Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 22 - 31. januar 2006 UTTAN ÚR HEIMI Tey mongu túsund, sum vóru komin at hyggja at tarvadystum í Mexico Býi í gjár, fingu ein hvøkk, tá tað vísti seg, at ein av tarvunum sýtti fyri at halda seg til galdandi reglur. Tarvurin, sum vigaði góð 500 kilo, var júst kom­ in inn á vøllin. Brádliga snaraði hann sær á, leyp út um girðingina og upp á áskoðarapallin, har tann betri parturin av áskoðarunum sótu, skriv­ar AP. Ræðsluslignir áskoð­ ar­ar royndu at koma sær burtur, og tey, sum ikki vóru nóg kvik, fingu sviðan av tí illa tarvinum at kenna. At enda eydnaðist tað einum manni at stinga tarvin so meint, at hann doyði. Løgreglan í Meksiko Býi sigur, at fleiri áskoðarar máttu flytast á sjúkrahús við ymsum løstum. Ringast var við einari kvinnu, sum hevði fingið annað hornið á tarvinum undir síðuna. Tarvafiktingarvøllurin La Plaza México bleiv tik­in í brúk fyri 60 árum síð­ani og hevur pláss fyri 48.000 áskoðarum. Sam­ bært myndugleikunum er hetta er fyrstu ferð, at ein tarvur hevur lopið á áskoðararnar. Myndugleikarnir í Pólandi hava gjørt av at steingja fleiri bygningar í og nær­ hendis býnum Chorzow, har ein syndarlig vanlukka seinasta leygardag kravdi 62 mannalív. Vanlukkan hendi, tá takið á einari stórari fram­sýn­ ingarhøll datt oman yvir umleið 500 fólk, sum vóru komin saman í sambandi við eina bræv­dúgvuframsýning. Bjarg­ingarliðið í Chorzow held­ur, at takið hoyknaði undan tí nógva kavanum, sum lá á tí, og tí hava mynd­ ugleikarnir gjørt av at steingja fleiri slíkar stórar bygningar, inntil all­ur kavin er ruddaður burt­ur. Samstundis hava myndugleikarnir gjørt av at kanna, hvussu nógvan kava takið á slíkum bygningum tolir. Onnur halda, at nógvir av teimum stóru byningunum í Pólandi eru als ikki egnaðir til tann nógva vetrarkuldan har. Í nítiárunum var byggi­ virksemið sera stórt í Pó­landi, og fleiri av teimum stóru bygningunum eru gjørdir á sama hátt sum til­ svarandi bygningar í Bret­ landi og Spania og tí als ikki bygdir til tann nógva kavan, sum kann koma nið­ ur í Pólandi um veturin, skrivar AP. Steingja stórar bygningar Amnesty International held­ur, at fleiri hundrað am­erikanskir fangar, sum eru dømdir til deyða, eiga at fáa annan dóm, tí teir eru sálarliga sjúkir. Felagsskapurin heldur, at umleið 10 prosent av teim­ um 3.400 amerikonsku fang­­unum, sum eru dømdir til deyða, eru sálarliga sjúk­­ir, og at nógvir teirra hava heilaskaða. Fe­l­ags­ skap­­urin vil eisini vera við, at meiri enn 1.000 av teimum fangunum, sum eru avrættaðir í USA tey seinastu 30 árini, vóru sálarliga sjúk­ ir. Mike Blackmore, sum er talsmaður hjá bretsku deild­ini hjá Amnesty Inter­ national, sigur, at fel­ags­ skapurin er ímóti deyða­ revsing yvirhøvur, men at tað er serliga atfinningarsamt, at sálarliga sjúk fólk verða dømd til deyða og avrætt­að. Í amerikanska statinum Connecticut verða fólk ikki dømd til deyða, um tað kann prógvast, at tey vóru sálarliga sjúk, tá tey framdu brotsverkið, og í 1986 staðfesti amerikanski hægstirættur, at sálarliga sjúk fólk skulu ikki dømast til deyða. Eiga at broyta fleiri dómar Tarvurin legði á áskoðararnar Bretsku myndug­ leik­arnir bera ótta fyri, at vit hava ligið sjóvarfallið av okkum, soleiðis at nú er ov seint at avmarka vakstrarhúsárinið Umhvørvi Árni Joensen: fartekst@mail.dk Vakstrarhúsárinið kann fáa nógv størri avleiðingar enn higartil hildið. Tað er niðurstøðan í einari kanning, sum bretska stjórnin hevur almannakunngjørt. Har stendur millum annað, at nú er helst ov seint at av­marka útlátið so nógv, at tað ikki ger skaða, og í ringasta føri kann tað hava við sær, at innlandsísurin í Grønlandi er burturi um túsund ár, og at vatnsstøðan í høvunum verður sjey metr­ ar hægri enn í dag, skrivar BBC. Í fororðunum til frá­ greiðingina skrivar Tony Blair, forsætisráðharri, at avleiðingarnar av veður­lags­ broytingunum verða helst størri, enn vit hava hildið. Norski havfrøðingurin Ola M. Johannessen, sum er leiðari á Nansenstovninum, sigur við Aftenposten, at hann er samdur við niðurstøðuni í bretsku frágreiðingini. Hann vísir á, at sambært kanningum hækkar grøn­ lendski innlandsísurin seks centimetrar um árið í teimum økjunum, sum eru hægri enn 1500 metrar. Tað merkir, at ísmongdin veksur 70 rúmkilometrar árliga, men samstundis hava aðrar kanningar víst, at fram við strondini minkar ísmongdin 57 rúmkilometrar um árið. Eftir hesum kanningunum øk­ist grønlendski inn­lands­ ís­urin 13 rúmkilometrar um árið, men Ola M. Jo­hannessen vísir á, at nýggjar kanningar hava víst, ísurin minkar skjótari nú enn fyrr. Tað avgerandi er, hvussu lýtt tað er, sigur hann. – Vit kunnu rokna við, at um túsund ár er eingin ísur eftir í Grønlandi. Tað fer at hava við sær, at heimshøvini hækka sjey metrar, og tað nógva feskvatnið frá tí bráðn­aða ísinum at tálma ella kanska at steðga Golf­ streyminum,. sigur Ola M. Johannessen. Bráðnar grønlendski inn­landsísurin, fer tað fyrst og fremst at raka tey fátæku londini. Í bretsku frágreiðingini stendur, at partar av vistskipanini fara fyri bakka, hungursneyðirnar verða fleiri, og trot verð­ur á drekkivatni í menn­ing­ar­ londunum. Við Norðpólin fer ísbjørnin at doyggja út. Amerikanska blaðið The New York Times skrivaði í síðstu viku, at Bush- um­sitingin hevur roynt at forða einum av teimum fremstu amerikonsku veður­ lagsserfrøðingunum at halda fyrilestur um avleiðingarnar av vakstrarhúsgassinum. James Hansen, sum arbeiðir hjá rúmdarumsitingini NASA, hevur leingi sóknast eftir einum politikki, sum skal avmarka útlátið í USA, men sambært The New York Times sleppur hann ikki at halda fyrilestur ella at skriva eina blaðgrein ella eitt teldubræv um evnið, fyrr enn stjórar hansara hava kannað innihaldið. George W. Bush, forseti, kallar Bill Clinton „sín nýggja bróður“ USA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Hetta seinasta árið hava teir báðir fyrrverandi am­erikonsku forsetarnir George Bush eldri og Bill Clinton skipað fyri fleiri tiltøkum til frama fyri neyð­stødd. Eitt nú royndu teir av savna pening til tey neyðstøddu eftir flóðalduna í Asia, og í heyst gjørdu teir tað sama aftan á tær nógvu ódnirnar, sum herjaðu teir syðstu statirnar USA. George W. Bush, forseti, dylur heldur ikki fyri, at í Bush-ættini verður Bill Clinton roknaður sum ein góður vinur. – Teir báðir eru væl, og tað er stuttligt at síggja, segði forsetin í einari sjón­ varpssamrøðu, har hann skemtandi umrøddi Clinton sum „sín nýggja bróður“. Hann segði, at tað eru royndirnar frá forsetatíðini, sum binda Bush eldra og Clinton so tætt hvør øðrum. Spurdur, hvat hann helt um, at kona Clinton, Hillary, kanska verður næsti forsetin í USA, svaraði forsetin skemt­andi: – Ja, men so verður tað Bush, Clinton, Bush, Clinton. Bush, Clinton, Bush, Clinton Grønlandsísurin bráðnar Tað nógva feskvatnið frá ísinum í Grønlandi kann fáa Golfstreymin at steðga