hósdagur 19. januar 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2006
3
Av tí at uppgávurnar alsamt økjast, søkja
vit eftir fólki við serførleika innan víðøkis-
og lokalnet umframt Windows am-
bætarar.
Elektron umsitur eina stóra innlegging av
Windows ambætarum, og vit hava egið víðøkisnet, ið byggir á tráð-
leysu breiðbandstøknina WiMAX og Cisco routarar.
Vit reka kervið hjá alsamt fleiri fyritøkum og hava tí brúk fyri netfólki,
við serførleika innan Cisco tøkni og fólki við fjølbroyttum innliti í
Microsoft tøkni, m.a. Active Directory, Exchange og SQL, og innlit í
trygdarviðurskifti í Cisco og Windows innleggingum.
Vit kunnu bjóða eitt spennandi arbeiðslív á einum framtakshugaðum
arbeiðsplássi, har vit ofta hava nógv um at vera, og við sera dugna-
ligum og vinaligum starvsfeløgum. Tú fært nóg mikið av uppgávum
og avbjóðingum og fært góðar møguleikar at menna teg. Vit leggja
dent á at tú trívist og at javnvágin millum
avbjóðingar og handahóvsuppgávur er
hóskani fyri júst teg.
Vit rokna við at tú hevur viðkomandi út-
búgving og hevur royndir við einum ella
fleiri av nevndu økjum. Harumframt leggja vit dent á, at tú ert tænastu-
sinnað(ur) mótvegis bæði starvsfeløgum og kundum, ert røkin, skjótt
kann seta seg inn í nýggja tøkni og starvsøkir og kann arbeiða eins væl
sjálvstøðugt og saman við øðrum.
Hevur hetta tín áhuga, kanst tú senda eina umsøkn við c.v. og til-
mælum til Sóleyð Hofgaard, systemleiðara, Staravegur 9, 110 Tórshavn,
ella við telduposti til soleyd@elektron.fo. Umsøknin skal vera okkum í
hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. februar 2006.
Hevur tú spurningar til størvini, kanst tú venda tær til
Sóleyð Hofgaard, telefon 545128.
Elektron
søkir eftir
kervisfólki
Seinasta lagi fríggjadagin 3. februar 2006
soleyd@elektron.fo
P/F Elektron er heildarveitari av KT-tænastum. Okkara kundar eru peningastovnar,
almennir stovnar og fyritøkur. Størstu partaeigararnir eru Føroya Banki, Føroya
Sparikassi og Føroya Landsstýri. Á P/F Elektron starvast umleið 60 fólk og nettosølan
var umleið 50 mió. kr. í 2004.
Staravegur 9 · P.O. BOX 3219
FO-110 Tórshavn
Tel.: +298 34 51 00
e-mail: info@elektron.fo
Stephanssons Hús
Havgrímur Johanne-
sen og Petur Olsen
hava gjørt avtalu um
at selja samtakið, sum
eigur og rekur Café
Natúr, Eclipse og Rex.
Nýggju »náttarkong-
arnir« í høvuðsstað-
num eru Eyðun Sim-
onsen, Hans Jørgen
Djurhuus og Poul
Arni Jacobsen
NÁTTARLÍV
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Eg setti mær fyri at reka
virksemi í undirhaldsvinn-
uni í fimm ár. Og nú eru
fimm ár liðin, síðani eg
byrjaði við rakstrinum av
Platform.
Soleiðis sigur Havgrímur
Johnnesen, stjóri í samtaki-
num handan tey trý dansi-
og skeinkistøðini í Havn.
Tá hann byrjaði fyri fimm
árum síðani, var tað í kapp-
ing við eitt nú Petur Olsen,
men fyri tveimum árum
síðani gjørdu teir báðir av
at kasta saman.
Nýggir náttarkongar
Nú hava teir báðir so eisini
gjørt av at selja saman. Og
frá 1. apríl í ár verður talan
um nýggjar eigarar av sam-
takinum. Tað eru Poul Arni
Jacobsen og Hans Jørgen
Djurhuus úr Gøtu, sum
saman við Eyðuni Sim-
onsen í Havn hava keypt
samtakið fyri eina ikki
upplýsta upphædd.
Hóast talan er um ungar
menn, so hava teir tríggir
longu nú hampuliga drúgv-
ar royndir innan vinnuligt
virksemi. Hans Jørgen eig-
ur PW-handilin í Gøtu,
Eyðun eigur Kiosk Activ í
Havn, og Poul Arni starvast
í løtuni hjá grannskoðara-
virkinum SPEKT í Havn
Tað verður Poul Arni
Jacobsen,
sum
verður
nýggjur stjóri í samtaki-
num, men hann staðfestir,
at talan sum so ikki verður
um
nakra
kollveltnadi
broyting.
– Vit síggja hetta sum
eina spennandi iløgu, og
sjálvir halda vit, at potenti-
alið í hesi vinnuni er rætti-
liga stórt. Men talan verður
tó ikki um nakrar kollvelt-
andi broytingar. Fram til 1.
apríl veðrur so eingin
broyting, tí handilin verður
ikki staðfestur fyrr enn tá.
Fryst og fremst, tí vit halda,
at ein handil av hesari
støddini krevur eina ávísa
tíð at gjøgnumføra í øllum
smálutum. Hartil hava vit
gjørt avtalu um, at Havgrí-
mur fyrstu tíðina kemur at
virka sum leiðari hjá okk-
um. Ikki minst tí hann hev-
ur nakrar sera virðismiklar
royndir á hesum økinum,
sigur Poul Arni.
Eingin ivi
Eitt, sum tó verður neyðugt
hjá eigarunum, um íløgan
skal rentast, verður at virk-
semið gevur yvirskot. Nak-
að sum ikki var støðan í
2004.
Hinvegin eru stórar um-
byggingar og broytingar
annars farnar fram í virk-
seminum, og Poul Arni tyk-
ist hava sera góðar vónir.
– Sjálvandi skal yvirskot
fáast burturúr, og tað rokna
vit eisini við. Annars høvdu
vit ikki farið undir hesa ætl-
anina. Vit meta avgjørt, at
møguleikarnir í hesum eru
sera stórir, og vit fara við
góðum treysti undir av-
bjóðingina, staðfestir Poul
Arni at enda.
Hava keypt náttarlívið í Havn
Eyðun Simonsen, Hans Jørgen Djurhuus og Poul Arni Jacobsen yvirtaka frá 1. apríl trý av stóru dansi- og skeinkistøðunum í
høvuðsstaðnum
Mynd: Jens Kristian Vang