fríggjadagur 27. januar 2006síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 27. januar 2006
45
Avloysarar til Gjáar-
lon í Vestmanna
Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til Gjáarlon
í Vestmanna. Stovnurin er normeraður til uml. 80
børn.
Avloysararnir skulu starvast, tá starvsfólk eru sjúk
ella hava frí.
À stovninum
• 2 stovur til vøggustovubørn
• 3 stovur til barnagarðsbørn
Stovnurin er opin frá kl. 7.15-17.15.
Størvini verða lønt sambært sáttmála ímillum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Morið
A. O. Gardy, leiðara.
Skrivlig umsókn skal vera Vestmanna kommunu í
hendi í seinsta lagi 8. februar 2006.
Dagstovnurin Gjáarlon
Varaleiðari til barna-
garðin á Gásamýri
Leirvíkar kommuna søkir eftir varaleiðara til
barnagarðin at byrja 1. februar 2006 ella eftir nærri
avtalu.
Arbeiðið er 35 tímar um vikuna og umsøkjarin skal
hav anámsfrøðiliga útbúgving.
Í barnagarðinum á gásamýri eru 32 børn í aldrinum
3-6 ár og í frítíðaransingini eru 24 børn, sum ganga
í 1. og 2. flokki.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
kommunuskrivstovuna tlf. 443006.
Umsókn við avritum av prógvum og møguligum
ummælum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi mánadagin 30. janaur 2006.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42
520 Leirvík
Pedagogar
Vøggustovan á Konmansmýru søkir eftir 2 peda-
gogum at starvast millum 25 og 35 tímar um
vikuna.
Størvini verða sett 15. februar 2006 (ella eftir
avtalu).
Pedagogar, ið fáa prógv í februar eru
vælkomnir at søkja.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Vøggustovan er ein sjálvsognarstovnur við 35
børn í aldrinum 1 til 3 ár. Vit hava 3 stovur og 3 til
4 starvsfólk á hvørjari stovu.
Krøvini til tín eru:
• At tú ert fyrikomandi og erligur.
• At
tú
dugir
at
arbeiða
sjálvstøðugt
og ábyrgdarfult í samráð við børn og
starvsfelagar.
• At tú heldur at arbeiði í einari vøggustovu er
spennandi og avbjóðandi.
• At tú dugir at síggja avbjóðingar fram um
avmarkingar.
• At tú er nærverandi og dugir at lurta.
• At tú vil verða við til at menna stovnin og
arbeiða við tí vit seta okkum fyri.
Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú sleppur
at vera við til at mynda títt egna arbeiði og
gerandisdagin hjá børnunum. Vit liggja í einum
spennandi umhvørvi tætt við Hoyvíkstjørn og
sniggøtunum á Konmansmýru.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran
Katrin Bjarnadóttir ella álitisfólkinum Jóhannu
Laksá á telefon 313131.
Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi seinast
6. februar 2006.
Vøggustovan á Konmansmýru
Hoyvíksvegur 41 B
FO-100 Tórshavn