Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 23. januar 2006 31 Felagsinnskriving í Tórshavnar kommunalu skúlar og frítíðarskúlar skúlaárið 2006/2007 Skúlarnir í Havn, Hoyvík og á Argjum Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2000 í 1. flokk í Argja skúla, Venjingarskúlanum, Tórshavnar Kommunuskúla, Sankta Frans skúla, Eysturskúlanum ella Hoyvíkar skúla næsta skúlaár, verða biðin at siga frá í býráðs- salinum týsdagin 24. ella mikudagin 25. januar 2006. Innskrivingin í allar omanfyrinevndu skúlarnar er í býráðssalinum týsdagin 24. og mikudagin 25. januar, báðar dagarnar frá kl. 15.00 til 18.00. Havið avrit av dóps-/ navnabrævi við. Eisini ber til at ringja í býráðssalin somu tíð tlf. 254010. Mentamáladeildin skipar fyri einari felagsinnskriving. Pláss er ikki fyri øllum teimum næmingunum, sum búgva næst við ávísan skúla í býnum, tí er neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er. Skúlaumbøn Tað ber til at biðja um at fáa barn/ børn í ein av skúlunum. Mentamáladeildin fer saman við skúlastjóranum at kanna eftir, um tað er gjørligt, sum plássviðurskiftini í skúlanum eru. Tá ið felagsinnskrivingin er liðug, fær hvør skúli boð um, hvørjir næmingar skulu koma í 1. flokk. Argja skúli Næmingar í Argja skúla fara í skúla kl. 11.45, men kunnu fara í frítíðarskúla fyrrapart. Skúlarnir uttanfyri høvuðstaðarøkið Kollafjarðar skúli Innskrivingin í Kollafjarðar skúla er í skúlanum týsdagin 24. januar kl. 15.00. Børn, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað í skúlanum somu tíð, sum innskrivingin er. Kaldbaks skúli Innskrivingin í Kaldbaks skúla er í skúlanum týsdagin 24. januar millum kl. 16.00 og 17.00 ella á tlf. 302520. Velbastaðar skúli Innskrivingin í Velbastaðar skúla er í skúlanum ella á tlf. 302505. Nólsoyar skúli Innskrivingin í Nólsoyar skúla er í skúlanum ella á tlf. 302465. Hests skúli Innskrivingin í Hests skúla er í skúlanum . Frítíðarskúlin Børn, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað í býráðssalinum somu tíð, sum felagsinnskrivingin er. Eisini fáast umsóknarbløð til frítíðarskúla í Snarskivuni, á heima- síðu kommununnar (www.torshavn.fo) ella á tlf. 302010. Meiri fæst at vita um innskrivingina í skúlunum ella í mentamáladeildini, Jákupi Simonsen, mentamála- leiðara, tlf. 302010. Tórshavnar kommunalu skúlar og frítíðarskúlar Mentamáladeildin ella á tlf. 328107 Sosialráðgevi/ Sosialformidlari til Barnaverndar- tænastuna í Suðuroy Í sambandi við at kommunurnar hava yvirtikið barnaverndarøkið, er eitt fulltíðarstarv ella 2 parttíð- arstørv sum sosialráðgevi/sosialformidlari í barna- verndarumsitingini i Suðuroya øki leyst at seta skjótast gjørligt. Barnaverndarumsitingin heldur til á ráðhúsinum í Tvøroyrar Kommunu og skal fyribils virka við tveimum fólkum. Uppgávurnar verða at røkja barnaverndarmál, gomul eins og nýggj, innan fyri rammurnar í barnaverndarlógini. Vit vænta at tú: • Hevur viðkomandi útbúgving ella royndir frá arbeiði við málsviðgerð í eini almennari fyri- siting. • At tú er fleksibul og er góð/ur at samstarva við. • At tú er ábyrgdarfull/ur, kann arbeiða sjálvstøðugt og móti einum úrsliti. • At tú hevur yvirblikk og ein professionellan hugburð til tey mál, tú arbeiðir við. • At tú er nærverandi og hevur umsorgan fyri tørvinum hjá tí einstaka barninum. • Innlit í og royndir við barnaverndararbeiði er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Vit bjóða: • Eitt spennandi og umskiftiligt arbeiði. • Avgerðarheimild í størri mun. • Møguleika fyri flekstíð og at arbeiða heimanífrá. • Løn við útgangsstøðið í tínum førleikum og galdandi sáttmála við viðkomandi felag. Nærri upplýsingar fáast við at venda seg til leiðaran á Barnaverndarumsitingini á tel: 371085 ella teldupost: susanne@tvoroyri.fo Umsókn við viðkomandi prógvum verður at senda til: Tvøroyrar Kommuna Postboks 80 FO 800 Tvøroyri Mrk.: Starv barnaverndarumsitingin Umsóknarfreist: týsdagin tann 31. januar 2006. Í umsóknini verður viðmerkt um ynskt verður fulltíðar- ella parttíðarstarv. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 4139 Navn: Sp/f Cura Adressa: Viðargøta 56 160 Argir Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 12-01-2006 Viðtøkudato: 12-01-2006 Stovnarar: Helgi Osmundarson Justinussen, Viðargøta 56, 160 Argir Aimi Gudmundsen Justinussen, Viðargøta 56, 160 Argir Nevnd: Johan Nolsøe Djurhuus, Korkagøta 4, 100 Tórshavn, (nevndarformaður) Aimi Gudmundsen Justinussen, Viðargøta 56, 160 Argir, (nevndarlimur) Birgir Nielsen, Gundadalsvegur 33, 100 Tórshavn, (nevndarlimur) Stjórn: Aimi Gudmundsen Justinussen, Viðargøta 56, 160 Argir, (stjóri) Grannskoðari: Sp/f SPEKT, statsaut. revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn Partapeningur: kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóra saman við einum nevndarlimi, ella tveimum nevndarlimum. Endamál: Endamál felagsins er at reka vaktarhald, handil, handverk og annað starv í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01 - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 12.01.2006 - 31.12.2006 Skráseting Føroya tann 19. januar 2006 Kristin Balle ________________________ ð l ð