Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 16 - 23. januar 2006 Tað var ein hátíðarlig løta. Kirkjan er so stór og vøkur, segði løgmaður. Har var vakur tónleikur við Københavns Drengekor, og hetta gav ein hátíðarligan dám yvir løtuna. Kongaligt Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Løgmaður greiddi frá, at Chrisitansborgs Slotskirke er so ótrúliga góð til sang, og sostatt gjørdist løtan ótrúliga vøkur. Løgmanshjúnini vóru stødd í Christiansborgs Slotskirke leygarmorgunin. Løgmaður segði við Sosialin, at hann frammanundan hevði gitt seg til trý av teimum fýra nøvnunum – Christian Valdemar Henri John. ‒ Eg má viðganga, at eg hevði frammanundan gitt trý av nøvnunum. Eg haldi at tað bara var »Valdemar« sum eg ikki hevði gitt meg til, sigur løgmaður. Løgmaður helt, at bispurin megnaði at halda dópin á einum ógviliga »vanligum« støði, og hetta gjørdi tað sera dámligt. ‒ Tú merkti ikki á bispi, at talan var um ein komandi kong, segði løgmaður. Lillemand við hús Aftaná dópin, tá Mary og Fríðrikur stillaðu upp til myndatøku vóru blaðfólkini skjót at spyrja um lítli prinsurin hevði naka kelinavn. Tey bæði greiddu frá at við hús verður lítli prinsurin kallaður »Lillemand«. Tey fortaldu eisini, at tað ikki tók teimum langa tíð at gera av, hvussu prinsurin skuldi eita. Lítli prins Christian fekk eisini nógvar dópsgávur. Frá føroya fólki høvdu løgmanshjúnini við sær ein koyriposa og einar inniskógvar frá sniðgevunum »Guðrun og Guðrun«. Anita Eidesgaard greiddi frá í Degi og Viku at tá krúnprinsahjúnini í summar vitjaðu í Suðuroy, søgdu tey, at tey kundu hugsað sær ein koyriposa. – So hetta er í øllum førum ein gáva sum foreldrini verða glað fyri, legði hon aftrat. Frá danska fólkatinginum fekk prins Christian ein ponyhest. Tó verður ponyhesturin ikki klárur at ríða á, fyrr enn prinsurin er trý-fýra ára gamal. Pony’in er av Welsh Mountain slagnum, føtt í mai 2001. Fólkatingsformaður Chris- tian Mejdahl viðgongur, at talan er um eina heldur øðrvísi dópsgávu. ‒ Men foreldrini hjá prinsinum eru bæði rættiliga virkin innan ítrótt. Soleiðis verður prinsurin kanska eisini, sigur hann. ‒ Tú kanst ríða á einum ponyhesti, pony’in kann toga eina sleðu og man kann eisini gerast góður vinur við ein ponyhest, sigur Christian Mejdahl. Mary bær sjálv lítla Christian Valdemar Henri John. Mynd: Reuter Løgreglan hevur ikki havt stórvegis at gera um næturnar í vikuskiftinum. Felags fyri politistøðirnar í Klaksvík, Runavík og í Havn er, at næturnar hava friðarligar. Serliga var náttin til sunnudag still, tí at her var eitt so ógvisligt æl, at fólk flest leitaðu sær heim. LØGREGLAN Rókur Jákupsson Jakobsen eokur@sosialurin.fo Í Havn var okkurt rok í miðbýnum náttina til leygardag. Tveir mans brustu saman í miðbýnum um trítíðina, men løgreglan fekk skjótt tamarhald á støðuni. Ongin skaði stóðst av rokinum. Vakthavandi í politistøðini í Havn sigur við Portalin, at onki stórvegis rok var í nátt. Vakthavandi í Klaksvík gjørdist næstan kløkkur, tá ið vit ringdu til hansara sunnumorgunin, tí at hetta var fyrstu ferð at telefonin kimaði síðan leygarkvøldið. Úr Runavík siga teir, at ein bilur fór omanav vegnum millum brúnna og rundkoyringina við Streymin náttina til sunnudag. Hepni var við bilføraranum, tí at hann fekk ongan stórvegis skaða. Vakthavandi í Runavík sigur, at har var rættiliga høgt útav, so bilførarin var stak heppin at sleppa so lætt. Friðarligt vikuskifti »Ein hátíðarlig løta«