hósdagur 19. januar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 – 19. januar 2006
5
Gamli Timbur
handilin ella
Snikkaravirkið á
Kambsdali, sum
bygningurin eisini
verður róptur,
er lýstur til sølu.
– Áhugi er fyri
bygninginum, og vit
hava fingið eini 2–3
rímiliga ítøkilig boð,
sigur borgarstjórin
í Fuglafjarðar
kommunu, Sigurd
Simonsen
Kambsdalur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í sambandi við fíggjar
ætlanina hjá Fuglafjarðar
kommunu fyri 2006, hevur
bygdarráðið samtykt at selja
gamla Timburhandilin ella
Snikkaravirkið á Kambs
dali.
Kommunan
yvirtók
bygningin, tá ið Havnar
Timburhandil bygdi nýggjan
bygning á Kambsdali, og
síðan hava ymiskar ætlanir
verið á borðinum um, hvat
bygningurin skal brúkast
til.
Fleiri fram við
Avgjørt er at selja, og
bygningurin er lýstur til
sølu.
Sigurd Simonsen, borgar
stjóri, sigur, at áhugi er fyri
at keypa bygningin.
– Tað eru fleiri, sum eru
fram við, og vit hava fingið
eini 2–3 rímiliga ítøkilig
boð.
Borgarstjórin sigur, at
hann hevur fingið til upp
gávu frá bygdaráðnum at
samskipa søluna, og tá ið
greitt er, hvørji ítøkiligu boð
ini eru, verður málið lagt fyri
bygdarráðið til støðutakan.
– Enn er eingin støða tikin
til, hvør keyparin verður,
sigur Sigurd Simonsen.
Bassi áhugaður
Sosialurin hevur skilt, at mill
um áhugaðu keypararnir er
Kristian Suni Jensen, vanliga
róptur Bassi, sum eigur og
rekur Haraldsen–fyritøkuna
í Fuglafirði.
Men Bassi vil hvørki
vátta ella avsanna, at hann
liggur fram við at keypa
gamla Snikkaravirkið á
Kambsdali.
Sigurd Simonsen vil
einki siga um, hvørjir
áhugaðu keypararnir eru,
og hann vil heldur einki
siga um, hvat Fuglafjarðar
kommuna roknar við at fáa
fyri bygningin.
– Vit hava góða tíð til
at selja bygningin, leggur
borgarstjórin aftrat.
Flakatrolarin,
Sundaberg, er komin
aftur av túri. Teir
leggja veiðina upp á
Kósini
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hanus Hansen, reiðari hjá
JFK–Troli, sigur, at veiðan
hendan túrin liggur um 430
tons í flaki.
– Sundaberg hevur verið
burtur í einar níggju vikur,
og hendan túrin hava teir
bara roynt í russiskum
sjógvi.
35 mans eru við skipinum,
sum nú ger klárt at fara
nýggjan túr.
Skipari hendan túrin hevur
verið John Fuglø og á brúnni,
nú teir fara avstað aftur,
verður Brandur Joensen.
Inni í Noregi
Hanus Hansen sigur, at hin
flakatrolarin hjá felagnum,
Skálaberg, júst hevur verið
inni í Noregi og bunkrað
olju.
Skálaberg byrjaði at fiska
11. desember í fjør.
Spurdur, hvat Skálaberg
hevði inni, nú teir bunkraðu,
sigur Hanus Hansen, at tað
er hann ikki heilt greiður
yvir.
Áhugi er fyri gamla Snikkaravirkinum
Fuglafjarðar kommuna fer nú at selja gamla Snikkaravirkið á Kambsdali. – Fleiri eru áhugaðir,
men vit hava einki at skunda okkum til, sigur borgarstjórin, Sigurd Simonsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Flakatrolarin, Sundaberg, kom aftur av túri í gjár. Veiðan verður løgd upp á Kósini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sundaberg afturkomin