Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 12 - 17. januar 2006 Pedagogur Søkt verður eftir einum pedagogi 35 tímar um vikuna, at byrja 1. mars 2006 ella eftir nærri avtalu. Á stovuni eru 17 børn í aldrinum 3-5 ár. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur. Børnini eru í aldrinum 3-7 ár. Í okkara arbeiði leggja vit dent á: • Trivnaðin • Menning • Opinleika • Samarbeiði Vit ynskja at umsøkjarin: • Hevur góð samstarvsevni. • Er røkin, nærlagdur og álítandi. • Nýhugsandi og ígongdsetandi. • At tú heldur tað verða spennandi og mennandi. Løn sambart sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Føroya. Meiri fæst at vita við at ringja til okkum og tosa við leiðaran Elsebet Bolstad ella varaleiðaran Eyðvør Jensen tlf. 317878 Umsókn við avriti av prógvið og møguligum viðmæli skal verða okkum í hendi seinast 10. februar 2006. Barnagarðurin á Konmansmýru Bilsmiður Fyri ein av kundum okkara, ein bilverkstaður í Eysturoy, verður søkt eftir einum bilsmiði. Virkislýsing: Tað snýr seg um ein bilverkstað har uml. 4-5 bil- smiðir arbeiða. Amboðini eru nýmótans og arbeiðini eru fjølbroytt, so sum mekaniskt arbeiði, upprætting, lakering, søla og áseting av dekkum v.m. Starvslýsing og førleikakrøv: Starvið umfatar alt verkstaðsarbeiði. Tað er neyðugt at kunna arbeiða sjálvstøðugt, og førleiki innan sproytulakering er ein treyt. Setanartreytir: Starvið er heiltíðarstarv, løn og setanarviðurskifti sambært avtalu. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Páll Højgaard, tlf. 441666. Umsóknir: Skrivlig umsókn við avriti av møguligum prógvum og starvsroyndum verður at senda innan 1. februar 2006 til: Sp/F Grannskoðarastovan á Skála Dalabøur FO-480 Skála Hús ynskjast til keyps Hevur tú eini hús í Suðurstreymoy, lítil ella stór, summarhús ella heilárshús - alt hevur áhuga. Um vit koma ásamt um prísin, er ikki neyðugt, at tey verða yvirtikin beinanvegin, tað er tín avgerð. Tú kanst avhenda tey nú, um 1/2 ár ella eitt ár ella so. Skriva til Sosialurin, Box 76, FO-110 Tórshavn Bill. mrk. 1230 Vágs kvøldskúli Treytað av góðkenning og nóg góðari undirtøku, ætla vit at fara undir at geva frálæru í »Lógarkravda SRC/ROC-VHF skeiðið« Byrjað verður ætlandi uml. 1. februar 2006. Tilmelding innan 29. januar 2006 á tlf. 591196 (Don). Luttøkugjald á 200,- kr í Suðuroyar Sparikassa (kvøldskúlin). Kvittan skal havast við fyrsta kvøldið. Undirvísari verður don Petersen. Undirvíst verður í Vágs skúla. Felags barna- verndartænastan fyri Fuglafjarðar- og Leirvíkar kommunu er at hitta yrkadagar frá kl. 8.00-16.00 á tlf. 210806. Uttanfyri hesar tíðir ber til at koma í samband við barnaverndarnevndina á tlf. 215006. Fuglafjarðar kommuna, barnaverndartænastan /GNINMATRNR°(OMRUMÓ+OLLAFIRžIERTILS’LUUMHØSKANDIBOžFST ,OFT'ONGDOGK’MUR-IžHDD+’KUR STOVA BAžIRÞM DURURGONGDOGKAMAR+JALLARI%RAVSKILDRAžUR"ILHÞSOGHJALLUR'RUND’KIERM·TSâNIžERSERAGOTT £HUGAžKUNNURINGJAÉTELELLA (UGNALIGHÞSÓ+OLLAFIRžI Aðalfundur Aðalfundurin hjá Tvøroyrar Bóltfelag, verður leygardagin tann 4. februar kl. 17.00. Skrá sambært lógum felagsins. Tvøroyrar Bóltfelag FO-800 Tvøroyri Tlf. 371570 · Fax 372570 e-mail: tb@tb.fo Nú hevur tú møguleika at vera við á einum skeiði fyri bólkar, har tú leggur av at roykja. Roykisteðg-skeiðið verður fyriskipað av roykiavvenj- ara á Eysturoyar Apoteki og er skipað soleiðis: Í hvørjum bólki verða uml. 8-10 luttakarar. Vit møtast 5 týskvøld yvir uml. 6 vikur og hvør kvøldfundur er uml. 2-3 tímar. Byrjað verður týskvøldið 24. januar og síðani møt- ast vit hvørt týskvøld næstu vikurnar. Skeiðið endar týskvøldið 7. mars. Miðskeiðis í skeiðnum verður dagurin ásettur, tá ið tú skalt leggja av at roykja! Kostnaðurin fyri skeiðið er 1000,- kr. og tilmelding fer fram á Eysturoyar Apoteki. Hevur tú fyrispurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja á Eysturoyar Apotek og spyrja eftir Mariu Olsen. Eysturoyar Apotek Eysturoyar Apotek Til sølu Sethús á Norðoyri. Grundøki: 435 m2. Kjallarahædd: óinnrættað. Stovuhædd: 104,3 m2. Stova, køkur, 3 kømur, 1 baðirúm, gangur, durur, wc og trappurúm niður í kjallara. Ognin verður seld um hóskandi boð fæst. Áhugað kunnu venda sær til Húsalánsgrunnin, tlf. 314583