hósdagur 26. januar 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 26. januar 2006
31
Nanny McPhee
Fríggjadag 27.01
kl. 17.45
Leygardag
28.01
kl. 16.00
kl. 18.00
Sunnudag
29.01
kl. 17.00
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Einglar deyðans siga eyga fyri eyga
TÍÐIRNAR:
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
München
Fríggjadag 27.01
kl. 19.45
kl. 23.00
Leygardag
28.01
kl. 20.00
kl. 23.15
Sunnudag
29.01
kl. 19.00
kl. 22.15
Jarhead
Fríggjadag 27.01
kl. 22.30
Leygardag
28.01
kl. 22.30
Sunnudag
29.01
kl. 21.30
UMMÆLI:
FRUMSÝNING
Filmurin hjá Steven Spiel
berg um München 1972 er
væleydnaður.
Kim Simonsen
Í september 1972 varð heimurin
vitni til eina serliga ógvusliga gísla
tøku, ið hendi undir Olympisku
Leikunum í München. Hendingin
í München varð send beinleiðis í
sjónvarpinum í 21 tímar. Endin var,
at øll ítróttarfólkini, ið vóru tikin
sum gíðslar av palestinensiskum yvir
gangsmonnum, vóru dripin.
Royndin at bjarga ísraelsku ítrótt
arfólkunum endaði sum ein sorgar
leikur. Á hernaðarflogvøllinum
Fusternfeldbruck í München, vóru
allir gíslanir dripnir og teir flestu
yvirgangsmennirnir eisini.
Her endaði søgan ikki, og í filmi
num München, eftir heimsins kend
asta leikstjóra, Steven Spielberg,
byrjar her, aftaná at øll tey 17 ísra
elsku ítróttarfólkini vóru dripin við
køldum blóði.
Í tíðini aftaná fór Ísrael harðliga
fram móti PLO-basum, men søgan í
filminum München, snýr seg ikki um
hetta, men um ein loyniligan bólk av
monnum, ið arbeiddu við at avrætta
allar teir, ið høvdu ábyrgd at hesi
skemdargerð.
Ísraelska fregnartænastan Moss
ad visti hvør hevði ábyrgd av yvir
ganginum, og fóru i gongd við eina
eyga fyri eyga týning av øllum teim
11 bakmonnunum til yvirgangin
í München í 1972. Drápini skuldu
ikki bert hevnast, men hesir arábar
skuldu ikki aftur fremja yvirgang
móti statinum Ísrael, teirra útsendu
ella ítróttafólkum.
München, snýr seg um hendan
bólkin av monnum, ið allir eru ser
frøðingar innan teirra øki, ið fingu
sum uppgávu at beina fyri 11 bak
monnum. Teir ferðast kring evropeisk
lond, sum Ongland, Týskland,
Grikkaland, Holland, Frankaríki,
Italia og spreingja hesar bakmenn
í luftina. Ferðin gongur eisini til
arábisk øki og til New York. Tað er
ikki ofta, at eg havi sæð ein film, ið er
so fulkominliga uttan landamørk, tí
er tað eisini ein fragd at síggja hendan
filmin, ið er væl gjørdur, spennandi
og av og á vakurt filmaður.
Leiðarin fyri hendan Mossadbólkin
er fyrrverandi lívverjin Avner (Eric
Bana frá ”The Hulk”). Hann hevur
verið lívverji hjá sjálvari Golda Meir,
ið eisini er við í filminum, leikt av
Lynn Cohen.
Avner skal virka í loynd, hann
hevur einki samband við heimlandi
Ísrael, bert við eina bankaboks í
Sveits. Teir sum hjálpa honum eru
agentar, ið annars liva friðarlig sivil
lív. Steve er bilførarin fyri bólkin.
Hin týski antikvitetshandlarin
Hans er dokumentfalsnari. Belgiski
leikuuppfinnarin Carl er bumbu
maður. Hin klóki og varni Carl ruddar
øll spor eftir drápini. Filmurin tekur
sær góða tíð til at vísa okkum hesar
menn og teirra lyndi. Tekniskt sæð
eru teir ikki yvirgangsfólk, men hvør
er yvirgangsfólk, tey sum drepa ósek,
ella tey sum drepa yvirgangsfólk?
Teir byrja at samarbeiða við eina
undirverð av vápnahandlarum og
fólkum, ið kanska kenna onkran, sum
veit hvar arábisku yvirgangsfólkini
krógva seg.
Loyniligi Avner-bólkurin undir
ísraelsku fregnartænastuni Mossad,
fær fatur á einum fyri og øðrum eftir,
ið teir antin skjóta til deyðis ella
spreingja í luftina.
At byrja við gongur alt sum eitt
spæl, men við eitt uppdagar Avner, at
eisini teir verða forfylgdir av fregnar
tænastum og leigumordarum. Er tað
tí palestinensarnir eru sameintir
við Sovjettsamveldið og KGB, ella
er hetta CIA ella onnur lið innan
Mossad? Her gerðst filmurin av
álvara spennandi.
Vit kenna søguna um 4. og 5.
september 1972 í München, men ikki
nógv kenna til tað sum hendi aftaná.
Tað sum Avner-bólkurin koma at gera
kring ein stóran part av heiminum,
varð kallað ”Operatión Guds vreiði”.
Tveir ísraelskir generalar Aharon
Aviv (1993) og Zvi Zamir (2001),
hava víst á, at Avner-bólkurin var ein
av fýra ymiskum loyniligum bólkum,
ið avrættaðu 13 yvirgangafólk uttan
rættarmál ella dóm.
München er ein merkeliga aktuell
ur filmur, ið ikki bert snýr seg um
1972, tí yvirgangur er eitt sera kontro
versielt mál í dag. Hvussu skulu vit
niðurberja yvirgang? Ein máti er
so sum Mossad, at jagstra hesi í
loynd um allan heim og avrætta tey
á staðnum.
Vit halda kanska, at yvirgangur
er eitt stórt tema í Evropa. Sjálvt um
nógv vóru dripin bæði í Barselona
og í London í fjør, er hetta lítið av
miklum í mun til hvat tey í Ísrael
hava uppliva gjøgnum árini.
Eg haldi, at tað er eitt spennandi
perspektiv, at Ísrael og ísraelska
Fregnartænastan Mossad í 30-40 ár
hava jagstrað yvirgangsfólk kring
allan heim. Hevði Mossad ansa eftir
Osama bin Laden , ið aftur nú hevur
ávara USA um nýggj álop, ið frættist
frá rásini Al-Jazeera herfyri, høvdu
vit so uppliva 11 september 2001?
Steven Spielberg er nærum mister
Hollywood, hann hevur gjørt stórar
blockbuster-filmar síðani ”Jaws”
(Dødens gab) frá 1975. Serliga
eykenni hjá Spielberg var at hann
endurskapti b-film genruna sum
dýrar blockbuster filmar. Seinni
hava vit tó sæð onkran áhugaverdan
film eftir hann, so sum ”Solens rige”,
”Schindlers liste” og ”Saving Private
Ryan” og so hendan filmin.
München er ein uppskakandi og
spennandi filmur frá enda í annan,
tí vit vita líka so lítið sum Avner og
teir.
Eisini er ein kærleikasøga við í
filminum, millum Avner og konuna
Daphnu (Ayelet Zurer), ið er uppá
vegin tá filmurin byrjar. Daphna
gevir Avner eitt samband við sivila og
friðarliga lívi. Bæði uppliva tó hvussu
teirra óseka samlív og lyndi broytist,
ið helst er ein mynd av, hvussu teirra
land Ísrael kom at broytast í hesum
árum.
Filmurin fær 5 stjørnur av 6.
www.UIP.dk
Den "fortryllende" barnepige
MED
DANSK
TALE
EN STEVEN SPIELBERG FILM
FRA OSCARVINDER OG INSTRUKTØR AF ’AMERICAN BEAUTY’
WAR IS HELL
WAITING IS WORSE
WWW.UIP.DK
EN FILM AF SAM MENDES
Distribueret af UIP
www.narniafi lmen.dk
Narnia
Fríggjadag 27.01
kl. 19.00
Leygardag
28.01
kl. 16.30
kl. 19.30
Sunnudag
29.01
kl. 18.30
FRUMSÝNING