Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 14 - 19. januar 2006 Hendrik Old góð­ tek­ur ikki at lemma­ trol­ararnir verða tving­­aðir upp í fiski­ dagskipanina og næsta ár skulu teir hava hjáveiðikvotuna aftur, sum teir mistu í ár Lemmatrolarar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tíverri læt Bjørn Kalsø seg lokka ella trýsta av teimum, sum ynskja lemmatrolararn­ ar har sum piparið grør. Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løg­ ting­inum, góðtekur ikki viðferðina, sum lemma­trol­ ararnir hava fingið frá sam­ gonguni. Lemmatrolararnir hava nú mist 20% av hjáveiðikvotuni á innaru leiðum og nú bát­ ar, sum taka livur, kunnu fáa eyka fiskidagar, eru lemma­trolararnir eisini við sviðusoð, hóast tað júst eru teir, sum taka 75-80% av teirri livur, sum kemur til høld­ar. Sum vit greiddu frá í Sosi­ alinum í gjár, eru lemma­trol­ ararnir vónbrotnir av, at teir onga viðurkenning fáa fyri at taka livur. – Eg veit, at tað eru sterkir áhugabólkar, sum ynskja lemmatrolararnir, har piparið grør og tíverri læt lands­stýrismaðurin seg tøla av teimum og tí gav hann lemmatrolarunum ein yvir nakkan, sigur formaðurin í vinnunevndini. Skulu ikki tvingast til nakað Men hann leggur afturat, at hann góðtekur ikki fram­ ferðina. Hann vísir eisini á, at vinnunevndin hjá løg­ ting­inum vildi hava, at niðurskurðurin hjá lemma­ trolarunum skuldi ikki vera størri enn hjá øðrum skipa­bólkum, men tað varð skúgvað til viks. – Eg havi í greiðari talu latið landsstýrismannin vita, at eg góðtaki undir ongum umstøðum, at hjáveiðikvotan hjá lemmatrolarunum er skerd 20%, samstundis sum aðrir skipabólkar bara hava mist eini 2% av sínum fiskidøgum, sigur Hendrik Old. – Tað sum er farið fram, kann bara byggja á ókunnleika til lemma­trol­ ararnar, og kanska eisini á øvundsjúku og tað hevur lands­stýrismaðurin tíverri lat­ið seg tølað av. Hendrik Old tekur tað tí­skil sum heilt givið, at lemma­ trolararnir fáa kvotuna aftur í næsta fiskiárið. Annars heldur hann, at fram­ferðin hjá landsstýrinum ímóti lemmatrolarunum kann føra við sær, at teir gev­ast at taka livur, og so er lítið vunnið. Men lemmatrolararnir eru uttanfyri fiskidagaskipanina og so leingi teir eru tað, heldur Henrik Old, at tað verður torført at geva teimum eyka fiskidagar fyri at taka liv­ur. – Men teir kunnu heldur ikki revsast við at missa hjáveiðikvotuna. – Bjørn Kalsø rør framm­undir, at lemma­trol­ ararnir skulu undir fiski­ dagaskipanina og so kunnu koma upp á tal at fáa eyka dagar fyri at taka livur. – Men tað er heilt greitt, at eg góðtaki undir ongum umstøðum, at lemmatrolararnir verða tvingaðir upp í fiski­daga­ skipanina. Hendrik Old sigur, at hetta kann bara vera ein avleiðing av, at landsstýrismaðurin er ikki greiðir yvir, hvønn týdning lemmatrolararnir hava. – Teir eru teir tryggastu rá­vøru­leverandørar, sum eru til fiskavirkini. Teir kunnu fiska óveðri, tá ið allir aðrir liggja við bryggju og tí eiga vit at lívga um teir. – Samstundis fiska teir uttarliga og tí er nógv sigling. Av tí at teir eru uttanfyri skipanina, hava teir eisini ráð til at ligga bakk, sigur Hendrik Old. – Skulu vit tí fáa nyttu burturúr teimum ytru leið­ unum, er neyðugt at brúka nógvar dagar og eisini nógv­ar dagar við ongum fiski­skapi, tí tað er nógv sigling og teir liggja bakk. Tí skulu lemmatrolararnir ikki tvingast upp í fiski­ dagaskipanina, staðfestir Hendrik Old Kommunupolitikarar norðanfjørð skulu nú greiða suðuroyingum frá, hvussu tað riggar at leggja kommunur saman Kommunu­saman­ legging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað verða royndir politik­ arar norðanfjørðs, sum um ein mánaða skulu til Suðuroyar at greiða bý- og bygdaráðslimum frá teirra royndum um komm­ unusamanlegging. Sum vit søgdu í Sosial­in­ um í gjár, ætlar Tvøroyrar Býráð at skipa fyri fundi í Suðuroy har ætlanin er at lýsa fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging í Suðuroy. Vit skrivaðu, at fundurin var fyri borgarstjórar og skriv­arar, men hann er fyri allar bý- og bygdaráðslimir í Suðuroy. Ein, sum kemur norðaneftir at greiða suðuroyingum frá sínum royndum, er Rodm­ undur Nielsen, borgarstjóri í Runavík, sum er høvuðssæti í eini stórari, samanlagdari kommunu. Ein annar er Heðin Zachariasen, sum er borgarstjóri í Sunda Kommunu, men sum áðr­enn var borgarstjóri í Hvalvík, sum nú er í Sunda Kommunu. Ein triði er Sofus Johannesen, sum var borg­ arstjóri við Gjógv og sum nú er bygdaráðslimur í Sunda Komm­unu. Samstundis er ætl­anin at fáa onkran av gomlu bygdaráðslimunum á Skála, sum nú er í Runavíkar Kommunu, við á fundin. Og at enda fer Jacob Vestergaard, lands­stýr­is­ maður í innlendis­mál­um, at greiða frá, hvørjar ætl­ anir landsstýrið hevur á kommunula økinum. Tvøroyrar Kommuna krevur havnagjald fyri at lata Smyril koma inn á Trongis­ vágs­fjørð. Um neyð­ ugt endar málið í rættinum Suðuroyarsigling Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvøroyrar Býráð góðtekur ikki longur, at Smyril brúkar Trongisvágsfjørð ókeypis. Tað hevur býráðið gjørt Strandferðsluni greitt. Býráðið og Strandferðslan hava tosað um støðuna í eina tíð, men enn er ongin semja. Men tað er samband ímill­ um partarnar, sigur borgar­ stjórin, Kristin Michelsen. Hann leggur kortini aftur­ at, at fæst ikki ein semja við Strandferðsluna, er býráðið til reiðar at fara í rættin í málinum. Kristin Michelsen ásann­ ar, at landið eigur sjálvt samferðsluhavnina, sum Smyril brúkar á Trong­is­ vágsfirði. Tí vil Strandferðslan ikki betala havnagjald fyri at sigla inn í samferðsluhavnina. Men tað góðtekur Tvør­ oyrar Býráð ikki. – Havnagjald og brúgva­ gjald er hvør sítt, sigur borg­arstjórin. Hann sigur, at Tvøroyrar Býráð krevur ikki brúgvagjald frá Smyrli fyri at leggja at í samferðsluhavnina. – Men havnagjald er nak­ að annað. Havnagjald er eitt gjald, sum skip rinda fyri at koma inn í havnina, uttan at tey endiliga skulu leggja at bryggju. – Og tað kann ikki vera meiningin, at Strandferðslan skal brúka okkara havn fyri onki, sigur borgarstjórin. Annars kravdi Tvøroyrar Býráð eisini hægri havna­­­­gjald fyri at Strand­­ferðslan brúkti gomlu samferðsluhavnina á Drel­nesi til gamla Smyril. Tað málið er endað í rættinum, tí Strandferðslan vil ikki betala hægri havna­ gjald. Mál­ið er viðgjørt í Føroya Rætti og har tapti Tvøroyrar Kommuna. Síðani er málið skotið inn fyri Landsrættin, men har er tað ikki viðgjørt enn. Vit fingu ikki fatur á Strand­ferðsluni, áðrenn blaðið fór til prentingar. Sjólívið skal fáa børn og ung við trupulleikum aftur á rættkjøl Tilboð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo At sleppa umborð á skip, er ein góður máti at fáa børn og ung við ymsum trupulleikum aftur á rættkjøl. Tað heldur Ólavur Groth í Havn. Hann arbeiðir nú við einum nýggj­um tilboði til børn og ung, sum hava trupulleikar av rúsdrekka, rúsevnum ella sum hava aðrar trupulleikar at dragast við. Og tað tilboðið er at fáa tey til sjós í nakrar vikur. Í hesum sambandi hevur hann fyri nøkrum árum síð­ ani keypt ein bát, sum hann nú arbeiðir við at rigga til, so at hann kann brúkast til endamálið. Talan er um 30 tonsaran Anniku, sum er ein gamal útróðrarbátur. Nú er so ætl­ anin at gera hann til eitt segl­skip, sum síðani skal sigla við børnum og ungum við trupulleikum av ymsum slagi. Umborð er ætlanin at tey skulu læra at basa sínum trupulleikum, eins og tey vera noydd til at samstarva, tí har er jú ongastaðni at fara. Gongst sum ætlað, kunnu tey fyrstu ungu fara umborð longu í summar. Fyri at fíggja ætlanina hev­ur hann søkt um stuðul ymsastaðni frá, eisini frá kommununum. Týskvøldið var málið fyri á fundi í bygdaráðnum í Hvalba, men har tók bygda­ráðið ikki undir við umsóknini. Sjálvur hevur Ólavur Groth ongar viðmerkingar til ætlanina enn. Góðtekur ikki at lemmatrolarar fingu ein yvir nakkan – Framferðin ímóti lemmatrolarunum kann bara byggja á ókunnleika og kanska eisini á øvundsjúku og tað læt landsstýrismaðurin seg tíverri tøla av, sigur Hendrik Old, for­ maður í vinnunevndini hjá løgtinginum Smyril skal ikki sigla á Tvøroyri fyri onki Norðoyingar fortelja suðuroyingum um kommunusamanlegging Til sjós við børnum og ungum við trupulleikum Gongst sum ætlað, verður gamli útróðrarbáturin, Annika, nú gjørdur til seglskip, sum skal sigla við børnum og ungum við ymsum trupulleikum. Myndin er úr Skipalistanum