Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 26. januar 2006 7 Finnur Jensen er mað­urin aftan fyri lagið forelskaður sjónleikari, hann hevur somuleiðis skriva nógv av løg­un­ um á fløguni Førist hjá Páll Finnur Páll, men nú fløgan er í uppskoti til eina Planet, fer Finnur til Suðuroyar Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Meðan restin av Páll Finn­ ur Páll á Planet Awards leyg­arkvøldið spentir bíða eftir, um teirra fløga Førist vinnur Planetina fyri bestu útgávu, fara Finnur Jensen og gittarin hjá honum at und­irhalda í Stóra Pakkhúsi í Vági . – Eg vænti ikki, at vit vinna, og so er tað nógv stutt­ligari at spæla í Suðuroy enn at fara tómhentur heim í Havn, heldur 24 ára gamli havnarmaðurin skemtiliga fyri. Á skránni leygarkvøldið eru føroyskir slagarar, út­lendskir evergreens og egin løg. Finnur Jensen er ein av høvuðsmonnum í Páll Finnur Páll, hann skrivaði millum annað landapláguna “Forelskaður sjónleikari”, ið er størtsa hittið í nýgg jari tíð. Væntandi verða sjónleikarin og fleiri Páll Finnur Páll løg – bæði tey freku og tey fittu – eisini at hoyra í Pakkhúsinum, har áhoyrarar kunnu hugna sær við onkr­ um leskiligum afturvið tónleikinum. Finnur Jensen, ið er ann­ ars er búsetandi í Århus, hevur verið sera virkin sum einstaklingur í barr- og café umhvørvinum í Havn. M.a. var hann í fyrstu finaluni í Singer Songwriter kappingini. Hetta verður fyrstu ferð, at hann fer einsamallur á pallin í Suðuroy. Stóra Pakkhús letur leyg­ar­ kvøldið upp klokkan 21 og er opið fram til 4 um morg­ unin. Í kvøld, í annað kvøld og leygarkvøldið verður høvið at hoyra forvitnisligan fusións fólkatónleik og klezmer tónleik frá donsku Channe Nussbaum Trio og heimstónleik frá Kára Sverrissyni og Yggdrasil. Tey luttaka saman á fyrstu FO- DK konsertferðini í ár Tíðindaskriv Channe Nussbaum hev­ur við trimum róstum fløgu­ ­ útgávum og einari nýgg j­ ari fløguútgávu á gáttini víst seg sum tann fremsti úrmælingurin innan klez­ mer tónleik í Danmark. Á konsertferðini í Føroyum fer hon at spæla nýgg jan fusións fólkatónleik á donskum, har balkan tón­leikur, klezmer salsa og danskur vísupoppur ganga upp í eina hægri eind. Har­umframt fer hon at spæla vanligan klezmer tónleik á jiddiskum. ´ Kári Sverrisson og Ygg ­ drasil spæla heims­tónleik við uppruna í føroyskum fólkatónleiki. Ygg drasil hevur í ár 25 ár á baki, og Kári Sverrisson hevur í fleiri av hesum árunum luttikið á konsertferðum saman við bólkinum kring heimin. Channe Nussbaum Trio, Kári Sverrisson og Ygg­drasil fara at hava trígg jar konsertir saman í Føroyum: – Hóskvøldið 26. januar, Atlantis, Klaksvík, kl. 19.00. – Frígg jakvøldið 27. januar, Mentanarhúsið í Fuglafirði, kl. 21.00. – Leygarkvøldið 28. januar, á Planet Awards á Hotel Föroyum, kl. 21.00- 04.00. FO-DK Konsertferðirnar eru fyriskipaðar av Norð­ urlandahúsinum, FUT, og donsku feløgunum DJBFA og Dansk Artistforbund. Kon­sertferðirnar eru stuðl­ aðar av Atlantic Airways. Er forelskaði sjón­leikarin bangin fyri at tapa? Konsertir við Channe Nussbaum Trio, Kára Sverrisson og Yggdrasil