hósdagur 26. januar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 26. januar 2006
5
Á samkomu á Dimma
lætting í gjárkvøldið
var avdúkað, hvør ið
var kosin til ársins
føroying, ársins
ítróttarbragd og
ársins fløga í 2005
Heiðurslønir
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hetta er annað árið á rað, at
Dimmalætting skipar fyri
einum slíkum tiltaki. Í fjør
var tað songkvinnan Eivør
Pálsdóttir, ið fekk heiðurin
sum tann fyrsti at verða
kosin til ársins føroying.
Ikki ein persónur,
men eini hjún
Í ár var tað tó ikki ein persón
ur, ið fekk heiðurin, tí valið
fall á eini hjún. Talan er um
Sonju Klein, prest og mann
hennara Holgar Arnbjerg.
Tey bæði eru kosin fyri
tað arbeiði, sum tey gera í
KFUK jólaaftan. Í fleiri enn
tíggju ár hava tey bæði hildið
jólaaftan í KFUK saman við
fólki, ið annars einki stað
hava at halda jól, og hetta
helt dómsnevndin verða eitt
so mikið gott arbeiði, at tey
bæði kundu kjósast til ársins
føroying.
Sonja Klein og Holger
Arnbjerg vóru tíverri ikki
hjástødd í gjárkvøldið, tá
ið avdúkingin fór fram,
men dóttir teirra, Katrina,
tók ímóti heiðursbrævið og
blómum teirra vegna.
Men á einum stórskíggja
sóu tey mongu fólkini, sum
vóru á Dimmalætting í
gjárkvøldið, eina videoheilsan
frá teimum báðum. Tey eru í
løtuni burturstødd.
Hjún gjørdust
ársins føroyingar
Ingi Samuelsen, blaðstjóri á Dimmalætting, avdúkaði, hvør ið
var kosin ársins føroyingur. Omanfyri sæst videoheilsanin frá
Sonju Klein og Holger Arnbjerg, sum varð víst á stórskíggja.
Mynd: Jens Kr. Vang
Ikki óvæntað var tað
unga gøtugentan,
Elspa Mørkøre, ið var
kosin til at hava framt
ársins ítróttarbragd
Ítróttarbragd
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Elspa Mørkøre hevur um
nakað gjørt vart við seg í
føroyska ítróttarheiminum
í farna ári, og tað var í fjør,
at hon skrivaði seg inn í
føroysku svimjisøguna.
Ordans hál í Íslandi
Longu fyrst í farna ári gjørdi
Elspa av álvara vart við seg,
tá ið hon saman við øðrum
føroyskum svimjarum tók
lut í stórari svimjikapping í
Reykjavík.
Tað ferðina eydnaðist tað
henni at vinna ikki færri enn
seks gullheiðursmerki, og hon
setti heili níggju føroysk met.
Eitt av hæddarpunktunum
hjá Elspu Mørkøre í fjør var
ivaleyst luttøkan á Oyggja
leikunum í Hetlandi, tí
tað var fyrstu ferð, at hon
var við til oyggjaleikir.
Tað gekk eisini væl, tí hon
vann trý heiðursmerkir,
eitt av hvørjum slag. Mest
óvæntaða heiðursmerkið á
oyggjaleikunum var ivaleyst
gullheiðursmerki í 4x50 metr
ar liðsvimjing.
Tað, sum av álvara skrivaði
Elspu í søgubøkurnar, var
nýggja metið á 100 metrar
frí, sum hon setti í heyst.
Tíðin var 0,59.96, og harvið
gjørdist hon fyrsta føroyska
kvinnan nakrantíð, ið kom
undir ein minutt.
Elspa Mørkøre tók sjálv
móti heiðursbrævi og blómum
á Dimmalætting í gjárkvøldið,
og hon var sjálvsagt ógvuliga
fegin um heiðurin.
Tað gjørdist havnar
bólkurin DejaVu,
ið vann heiðurin
at hava gjørt ársins
fløgu í 2005
Ársins fløga
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
DejaVu vóru í uppskoti
fyri fløguna A place to
standon, og hini fýra val
evnini vóru ávíkavíst
200, Petur Pólsson, Tvey
av Kamarinum og Høgni
Lisberg.
Fløgan hjá DejaVu
er ivaleyst millum mest
gjøgnumførdu fløgurnar,
ið nakar føroyskur bólkur
nakrantíð hevur gjørt.
Framleiðslan av fløguna var
óvanliga kostnarmikil sæð
við føroyskum eygum.
Tá ið fløgan, eftir drúgva
bíðitíð, endiliga kom á
marknaðin seint í vár, fekk
hon eisini óvanliga góð
skoðsmál frá ummælarum,
og sølan av fløguni hevur
eisini gingið stak væl.
Í gjár handaði Uni L.
Hansen, tónleikaummælari
á Dimmu, bólkinum so
heiðursbræv og blómur
sum tekin um, at fløgan
hjá DejaVu var kosin ársins
fløga 2005.
DejaVu átti ársins fløgu
Limirnir í DejaVu vóru sjálvsagt sera fegnir um, at fløgan hjá teimum, A place to stand on,
var kosin ársins fløga 2005
Mynd: Jens Kr. Vang
Ítróttarbragd úr Gøtu
Ivaleyst evna-ríkasti føroyski svimjarin leingi, 14 ára
gamla Elspa Mørkøre úr Gøtu, var í gjár kosin til at
hava framt ársins ítróttarbragd í 2005
Mynd: Jens Kr. Vang