimleikararnir hjá Støkk hjálp úr Nakskov í Danmark. Tað vóru tey bæði Birgitte Bertelsen og Alexander Wilinski, sum løgdu teimum lag á. Birgitte er systir núverandi landsliðsvenjaran Henrik Bertelsen. Hon er fimleika- lærari og koreografur í Nakskov. Alexander Wil- inski er póllendingur og undirvísir í fimleiki burtur- av í Nakskov. Venjingarnar vóru í fim- leikahallunum í Rituvíkar- og Glyvra skúla. Foreldur og fimleikarar høvdu sett ein part av lopgólvinum upp á Glyvrum, har Birgitte vandi seriur til gólv og bita við gentunum og kvinnu- num. Hon sigur, at tað er umráðandi at hava stíl millum lopini á gólvinum og bitanum, soleiðis at heildarmyndin av fram- førsluni verður góð. Í høllini í Rituvík stóðu øll amboðini frammi, og har hevði Alexander undirvísing í lopteknikki, bæði við dreingjum, monn- um, gentum og kvinnum, umframt at hann legði venjarunum lag á at taka rætt ímóti lopunum. Alexander og Birgitte hava verið í Føroyum einaferð fyrr. Hetta var áðrenn oyggjaleikirnar í Hetlandi, og tá vandu tey landsliðið fyri Henrik Bertelsen. Tey bæði eru ovfarin av støðinum, sum føroyskir fimleikarar eru á; serliga, tá ið hugsað verður um vánaligu venjingarum- støðurnar, sum eru her. Venjararnir hjá Støkk siga tað vera alneyðugt at fáa íblástur og vegleiðing aðrastaðni frá, og tí hava tey fingið Alexander og Birgitte at koma og leggja fimleikarunum lag á. Tað er umráðandi at fáa innlit í, hvussu fimleikararnir kunnu koma víðari og hækka støðið enn meira. Venjararnir lata væl at vikuskiftinum og siga, at tey hava øll fingið nógv burturúr. Fyrireikingar til steypakappingar og norðurlendska meistaraskapin Birgitte Bertelsen leggur her Silju og Fríðhild lag á, hvussu tær skulu gera. Katrin aftur í Neistanum Einki er at ivast í, at tey í Neistanum síggja tað sum stóran fong, nú skotsterka Katrin á Neystabø eftir øllum at døma aftur verður partur av liðnum Hóast tað mundi koma illa við hjá Neistanum, tá Ása á Neystabø fyri viku síðani breyt hondina, so hava tær bláu kortini fingið onkur góð tíðindi seinastu tíðina. Katrin á Neystabø - stórasystir hjá Ásu - verður nevnliga í Føroyum kom- andi mánaðirnar, eftir at hon annars hevur verið burturstødd í útbúgvingar- ørindum. Og tað er heilt víst ein kærkomin styrkur hjá liðnum, sum hevur nakrar sera týdningarmikl- ar dystir fyri framman. Fyrst og fremst, so snýr tað seg kanska um at vinna seinnu hálvfinaluna í steypakappingini móti StÍF, men hartil hevur Neistin eisini sera týdnignarmiklar landskappingardyst móti VB í næstum. Ein dystur, sum ikki er vorðin minni týdningarmikil, nú VB megnaði at basa Stjørnuni í Klaksvík. -mørk Sunda róðrafelag fær nú nýggjan Sjóriddara og nýggjan Hvassa. Tað er Sámal Hansen, bátasmiður, sum smíðar báð- ar bátarnar, og við heima- síðuna hjá Havnar Róðrar- felag, www.drekin.fo, stað- festir formaðurin í Sunda Róðrarfelag, Katrin Peter- sen, at tey eru sera spent til nýggju bátnir koma. Katrin sigur, at tey í løtuni hava gentumanning til Hvassa og dreingjamanning til Sjóriddaran, og tí verður felagið undir øllum umstøðum við í tveimum róðrarbólkum afturat í ár. Í fjør tók felagið bara lut í alvaróðrinum. -mørk Anita, Kristina, Monika, Anna, Silja og Fríðhild eru í bólki 3 og 4 hjá Støkk.a Tveir bátar til Sundalagið