hósdagur 19. januar 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 14 - 19. januar 2006
*Ê9,Ê/91Ê"Ê (,
*>sÊLÊ
i>ÊÊÌÖÕ]ÊÞÀsÊÕLÀsÊ}Ê
Õ}sÊÌÞÕÊ?ÊviÀs°Ê-isÃÊ
>ÊÌÌÊvÀÃÊ}ÊÛCÖÌ
Û`ÊÌÊ`ÞÀ>ÀÊ?ÊÌÞ>À>Ê>>`ÊvÀÌs>À`i«ÊqÊv?>ÀÊiÌÀ>ÀÊ
vÀ?Ê>ÃÌ
]Ê
>ÀÊ ÀÀ>Êi}}ÕÀÊ>̰ÊCÌÌ>ÀÊ}iÀÃÌÊÌ>sʰÊ>>`Ê
iÛÕÀÊ>Ì]ÊÃÕÊ
ÀiÛÃÌÊvÞÀÊ>ÌÊÌÌÊ}ÊL©ÀÊv?>Êi>Ê}Þ>`ÊÛÕÊÃ>>°
ÓÊÛ>ÃÊ}ÊÓÊL©ÀÊÛ°ÊLÊÌÊ>>`ÊÖÀÊÊ
ȰxÇä]
À>sÊiÀ\ÊiÀsÊvÀ>Ê}Ê>vÌÕÀÊÊ{ÊÞ}}Õ>>ÀÊÛ°ÊÜVÉL>sÊÛ°Ê>ÀÌÊÕ««
>`ÊÊÓÊÛiÀÃÃLÖsÊ?Ê>>`ÊÊ
ÕÃÊi>ÊÀÌÃ
>ðÊ
Þ>ÃÌ>sÕÀ\Ê"Õ>Û}>`ÊÀ°Ê£Óä]ÊvÞÀÊ
Û©ÊviÀs>`°ÊÛ}ÀisÃÕ}>`ÊÀ°Ê£Óä]ÊvÞÀÊ
Li}}}>°ÊÀ?viÀsÀÊäȰä{]ʣΰä{Ê}ÊÓä°ä{°
3 & 1 3 0 ;
777°-9,
°"
/
°\ʳÓnÊÎ{xää
Virðið á ognunum
hjá teimum, sum eiga
partabrøv í Atlantic
Petroleum, hevur
fingið eitt ordiligt
spark uppeftir
seinastu vikuna
Partabrøv
Jákup Mørk
Fyri fáum døgum síðani
kundi Sosialurin endurgeva
eina greinin – analysu
–– av partabrævinum hjá
Atlantic Petroleum. Høv
uðsniðurstøðurnar í hesari
vóru, at leitingarloyvini
hjá felagnum vóru væl og
virðiliga undirmett. Ikki
minst nú stór fund eru
gjørd nærhendis føroyska
markinum. Hartil varð
mett, at føroyska felagið alt
annað líka hevur ein greiðan
fyrimun, um borast skal
eftir olju á føroyskum øki.
Og endaliga varð staðfest,
at vantandi kurshækkingar
higartil einamest stavaðu frá,
at íslendski marknaðurin ikki
er vanur við oljupartabrøv.
Tilmælið í greiningini var
greitt. Potentielli kursurin
var ikki 412, sum tá var
galdandi, men 882! Og tað
hevur sett ferð á handilin av
føroyska virðisbrævinum í
Íslandi.
Tvífaldað í eina viku
Síðani greiningin varð gjørd,
er kursurin á partabrævinum
hjá Atlantic Petroleum nærum
tvfalduður. Bara mikudagin
var lopið heili 41%, soleiðis
at kursurin var komin upp
á 804, tá marknaðurin
læt aftur. Handlarnir við
partabrævinum hava náttúr
ligt eisini upplivað eina stóra
øking. Tá hesir hava verið
mestir, hevur partabrævið
umsett fyri 5,6 mió kr. um
dagin.
Við stóra vøkstrinum
hesar seinastu dagarnar, er
eingin sum helst ivi um, at
talan higartil hevur verið
um framúr góða íløgu hjá
teimum, sum hava sett
pening í Atlantic Petroleum.
Bara síðani seinastu parta
peningshækkan hevur rentan
verið 203%. Og tað er nú
ikki so galið avkast innan
fyri bara 13 mánaðir.
Føroyskir oljusheikar
Tað líkist nærum inntøkukurvuni hjá Gíriki McGvagg, tá hugt verður at kursbroytingunum í
virðisbrævinum hjá Atlantic Petroleum
Sjónvarpið býður
hyggjarunum at
fylgja við í teimum
dagligu avgerðunum,
sum liggja aftan fyri
tíðindasendingarnar
SJÓNVARPIÐ
Á
heimasíðuni
hjá
sjónvarpinum ber til
hjá hyggjarum at gera
beinleiðis viðmerkingar
til sendingarnar, og red
aktørurin bindur seg til at
svara dagin eftir.
Allar
tíðindasend
ingarnar eru úrslit av
valum, sum verða gjørd
frá morgunstundini til
sendingin fer í luftina
klokkan átta um kvøldið.
Summi evni – ella innsløg
– siga seg næsta sjálvt,
tí tey eru á dagsskránni,
meðan onnur eru úrslit
av einum vali, sum rek
adsjónin ger. Sjálvandi
kunnu øll ikki vera samd
um tey evnini, sum enda í
sjónvarpstíðindunum, men
møguleiki eigur at vea fyri
at skifta orð um, hvat eru
tíðindi, hvat eigur at takast
við ella hvussu ein sending
eigur at skipast.
Soleiðis sigur Sjónvarpið
í tíðindaskrivi, nú tey hava
boðið hyggjarum at fylgja
við í teimum dagligu
avgerðunum aftan fyri tíð
indavalið.
Umframt at velja evni,
sum so ella so eru áhugaverd,
viðkomandi, spennandi
ella týdningarmikil, so
skulu fólk – fotograftur
og journalistur – vera tøk.
At gera sjónvarp krevur,
at man er á staðnum fyri
at fáa myndir. Í øðrum
fjølmiðlum er ofta nakað
lættari at ringja og fáa tær
upplýsingar, sum skulu
brúkast.
Á heimasíðuni hjá
sjónvarpinum
www.
svf.fo – er ávísing til
kjak um tær einstøku
tíðindasendingarnar og
møguleikin fyri opnum
kjakið um evni, sum
viðvíkja fjølmiðlum ella
øðrum evnum, sum hava
áhuga hjá hyggjarunum.
Eftir hvørja Dag og
Viku skrivar redaktørurin
einar 10-15 reglur um, hví
sendingin bleiv sum bleiv.
Tær
viðmerkingarnar
vera so grundarlagið fyri
kjaki, viðmerkingum ella
fyrispurningum.
Redaktørurin bindur seg
til at svara aftur á kjakinum
dagin eftir.
Fyri at vera við skal man
skráseta seg einaferð við
einum navni, sum kann
vera rætta navnið ella
eitthvørt dulnavn.
Kjak um Dag og
Viku á netinum