Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 27. januar 2006 25 almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Almannastovan søkir fulltrúa Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndugleikanum og við- skiftafólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygdina og virðingina fyri einstaklinginum, eins og virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum. Á Stjórnardeildini eru 3 starvsfólk í fulltíðar- starvi og ein deildarleiðari. Starvsøkið hjá Stjórnarskrivstovuni fevnir um ráðgeving og vegleiðing til leiðslu og starvsfólk í sosialfak- ligum, løgfrøðiligum og øðrum fyrisitingar- ligum spurningum, gerð av innanhýsis leið- beinandi reglum og kunningartilfari, kæru- ummæli, ummæli av lógar- og kunngerðar- uppskotum o.a.. Fulltrúin verður partur av einum stovni, ið alla tíðina má tillaga seg broytingarnar í samfelagnum og taka við avbjóðingunum, sum liggja í tíðini og í framtíðini. Vit sóknast eftir einum fólki, ið hevur samfelagsfrøðiliga, løgfrøðiliga ella aðra hóskandi universitetsútbúgving. Tað er ein fyrimunur at hava starvs- royndir innan fyrisiting á almannaøkinum. Okkara ynski er, at viðkom- andi er virkin og nærlagdur, hevur góð samstarvsevni og arbeiðir sjálvstøðugt við at loysa uppgávurnar í tráð við endamálið hjá stovninum og teir málsetningar, stovnurin hevur. Arbeiðsuppgávunar hjá full- trúanum fevna um ráðgeving og vegleiðing til leiðslu og starvsfólk, ummælan av uppskotum til lógir og kunngerðir, málsviðgerð í ávísum málum, tilevnan av leiðbeiningum og kunningar- tilfari, luttøku í tvørfakligum samstarvi og aðrar uppgávur á deildini. Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Fleiri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Mariu Jacobsen, deildarleiðara á telefon 35 35 10. Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 14. februar 2006. Send umsóknina til Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. Talan er um eitt fulltíðarstarv á Stjórnardeildini K R E A . F O . TEL 47 80 80