Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 14 – 19. januar 2006 Um ársskiftið yvirtók Njál R. Petersen í Fuglafirði Kafé Kheops í Havn. Í fyrstu atløgu fara kundarnir ikki at merkja tað heilt stóra til eigaraskiftið, men Njál hevur ávísar ætlanir, ið fara at broyta innihaldið á Kheops nokk so fitt. Matstovuvirksemi Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Njál R. Petersen, sum er útlærdur kokkur frá Hotel Føroyum, hevur framm­an­ undan matstovuna Hereford í Klaksvík, og hann hevur eisini havt Pizzaria Napoli í Klaksvík, sum tó er stongt nú. Nú hevur hann so yvir­ tikið Kafé Kheops, ið jú er gamla kondittaríið á Káta Horninum í miðbýnum í Havn. Marknaðarførast sum kafé – Eg fari fyrst og fremst at marknaðarføra Kheops sum eina kafé, og her verður alt tað vanliga at fáa. Í fyrstuni fer matarlepin fyrst og fremst at innihalda slíkt, sum eg veit við vissu selur. Her hugsi eg til dømis um kebab, pitsair, tvíflísar og pitabreyð, greiðir Njál frá. Herfyri var tað fastur táttur á Kafé Kheops, at jazzbólkar sluppu at spæla har, og hetta fer at halda fram, nú staðið hevur skift eigara. – Tað konseptið við jazztónleikinum fari eg at halda fram við, og í nógvar aðrar mátar verða karmarnir her á staðnum teir somu, undir øllum umstøðum hesa fyrstu tíðina, sigur nýggi eigarin. Skal sjálvur kokkast Njál R. Petersen hevur sett sær fyri, at Kafé Kheops fer at lata upp klokkan níggju á morgni gerandisdagar, og fyrstu tveir tímarnar verður morgunmatur at fáa. – Tað verður sovorðið sum rundstykkir, kringla og annað, ið verður at fáa tá. Men tá ið klokkan gerst 11 fyrrapartin og fram til klokkan tvey seinnapartin, verður tað møguleiki at keypa sær brunch, ið er nakað, sum fleiri og fleiri spyrja eftir. Umframt brunch verður tað eisini møguligt at keypa annað av matarlepanum hesar tímarnar, greiðir Njál frá. Nakað av starvsfólkinum í Kafé Kheops er skift út, nú Njál hevur tikið yvir. Sjálvur fer fuglfirðingurin, ið jú sum áðurnevnt er útlærdur kokkur, at standa við grýturnar. Um stutta tíð kemur ein annar fugl­ firð­ingur, Jákup Arnhold Lamba, eisini at hjálpa hon­um. Jákup Arnhold er útlærdur kokkur og bakari, og hann starvast í løtuni á Hotel Hafnia. Eitt annað, ið Njál R. Peter­ sen hevur ætlanir um, er at skipa fyri einum ella øðrum søluvirksemi úr húsinum um næturnar í vikuskiftinum. – Eg ætli mær at bjóða fólki, sum eru í býnum, at keypa okkurt etandi, sum tey ikki fáa aðrastaðnis um næturnar í vikuskiftinum. Vónandi kann tað eisini verða við til at menna eitt slag av umhvørvi kring hesi húsini, sigur fuglfirðingurin. Kvinnu­ fundur mána­ kvøldið tíðindaskriv Komandi mánakvøld skip­­ar Kvinnufelagið fyri almennum fundi um kvinnuráðgeving. Ann­ika W. Dalsgarð, so­sial­ráðgevi og limur í arbeiðsbólkinum hjá Almanna– og Heilsu­mála­ ráðnum, ið evnar til eina umfatandi Ráðgeving fyri kvinnur, kunnar um tað uppskotið, sum bólkurin hevur arbeitt seg fram til, og leggur upp til orðaskifti um ætlanina. Landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, setti í septembur í fjør ein arbeiðs­bólk at gera álit til íverksetan av eini ráð­ geving fyri kvinnur, sum óviljað eru við barn ella í aðrar mátar hava tørv á ráðgeving og hjálp, sum ungar ella einsamallar mammur. Arbeiðssetningurin hjá bólkinum er at lýsa nú­verandi møguleikar hjá kvinnum, ið leita sær ráðgeving, at lýsa fyri­­munir og vansar við teimum núverandi møgu­ leikunum og somuleiðis at koma við einum ella fleiri uppskotum til eina ítøkiliga kvinnuráðgeving. Fundurin verður í Mettustovu mánakvøldið 23. januar kl. 20. Mikudagin verður seinasti dómurin í stóra narkomálinum sagdur í Føroya Rætti. Talan er um ein 31 ára gamlan mann, sum var millum teirra, ið bleiv tikin tann 16. januar í 2002. Narkomál Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nú er nakað síðani, at nakað hevur verið at hoyrt um stóra narkomálið, sum sá dagsins ljós, tá ið fleiri enn fimti løgreglumenn um døgurðatíð tann 16. januar í 2002 handtóku fleiri per­sónar bæði í Føroyum og í Danmark. Teir flestu persónarnir í málinum eru dømdir og hava sitið dómin hjá sær, og seinasti dómur í málinum verður sagdur komandi mánadag. Tá fer rætt­urin at gera av, um ein 31 ára gamal maður er sekur í 13 ymiskum ákærum, ið eru reistar móti honum. 12 av ákærunum eru í sambandi við stóra narkomálið, meðan tann seinasta ákæran snýr seg um, at hann í fjør summar royndi at smugla góð 400 gram av hash við farmaskipi til Føroya. Sleppur helst undan fongsul Tann 31 ára gamli maðurin, sum var fyri í Føroya Rætti mikudagin, er skuldsettur fyri í fleiri førum at hava selt fólki bæði hash, amfetamin og kokain. Maðurin, ið er búsitandi í Danmark, men er føroyingur, hevur verið avhoyrdur í rættinum í Aalborg, men nú var hann so komin heim til Føroya til rættarmálið. Í rættinum í gjár segði maður­in, at hann ongantíð hevði selt hvørki kokain ella amfetamin til nakran, men at hann í fleiri førum hevði hjálpt fólki við at fáa fatur á evnunum. Ákæruvaldið las tó brot burtur úr fleiri vitnis­frágreiðingum, sum áður er gjørdar í stóra narko­málinum, og tá var tann ákærdi í fleiri førum nevndur sum ein, ið dúgliga seldi slík rúsevni. Í sambandi við at mað­urin var handtikin í jan­uar í 2002, sat hann varðhaldsfongslaður í 10 vikur, harav tær fyrstu átta vikurnar í avbyrging. Hetta kann hava við sær, at maðurin, um hann verður funnin sekur, sleppur undan meiri fongsulsrevsing. Finn Ougaard, varafúti, ið er ákæri í málinum, kravdi í Føroya Rætti, at maðurin var dømdur í minsta lagi tríggjar mánaðar treytaleysa fongsuls­revsing. Um hetta verður dómurin, so sleppur mað­urin helst undan at noyðast inn at sita, tí at hann longu hevur sitið so leingi varðhaldsfongslaður, og at ein stórur partur av varðhaldsfongslingini var í avbyrging. Dómur verður sagdur í málinum á miðdegi kom­ andi mikudag. Kheops skift eigara Njál R. Petersen situr við borðið á Kafé Kheops, sum hann nú hevur yvirtikið. Í fyrstu atløgu fara kundarnir ikki at merkja tað stóra til eigaraskiftið, men Njál hevur ymsar ætlanir, ið fara at broyta innihaldið á Kafé Kheops munandi, sigur hann. Mynd: Jens Kr. Vang – Síðsti dómur í stóra narkomálinum