Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 14 - 19. januar 2006 Ferðamynstrið hjá føroyingum hevur broytt seg nokk so fitt hesi seinnu árini. Serliga eru tað tær sonevndu pakkaloysnirnar, ið gerast alsamt betri umtóktar, sigur Hendrik Egholm, marknaðarstjóri hjá Smyril Line Ferðavinna Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hesi seinnu árini hevur Smyril Line havt ein støð­ugan vøkstur í sølu av pakkaferðum, har fam­ ilj­ur fara við bili við Norr­ønu. Serliga er tað til Danmarkar, at leiðin gongur, og í pakkanum, sum familjurnar hava keypt sær, er eisini uppihald á einum frítíðarmiðdepli ella einum summarhúsi. Tað er fyrst og fremst tann millum føroyingar so kenda Danland-ketan, ið fær vitjan av føroyskum familjum. Lætt at ferðast Hendrik Egholm sigur, at tað er sera stórur áhugi fyri at fara til serliga frí­ tíð­armiðdeplarnar, og hann ivast ikki í, at ein av orsøkunum til hetta er, at hesir miðdeplar hava nógv at bjóða børnunum. – Teir allarflestu hava antin ein svimjihyl ella eitt heilt baðiland, og so er ein rúgva av øðrum tilboðum til børnini. Tað kann til dømis verða spælipláss, trampolin, hoppipúta, klatriborg, djór og mangt, mangt annað, sig­ ur hann. Somuleiðis heldur Hendrik Egholm, at fleiri og fleiri velja slíkar pakkaferðir, tí tað tá er so ómakaleyst at ferðast bæði aftur og fram. – Tú pakkar tær bilin heima við hús í Føroyum, koyrir umborð á Norrønu, og tá ið tú kemur til Dan­ markar, koyrir tú eini 2 tímar til frítíðarmiðdeplin, har tú pakkar út aftur. Tað er ómetaliga ómakaleyst, og tú sleppur undan øllum stríðnum, sum tú annars hevur, um tú ferðast á annan hátt. Danmark er samstundis eitt bíligt land fyri føroyingar, og mong keypa stórt inn tá tey eru á ferð. Tá er bilurin hentur at hava við, og hettar spælir eisini inn. Ferðast alt árið Nakað annað, sum tey á Smyril Line hava lagt til merkis seinnu árini, er, at føroyingar í dag, í nógv størri mun enn fyrr, ferðast uttan fyri háárstíð. Serliga er tað um páskirnar og um heystið, at nógvar føroyskar familjur leita av landinum í áðurnevndu frí­ tíðarmiðdeplar. – Vit hava í nøkur ár bjóð­að pakkaferðir til eitt nú Danland í Blokhus á páskum, og tað hevur verið serstakliga væl móttikið. Tað hevur verið ein hópur av føroyingum á hesum mið­ deplum um páskirnar í fleiri ár, greiðir Hendrik Egholm frá og leggur afturat, at tað væntandi eru lágu prísirnir sum gera, at so nógvar føroyskar familiur vejla at halda páskir í Danland. Hann vísir eisini á, at veðrið kann verða heilt gott í Danmark og hinum skandinavisku lond­unum á páskum. Í ár liggja páskirnar mitt í april, og tá er várið longu byrjað í Danmark. Eitt annað, sum tey á Smyr­ il Line hava lagt til merkis, er, at nógvar familjur venda aftur. Tað vil siga, at hesar familjur ár um ár fara á slíkar ferðir. Pakkaferðir vinna fram Børnunum dáma altíð væl at sleppa at svimja. So at siga allir frítíðarmiðdeplarnir hjá Danland hava baðiland ella svimjihyl, har møguleikarnir eru góðir at stytta sær um stundir Danland er ein røða av frítíðarmiðdeplum í Danmark. Í løtuni er talan um 25 ymiskar miðdeplar, ið liggja spjaddir kring alt Danmark. Sum vitjandi verður gist í antin eini íbúð í einum størri bygningi, ella gistir tú í einum sjálvstøðugum frítíðarhúsi á miðdeplinum. Hetta ger tað møguligt hjá teimum vitjandi at gera mat sjálvi, men miðdeplarnir hava í flestu førum eisini eina matstovu, har ymiskt fæst til keyps. Á øllum Danland frítíðarmiðdeplum eru nógvir hent­ leikar, ið børn kunnu nýta til at stytta sær stundir við, og so at siga allir miðdeplarnir hava eisini antin egið baðiland ella svimjihyl. Allir teir 25 frítíðarmiðdeplarnir hjá Danland liggja tætt við sjógv og strond. Smyril Line selir familiupakkar til Danland um páskirnar úr kr. 6.570 fyri 2 vaksin, 2 børn, bil og eina viku í íbúð í Danland. Meira fæst at vita um Danland á www.smyril-line.fo ella www.danland.dk tn FAKTA UM DANLAND Í einum stórum parti av íbúðunum á teimum ymisku Danland-miðdeplunum kanst tú sita í stovuni hjá tær og hyggja út á sjógv bilatorgi‹ Føroyski brúktbilamarkna›urin - í Sosialinum hvønn hósdag SUZUKI IGNIS 1,5I 110 HK Árg 2005, Km 19.000. Sera kvikur. Kr. 129.000. DAEWOO LEGANZA Árg 2002, Væl útgjørdur vi› t.d. le›ursetrum . Kr. 139.000. SEAT CORDOBA DIESEL Árg 1999, Km 92.000. Kr. 55.000. MAZDA E-2200 Árg 2000, Km 120.000. prísur 65.000 v. mvg. N‡liga sproyta›ur og hevur øll eftirlit. . CITROËN ZX Árg 1993, Km 109.000. Kr. 17.000. BMW 320I Árg 2002, Km 29.000. 6 syl. 2,2i vi› 170 hk. Er væl útgjørdur. Kr. 249.000. PEUGEOT 806 Árg mai 2001, Prísur 135.0000. Fyrivarni ver›ur tiki› fyri villum Føroyski brúktbilamarknaðurin – í Sosialurin hvønn hósdag bilatorgið