hósdagur 19. januar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 14 – 19. januar 2006
Eitt er at fáa eitt gott
hugskot. Men hvussu
gert tú tað nýtiligt?
Sjónleikarahúsið í
Havn er í vikuskifti
num karmur um
eina forvitnisliga
verkstovu í nýhugsan.
Samstundis er tiltakið
fyrsta stigið í eini
nýhugsandi ætlan fyri
húsið í framtíðini
Skeið
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tey flestu munnu hava upp
livað at fáa eitt gott hugskot,
men fara so at ivast í, um tað
ber til at gera tað ítøkiligt
og nýtiligt. Sum so ofta,
vísir vanahugsan seg at
verða stórsta forðingin, og
hugskotið fer tí spakuliga í
seg sjálvt aftur. Men soleiðis
nýtist tað ikki at verða, tí
tað ber faktiskt til at læra at
dyrka fram eitt nýtt hugskot
og gera tað til veruleika. Tað
krevur bara, at tú torir at
hugsa av nýggjum og fært
onnur við í leikin.
Persónligar søgur
Á verkstovuni í Sjón
leikarahúsinum í Havn í
vikuskiftinum fara serfrøð
ingar og onnur at greiða
frá sínum royndum við
nýhugsan. Millum onnur
fara Bo Krüger og Svend
Erik Nissen, sum báðir eru
serkønir í frálæru í nýhugsan
og kreativiteti, at leggja fyri
við fyrilestrum um sam
skiftishættir, sum fremja
nýhugsan og mátar at skapa
nýggj hugskot her og nú.
Eisini verður høvi at hoyra
fólk, vit kenna frá føroyska
lista– ella vinnulívsumhvørv
inum, greiða frá, hvussu tey
gjørdu síni “villu” hugskot
til veruleika. Eitt nú fer fyrr
verandi bankastjórin, Jørn
Astrup Hansen at siga frá
egnum royndum at sleppa tí
vanabundna og ganga nýggj
ar leiðir í arbeiðslívinum.
Yrkjarin Tóroddur Poulsen
fer at bera fram eina persón
liga søgu, har hann greiðir
frá, hvat tað vil siga at yrkja
og í førum vera á ókendum
leiðum og kortini finna
heim, sum hann tekur til.
Frá Menningarstovuni fer
Kjartan Kristiansen at greiða
frá menningartiltøkum, hann
sjálvur hevur verið við í,
sum hava havt kreativitet og
nýhugsan sum stavnhald.
“Innovatións
diamanturin”
Fyrilestrarnir fara allir at sipa
til hvør sítt øki í tí sokallaða
“Innovatiónsdiamantinum”,
sum Bo Krüger hevur drúgv
ar royndir við í síni frálæru.
Diamanturin er skipaður
kring tey fýra økini: Vitan,
hugtøk, sambond, ikki–vit
an, sum í samspæli geva
besta gróðrarbotnin fyri
nýhugsan. Til at royna hesa
skipan átaka luttakarnir sær
ein leiklut, sum svarar til
eitt av teimum fýra økinum.
Soleiðis fær ein leiklutin sum
Avbjóðari (vitan), ein verður
Miðlari (hugtøk), ein verður
Gartnari (sambond) og ein
verður Íspegil (ikki–vitan).
Avbjóðarin skal soleiðis
tryggja, at bólkurin hevur
eina holla vitan um evnið
ella hugskotið, arbeitt verður
við, við at seta hvassar
spurningar. Miðlarin skal
syrgja fyri, at øll í bólkinum
tosa sama mál og eru samd
um, hvat tey ymsu hugtøkini
merkja, so miskiljingar
ikki verða ein forðing fyri
samskiftinum.
Nýhugsan er fremmant øki
fyri tey flestu, har vit vassa út
uttan at ána, um vit grynna.
Tí er tað heilt avgerandi,
at luttakarnir kenna seg
tryggar við nýggju støðuna.
Uppgávan hjá Gartnaranum
er sostatt at tryggja trivnaðin
í bólkinum, har sínámillum
álit er ein treyt.
Ongin nýhugsan uttan pláss
fyri “býttum” spurningum,
og her fær Íspegilin kanska
tann týdningarmesta leik
lutin. Við sínum øru og villu
spurningum er hansara upp
gáva at fáa sett orð á slíkt,
sum ongin hevur tora at
hugsa ella sagt hart fyrr. Tí
tað er nettupp harfrá, verulig
nýhugsan stavar.
Provokatión
Tað er Gulla Øregaard,
sum vit kenna frá ymsum
mentanarvirksemi
her
heima, ið hevur tikið stig
til verkstovuna. Gulla dylur
ikki yvir, at verkstovan er
ætlað sum ein provokatión til
okkum øll um at leita burtur
frá tí vanabundna og heldur
royna at síggja okkum sjálvi
og samskiftið við okkara
medmenniskju frá øðrum,
klárari vinklum. Samstundis
skal verkstovan leggja upp,
til at Sjónleikarahúsið
framyvir kann verða brúkt
til annað virksemi, enn bara
tað siðbundna leiklistarliga.
Gulla sær fyri sær, at húsið
framyvir í størri muni
fær leiklutin sum eitt
“mentanarligt vakstarhús”
har evni, sum viðkoma
okkara gerandisdegi, verða
tikin upp til kjak – eisini við
støðið í ymsum listarligum
verkætlanum. Saman við
nevndini í húsinum og øðrum
er Gulla í løtuni í ferð við at
leggja eina nýggja ætlan fyri
húsið, sum leggur upp til, at
Sjónleikarhúsið í heila tiki
fær ein munandi sjónligari
profil í býnum.
Heimasíðan hjá
Klaksvíkar Kommunu
rættleiðir nú fólk
í, hvussu tey skulu
benda navnið
Klaksvík.
Mál
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Á heimasíðuni verður sagt,
at tað neyvan var av illvilja,
men fyri nøkrum árum
síðan byrjaði onkur at nevna
Kaksvík í bundnum formi,
“Klaksvíkin”. Nú er líkt til,
at hesin óvani vindur upp
á seg, so at skeiva navnið
Klaksvíkin í dag næstan er
oftari at hoyra og lesa enn
tað rætta, sum er Klaksvík.
Til samanberingar nevnir
heimasíðan, at tey flestu av
okkum munnu kenna onkran,
sum eitur Óli. Hetta navnið
er – eins og Klaksvík – í
óbundnum formi. Um onkur
nú segði, at eg møtti Ólanum
í býnum í gjár, høvdu vit
helst rættað viðkomandi og
sagt, at tað rætta er sjálvandi
at siga, at eg møtti Óla.
Í sambandi við navnið
Klaksvík er tað líka galið
at skriva ella siga, at
Atlantic Navigator kom á
Klaksvíkina. Hinvegin er
tað rætt at siga, at skipið
í vikuni kom á Klaksvík.
Ein kendur føroyskur sangur
sigur, at “Per fór til Havnar
...” Per fór nevniliga ikki
til Havnina, og orsøkin er
hin sama, at eisini navnið
Tórshavn er óbundið.
Heimasíðan ásannar, at
føroyska mállæran ikki
er kommunualt málsøki.
Men av tí at spurningurin
viðkemur
navninum
”Klaksvíkar”,
loyvir
heimasíðan hjá Klaksvíkar
Kommunu sær at bera hesar
tankar fram.
Um tú ivast, ber nú til at
fara inn á www.klaksvik.
fo og fáa greiðu á, hvussu
Klaksvík bendist rætt
Ger villa hugskotið til veruleika
– Verkstovan í Nýhugsan fer vónandi at vísa, at tað ber til at læra at ríva seg leysan frá
vanahugsan og harvið gera nýggj hugskot til veruleika, sigur Gulla Øregaard, stigtakari
Mynd: Álvur Haraldsen
Málslig rættleiðing:
Klaksvík – ikki Klaksvíkin!