hósdagur 26. januar 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 26. januar 2006
3
Á býráðsfundi í
kvøld fer Tórshavnar
Býráð væntandi at
samtykkja at veita
felagnum Dansifrøi
fíggjarligan stuðul til
bygging av felagshúsi
í Gundadali
Dansihús
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Dansifrøi søkti longu fyri
fleiri árum síðani um øki
og loyvi til at gera ein fel
agsbygning til felagið og
Fimleikafelagið Ljósið, sum
tá var við í byggiætlanunum.
Ljósið tók seg tó úr samstarv
inum nakað seinni, men
Dansifrøi hevur seinastu
tvey árini arbeitt víðari við
málinum einsamalt.
Byggjast í ítróttarøki
Bygningurin, ið Dansifrøi
hevur ætlanir um at byggja,
hevur eina gólvvídd, sum
er 840 fermetrar. Staðið, ið
byggjast skal á, liggur mill
um Gundadalshøllina og
Høllina á Hálsi.
Byggi- og býarskipanar
nevndin hjá Tórshavnar
Kommunu
samtykti
í
november mánað í fjør at
góðkenna verkætlanina og
at ganga umsóknini um
byggiloyvi á møti.
Dansifrøi hevur eisini
søkt Tórshavnar Kommunu
um fíggjarligan stuðul til
byggingina, sum væntandi fer
at kosta umleið 9,5 milliónir
krónur. Vanligt hevur ver
ið, at kommunan hevur
stuðlað við 30 prosentum
av
byggikostnaðinum,
og landið hevur gjørt tað
sama. Men av tí at landið
ikki longur stuðlar slíkum
byggingum, søkti Dansifrøi
um, at stuðul frá kommununi
bleiv 60 prosent ístaðin fyri
tey vanligu 30 prosentini.
Hesum hava bæði menta
málanevndin og fíggjar
nevndin hjá Tórshavnar
Kommunu tikið undir, og
tí er væntandi, at býráðið í
kvøld endaliga samtykkir
stuðulin, sum tí verður
upp á umleið 5,7 milliónir
krónur.
Í fjør keypti Tórs
havnar Kommuna
eini sethúshús inni
á Gøtu, sum ætlanin
var at gera um til
barnagarð til børn
við serligum tørvi
Tòrshavnar
Kommuna
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tá ið kommunan keypti
húsini, var tað við tí fyri
eyga, at ein stovnur skuldi
gerast fyri børn, sum
ikki kundu nýta vanligu
dagansingartilboðini, ið
Tórshavnar Kommuna
hevur.
Men kommunan hevur
ikki heimild til at útvega
børnum við serligum
tørvi tilboð um á einum
serstovni, tí tað hoyrir
undir landið.
Landið segði nei
Tórshavnar Kommuna
hevði síðani fleiri fundir
við Almanna- og Heilsu
málaráðið, men hagani
vóru boðini greið, at eingin
slíkur stovnur var settur á
stovn í 2006.
Tí var neyðugt hjá Tórs
havnar Kommunu at finna
okkurt annað at nýta húsini
til. Arbeitt hevur verið við
ætlanum um at gera eina
lítla vøggustovu í húsinum,
men hendan ætlan er nú
slept.
Umsitingin hjá býráðnum
hevur nú mælt til at selja
ognina aftur, og hesum hava
bæði mentamálanevndin og
fíggjarnevndin tikið undir
við. Í kvøld verður málið
so viðgjørt á býráðsfundi,
og væntandi verður nú
endaliga samtykt at selja
húsini.
Nú verða
húsini seld
Tað er her á økinum millum
Gundadalshøllina og Høllina á Hálsi, at
Dansifrøi ætlar at byggja eini felagshús, sum
verða umleið 840 fermetrar til støddar.
savnsmynd
Dansifrøi byggir
felagshús í Gundadali