Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 19 - 26. januar 2006 Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa, sigur, at hann gjørdist bæði ovfarin og glaður, tá hann um middagsleitið í gjár frætti, at heiðurin, »Ársins Leiðari 2006« var fallin sær í lut. – Jú, hetta hitar, sigur hann Ársins Leiðari Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa, dylur ikki fyri, at hann er ógvuliga fegin um heiðurin sum »Ársins Leiðari 2006«. – Nei, hetta hevði eg slett ikki droymt um. Eg var ikki staddur á Hotel Føroyum, tá ið eg í døgurðatímanum fekk at vita, at heiður var fallin mær í lut. Eg gjørdist púrasta ovfarin – og glaður, sigur forstjórin. Nógvar heilsanir Hann sigur seg hava fingið hópin av teldupostum við heilsanum, og hann hev­ ur eisini fingið hópin av blómum og øðrum heils­ anum, síðan tað frættist um tilnevningina. – Jú, tað er so avgjørt, at hetta hitar í einum starvi sum mínum, men eg vil leggja dent á, at eingin leiðari megn­ar ein slíkan heiður einsa­mallur. Hetta er eitt toymisavrik, ið vit øll, sum starvast í Føroya Sparikassa, eiga lut í. Fleiri um boðið Vit spurdu Marner Jacobsen, hvørjar eginleikar hann hev­ ur sum leiðari, sum aðrir ikki hava, nú heiðurin fall honum í lut millum fleiri aðrar? – Nei, tað dugi eg ikki so væl at siga. Eg ivist onga løtu í, at vit hava nógvar góðar leiðarar, sum høvdu uppiborið ein slíkan heiður. Hann dylur kortini ikki fyri, at tað, sum starvsfólkini – frá ovast til niðast – í Føroya Sparikassa hava staðið fyri í hesum broytingartíðum, er megnartak og megnaravrik. Sjónligur stjóri Hann heldur, at ein orsøkin til, at júst hann er kosin ársins leiðari, kanska liggur í, at hann hevur verið so sjónligur í longri tíð. – Vit hava torað at gingið nýggjar leiðir, og tað hevur hepnast okkum í Føroya Sparikassa væl, sigur for­ stjórin, sum ásannar, at stórar avbjóðingar liggja fyri framman í øktu kappingini og nýggju tíðini, vit eru í. Marner Jacobsen hevur verið forstjóri í Føroya Spari­ kassa síðani 1999. Hann er 43 ára gamal og hevur út­búgving sum cand.oecon. frá Århus Universiteti. - Eg gjørdist bæði ovfarin og glaður – Vit hava torað at gingið nýggjar leiðir, og tað hevur hepnast okkum væl. Stórar acvbjóðingar liggja fyri framman í øktu kappingini og nýggju tíðini, sigur Marner Jacobsen, forstjóri, sum nú er kosin »Ársins Leiðari 2006« Myndir: Jens Kr. Vang Tríggir leiðarar vóru við í endaspurtinum um heiðurin Ársins Leiðaradagur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mikudagin var stóra tiltakið, »Ársins Leiðaradagur 2006«, hildið á Hotel Føroyum undir temanum, ”innovatiónsleiðsla”. Tað var løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, sum setti dagin, og síðan vórðu fleiri fyrilestrar hildnir. Tey, sum hildu fyri­lestr­ arnar, vóru Steen Hilde­ brandt, Annika Mittún, Djóni Dalsgarð, Lars Kolind, Marjun Hanusardóttir og Eirikur á Húsamørk. Móti endanum av degn­um varð alment avdúkað, hvør er kosin ”Ársins Leiðara 2006”. Tríggir persónar vóru við í endaspurtinum um heiðurin. Teir vóru Marj­ un Hanusardóttir, løg­ mansstjóri, Andrass Róin, stjóri á Føroya Tele og Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa. Úrslitið gjørdist, at forstjórin í Føroya Spari­ kassa gjørdist Ársins Leið­ari 2006. Einir 150 føroyskir leið­ arar úr ymiskum fyritøkum og á ymiskum stigum vóru við til at peika á Marner Jacobsen sum »Ársins Leiðara 2006«. Ársins Leiðara­dagur 2006 Fleiri grundgevingar vóru fyri at velja Marner Jacobsen til ”Ársins Leiðara 2006”, m.a. hesar: * ... hann skapar nýggjar møguleikar at fáa upp­ sparing hjá føroyingum at kasta nógv meira av sær. Hann broytir hugburðin hjá fólkinum við at fyritøkan, hann leiðir, megnar at skapa tíðar­ hóskandi íløguhugburð í landinum í staðin fyri at binda kapitalin í betong og timbur..   * ... Marner hevur staðið á odda fyri at nútímansgera Føroya Sparikassa, og við sínum framskygni hevur hetta hepnast væl. Hann hevur lagt dent á at brúka nútíðartøkni og leiðslustíl við øllum teimum amboð­ um, sum eru frammi í tíðini, samstundis sum hann hevur varðveitt grundfestið hjá Sparikassanum.  Spari­kassin framstendur tí í dag sum ein n‡mótans fyritøka til reiðar at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum nútíðin krevur...   Tí valdu tey Marner Jacobsen