Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 19 - 26. januar 2006 Felagsskapir í Bret­ landi, sum eru ímóti at drepa hval, eru aftur farnir at vísa tenn og føroyingar mugu verða á varð­ haldi, so at vit ikki verða fangað á skeiva beininum, sigur havn­ armaðurin, Dánjal Rein, úr London Grindadráp og umhvørvis­ felagsskapir Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað eru tekin í sól í mána, um, at umhvørvis­felags­ skapir, sum eru ímóti grinda­ drápi, eru farnir at brynja seg út. Tað sigur havnarmaðurin, Dánjal Rein, sum býr í London. Hann stúrir fyri, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn teir aftur fara at venda eyg­uni ímóti grindadráp­ inum í Føroyum. Men hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at føroyingar geraseg til reiðar at svara einum álopi frá umhvørvisfelagsskapum, aftur. Tí heldur hann, at vit rætt og slætt eiga at hava eina tilbúgvingarætlan fyri, hvussu vit skulu svara álop­­­­um frá umhvørvisfelagsskapum aftur. – Endamálið við eini slík­ ari tilbúgving er at hava eina greiða ætlan fyri, hvussu vit svara einum álopi aftur, so at vit ikki enn einaferð verða tikin á skeiva beininum Hann heldur, at týdning­ urin av at svara einum álopi frá umhvørvisfelagsskapum aftur bæði skjótt og væl, skal ikki undirmetast. – Tað er alneyðugt at vit eru før fyri at svara einum álopi aftur alt fyri eitt, áðrenn sjónarmiðini hjá umhvørvisfelagsskapunum sleppa at festa røtur í fólki. – Tá ið herferðin er byrjað, er ov seint at seta seg at leggja ætlanir fyri, hvussu vit vísa slíkum álopum aftur. Hann heldur, at vit onkun­tíð fyrr hava verið ov sein at svara um­hvørvifelagsskapum aftur. – Fara teir undir eina her­ ferð við lesarabrøvum og lýsingum í teimum stóru bløðunum, er tað ov seint, vissi ein slík herferð stendur ósvarað í bara tveir, tríggjar dagar, – Standa slík álop ósvarað í einar tveir dagar, er tað ov seint hjá føroyingum at svarað aftur, tí tá hava fólk longu tikið tey at sær sum tann einasti sannleikin og tí er tað ov seint hjá føroyingum at gera vart við seg. Akkurát, hvussu ein føroysk tilbúgvingarætlan á hesum øki skal vera, dugir hann ikki at siga. – Men landsstýrið eigur, at hava eina ætlan á hesum øki, so at vit verða til reiðar at vísa einum álopi longu í føðingini. Sostatt er hann eisini sannførdur um, at tað nyttar einki at tiga slík álop í hel, tí tey gera ov stóran skaða. Men eitt vápn, sum hann heldur, at føroyingar eiga at gera seg til reiðar at brúka, er lobbyvirksemi í enska tinginum, tí tað eru eisini politikarar, sum vilja verja okkara søk og teir eiga vit ikki at vera bangin fyri at seta okkum í sambandi við. Dánjal Rein sigur, at sjálvur hevur hann verið í sambandi við føroyingar og føroyavinir í Bretlandi um at vera til reiðar at skriva afturímóti, skuldi ein herferð tikið seg upp. Døglingur setti eld á Tað er tann óhepnið døgling­ urin, sum viltust niðan í Tems í Londum, sum nú hevur givið um­­hvørv­ isfelagsskapum eitt kær­ komið høvið til at gera vart við seg. Og tað skerst ikki burtur, at teir smyrja tjúkt uppá. Roynt varð av øllum alvi at bjarga honum útaftur, men tað miseydnaðist og døglingurin doyði. – Hvalurin, sum svam niðan til Westminster má ikki hava latið lív til fánýtis, sigur International Fund for Animal Welfare, IFAW. Hetta brúkar felags­skap­ urin, sum eitt kærkomið høvið til at savna pening inn til arbeiðið hjá felags­ skapinum. Enntá vatnkannan, sum varð brúkt til at væta døgling­ in við í bjargingarroyndini, verður nú seld á uppiboði og umhvørvisfelagskapirnir siga, at tann, sum keypir kannuna, ognar sær eina ímynd av vón, eitt petti av søgu og samstundis játta pen­ ing til eitt virðiligt endamál, sum tikið verðu til. Fleiri av teimum, sum vóru við í royndunum at bjarga døglinginum, hava skrivað navn sítt á kannuna, sum nú verður goymd undir lási. Seinast vit frættu, var boð­ ið komið upp á eina góða million krónur. – Tá ið roynt varð at bjarga døglinginum í Tems, var ein sonevndur serfrøðingur í sjónvarpinum og greiddi frá, hvat ein hvalur hugsaði í eini løtu sum hesari, so tað sigur eitt sindur um, hvussu avskeplaða mynd nógv hava av hvali, heldur Dánjal Rein. Í herferð síni um at savna pening inn, vísa felagsskapirnir í stórum blaðlýsingum á Noreg, Ísland og Japan, sum lond ið eiga at verða mótarbeitt tí tey skjóta hval. – Ein hvalur doyði, men túsundtals verða dripnir eru boðskapurin í onkrari lýsing. Men í einum parti av blaðnum Guardian, sum nógvir skúlanæmingar brúka í sambandi við uppgávur, verður beinleiðis víst til Føroyar. Har skal tó sigast, at víst verður bæði til tað, sum umhvørvisfelagsskapir siga um grindadráp og til tað, sum føroyingar sjálvir siga fyri at verja grindadráp. Undir yvirskriftini »Skulu vit veiða størsta djór í heimi« vísir Guardian á eina ørgrynnu av heimasíðum, sum skúlanæmingar kunnu brúka, og talan er bæði um heimasíður, sum verja grindadráp og heimasíður, sum eru ímóti. – Men Guardian er eitt dømi um, hvussu lítil kunnleikin er um grindadráp, tí har verður skrivað um tað árliga grindadrápið í Føroyum. – Tosað verður um hótt hvalasløg, men tað endar altíð við einum kjaki um vit skulu drepa hval yvirhøvur og tað er ein heilt annar spurningur, tí tá er tað vorðið ein spurningur um mentanarligan ágang. At bretar als ikki hava gloymt grindadráp í Føroyum, fær Dánjal Rein prógv fyri av og á. Hann vísir á, at Atlantsflog hevur havt lýsingar á jarnbreytarstøðum, men fleiri staðni eru merki, sum mótmæla grindadrápi, klistrað útyvir lýsingarnar. – Enn meta vit ikki at nakar vandi er á ferð, men vit eru á varðhaldi og fylgja við gongdini, sigur føroyski sendimaðurin í London Grindadráp og umhvørvis­ felagsskapir Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit kunnu ikki útihýsa, at umhvørvisfelagsskapirfara at leypa á Føroyar. Men vit halda ikki, at tað er nakar vandi á ferð í løtuni. Sigmundur Isfeld, før­ oyskur sendimaður í London, er varugur við, at vandi er fyri nýggjum álopum á føroyingar fyri at vit drepa grind. Nú ein døglingur viltust niðan í Tems í London, hava umhvørvisfelagsskapir fingið rættiliga nógva umrøðu og tann møguleikan at gera vart við seg, lata tey ikki fara aftur við borðinum. – Tað eru serliga Whale and Dolphin Conservation Society og International Fund for Animal Welfare, sum hava fingið nógv umrøðu í hesum sambandi og tað eru tveir víðgongdir felagsskapir, sum føroyingar fyrr hava havt rættiliga stór­ ar trupulleikar av. Sigmundur Isfeld sigur, at enn hava teir ikki gjørt so nógv um seg og tí halda vit ikki, at tað er beinleiðis nakar vandi í løtuni. – Men skuldi um­hvørv­ isfelagsskapir lopið á við fullari styrki, hevði tað verið gott at havt eina tilbúgving á økinum. – Men vit eru á varð­ haldi og vit fylgja við gongd­ini, tí vit kunnu als ikki útihýsa, at bólkar av um­hvørvisfelagsskapum fyri­reika eitt nýtt álop á Føroyar. – Tað frægasta, vit kunnu gera, er at hava eygu og oyru opin og at meta um støðuna frá degi til dags og vit eru til reiðar at svara álopum aftur. – Ein herðferð frá um­ hvørvisfelagsskapinum kann seta føroyingar í ringt ljós hjá fjølmiðlafólki, polit­ ikarum og handilsketum og tað kann skjótt fáa fíggj­ arligar avleiðingar fyri okk­ara samfelag tó heldur Føroyski sendimaðurin í London, at tað hevur týdn­ ing at svara álopum frá um­hvørvisfelagsskapum aft­ur alt fyri eitt og at vit hava gott samband við fjølmiðlafólk og politik­ arar. – Men tað skal gerast sakliga og siðiliga Eitt dømi um, hvussu eymar handilsketur eru um at hava gott orð á sær, hava vit júst frægt um í Útvarpinum, sum fortaldi, at handilsketan Findus, hevur slitið alt samband við russarar, sum hava fiskað ólógliga í Barentshavi. – Eydnast tað um­hvørv­ isfelagsskapum at fáa ein stóran skara av viðskifta­ fólki at venda eini handils­ ketu bakið, missir hon sølu og tað eru tær rættiliga eymar um. Tí kann tað skótt fáa avleiðingar fyri okkum, sigur Sigmundur Isfeld. Stúra fyri nýggjum álopum á føroyingar Vit hava eygu og oyru opin Føroyingar hava havt trupulleikar av umhvørvisfelagsskapum. Her er løgreglan á veg eftir Sea Shepherd fyri nøkrum árum síðani. Umhvørvisfelagsskapir eru aftur farnir at rumbla, men enn halda vit ikki at nakar vandi er á ferð. men vit hava eygu og oyru opin, tí vit kunnu ikki útihýsa, at eitt álop kemur, sigur Sigmundur Isfeld, føroyskursendimaður í London