Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 19. januar 2006 Sosialurin S8WVIL EFTIRLYSING 22 milliónir til útgjaldingar Jú, tú las rætt. Sambært hagtölum kundu umleið 2.000 tons av rog- num verið avreidd í Foroyum. Seta vit ein lágan, miðal-avreiðingarprís til 11 krónur fyri hvort kilo, er lætt at rokna út, at her er nakað at heinta. Sum er, verða rognini ikki avreidd saman við fiskinum. Tey verða flokkað sum innvolur og við- farin hareftir. Helst er tað av hesum, at vit eru noydd at eftirlýsa at vit fegin vilja gjalda í minsta lagi 22 milliónir til tey, ið koma við rognunum. Fyri at gera tað heilt einfalt, so sóknast vit eftir: Toska-, upsa-, longu-, blálongu-, hýsu-, brosmu- og ødrum rognum. Okkum torva hesi rogn fyri at kunna framleiða tað, id marknaðurin vil hava. Sum er, hava vit ov lítið av rávöru, men um eftirlýsingin virkar sum hon skal, vilja vit fegin hækka útgjaldið. Kennir tú onkran, ið veit frá rognunum at siga, ella vast tú í, hvussu rognini skulu hagreiðast, so set teg beinanvegin í samband við okkum. Vit vegleiða fegin við góðum ráðum. Samband fæst við okkum um tlf. 333051, fax 332701 ella umvegis teldupost: kovinEkovin.fo KOVIN seafood